hósdagur 9. oktober 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
Hermann Jacobsen og Kyndaravalsurin
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen
Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíða: Grafitti á Velbastað eftir dulnevnda listamannin Husk Mit Navn. Verkið er partur av framsýningina GISP!,
sum letur upp í Norðurlandahúsinum 24. oktober. GISP! Setir sjóneykuna á norðurlendskar teknirøðir sum listarák.
Mynd: Inger Smærup Sørensen
Listamálarin Katsu úr New Yor er fyrsta listafólk, sum eg veit um, ið brúkar
fjarstýrdar smátyrlur í síni list. Hann heldur, at fjarstýrdu smátyrlurnar geva
kroppinum eina natúrliga eykalongd, sum eina eyka armur, sum røkkur hagar
viðføddu armarnir ikki røkka. Eyguni røkka longur enn armarnir, og tað kennist
honum sum ein lætti at skapa list, sum røkkur eins langt og eyguni og ikki er
avmarkað av teimum í so stuttum limum, sum kroppurin annars er útgjørdur við.
Langt er fráliðið síðani tøknin gjørdist partur av listini og mentist frá
kinetiskari list, til ljóslist, lasaralist, holografiska list og frá videolist til
interaktiva teldulist, og nú til smátyrlulist og tólmennislist. Og vit hava list, sum
natúrliga arbeiðir saman við cyberestestikki, netverksgrundaðum intelligensi og
virtual reality.
Sostatt syndrast ímyndin av einari viðføddari andsøgn millum menniskja og
maskinu, millum list og tøkni. Og enn einaferð vendir listin okkara veruleika
mynd á høvdið. Viðurskiftini millum list og tøkni eru markleys, men tað er ikki
bert innan tøknina, at listin kann skapa nýhugsan. Listin roynir seg á nógvum
ymiskum økjum og møguleikarnir fyri menning eru endaleysir.
So kundu vit sett okkum at bíða eftir, at politikararnir sóu møguleikarnar í
listini, so tað bar til at gera pallar til nýggju listasløgini, men vit kunnu eisini
bara gera tað sjálvi – skapa tað umhvørvið, sum krevst. Menningin hendir kortini
ikki bara í mentaðu søvnunum og á mentarnarstovnunum, á blonku gólvunum
millum hvítar veggir. Menningin skal eisini henda í undirgrundini, leys av
fíggjarlógini og avmarkingunum, sum altíð eru knýttar at tí.
Kanska kundu vit heldur enn – sum vit plaga – at knarra um politikararnar,
hvør í sínum lag bjóða fram summarhús, bilhús, telur, vørubilar, suppugrønmeti
og blaðsíður.
Kanska hevði tað verið stuttligt – í felag – at gjørt hetta land til ein førandi
pall til nýggj listasløg.
ritstjóri
Inger Smærup Sørensen
Oddagrein
Vei teirri tíð, ið hevur brúk fyri bókmentaligum idealistum
Samrøða:
E-bókin hóttir ikki bara pappírið
Barnamentanarsíðan
Listakviss
Eg elski menniskju
The Glasgow Miracle
Evropeiskar ímyndir og sjálvsmynd okkara
plakat eftir Una Árting
Plakat:
Stein Saks Pappír – Gips Video Papp
Samrøða:
ummæli: