Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Gunvá við Keldu Kjak síða 14 Klaks­ vík hækk­ ar Havnin lækkar Sjúrður skaale Kjaks síða 15 Frekur og á­by­rgd­ ar­leys­ur Sambært eygleiðing í dagsins blað hava samgonguflokkarnir sligið seg til tols við at verða sitandi restina av valskeiðinum. Ikki tí, annað vildi verið løgið, um ikki ein sam­gonga hevði sum enda­mál at sita, til valskeiðið varð av. Men tað er havandi órógvið fyrr í ár í huga, at hetta verður staðfest. Tí alt bendi á, at álvarsligur kinkur var í sam­starv­i­num mill­um flokk­ar­nar eftir harða ágangin á Jørg­en Nicla­sen, sum varð lagdur und­ir at hava stolið almennar peng­ ar, tá hann ikki rindaði lands­kass­a­ num toll av vørum til hand­ils­virki sítt fyri góðum 20 árum síð­ani. Tríggir samgongulimir atkvøddu fyri andstøðuuppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen, sum tó varð felt. Teir vóru Jenis av Rana úr Miðflokkinum, og Helgi Abrahamsen og Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum. Og tað tyktist, sum málið valla kundi loysast á annan hátt, enn at Jørgen Niclasen annaðhvørt legði frás­ær, ella varð koyrdur frá. Løgmaður gav Fólkaflokkinum tvær vikur at loysa málið. Endin á tí var, at Jørgen Niclasen stevndi Kring­varpi­num. Men tað var ikki nóg mik­ið, segði Helgi Abra­ham­ sen. Reimund Langgaard segði bein­ leið­is, at hann ikki hevði broytt støðu. – Eg havi ikki broytt meining, og komi heldur ikki til at gera tað. Jørg­en Niclasen noyðist frá, segði hann við in.fo 4. juni. Umframt hesar báð­ar ting­menn­ i­nar hjá Sambandsflokkinum, so meld­aði Johan Dahl, lands­stýr­is­ mað­ur floksins eisini út, at støðan ikki var hald­bar. Hann segði, at sum støðan nú var, so vóru bara tveir møg­u­leikar: Annaðhvørt legg­ur Jørgen Niclasen frá sær, ella takk­ar Sambandsflokkurin fyri seg í sam­ gongu­sam­starv­inum. Men allar hesar hóttanir tykast nú verða deyðar og jarðaðar. Málið um Jørg­en Nicl­a­sen er gloymt í pol­ it­isku skipanini og í miðlunum, sum koyrdu so hart á málið fyrr í ár. Kanningini hjá Gammeltoft- Han­sen kann festa í fjúsið aftur, um hann kemur til ta niðurstøðu, at løg­mað­ur hevur borið seg skeivt at. Løg­maður hevur sagt, at fyri tað um hann skuldi verið noyddur at far­ið frá, so kann samgongan halda fram. Tað er neyvan hugsandi, tí eitt slíkt misálit á løgmann er eitt mis­álit á alla samgonuna. Fyribils tykist friður at valda – og flokk­ar­nir kunnu fyrireika seg upp á løgwtingsval um eitt ár. Nú er alt gloymt um jørgen 871 næmingar í 42 flokkum royktu ikki í ein mánað Tað var Skúlin á Giljanesi, sum í ár gjørdist »Ársins Royk­fríi Skúli 2014«. 67 flokkar høvdu meldað seg til kappingina um at vinna heiðurin. Treytirnar vóru, at eingin skuldi roykja í flokkinum í ein mán­að. Hetta eydnaðist fyri 42 flokkar, sum luku treyt­irnar,­ ið settar vórðu. Hes­ir 42 flokkarnir telja 871 næm­ingar. Kappingin var skipað so­ leið­is, at flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 9. sep­tem­ber til 9. oktober. – Hóast tað var 9. flokkur á Gilja­nesi, sum vann við luta­kasti millum hesar 42 flokk­ar­nar, sum høvdu lok­ ið treyt­ir­nar, so eru vit í Fólkaheilsuráðnum ógv­u­liga fegin um, at heilir 42 flokk­ ar komu ígjørnum, og ikki minst, at 64 flokkar upp­run­ aliga ­høvdu sett sær málið at vera roykfríir, skrivar Fólka­ heils­u­ráð­ið. – Har tað ikki bar á mál er bert tað at siga, at royndin kann ger­ast aftur komandi ár. Í fjør vóru 53 flokkar við í kapp­ing­ini og fyrra árið 32. Fólka­heils­u­ráð­ið fegn­ast um ta sera stóru undirtøkuna, sum var í ár. – Lærarar, skúlaleiðslur og mong við teimum eiga stóra tøkk uppiborna fyri væl­v­ ild og góðan hugburð mót­ vegis átakinum. Havast skal í huga, at 871 næmingar luku treytirnar, so teir skulu eis­ ini hava stórt rós. Eisin teir flokkar, har tað ikki bar á mál hjá, skulu rósast, tí næstu ferð verður málið nátt, skriv­ ar Fólkaheilsuráðið. Roykfrí á Giljanesi Hóttanirnar móti Jørgen Niclasen eru nú jarðaðar Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Lot av norði ella av ymsum ættum, turt og sólglottar, men um kvøldið møguliga okkurt æli. Hitin millum 3 og 6 stig. Lot av landnyrðingi og eystri og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum 4 og 7 stig. Gul til stívt andøvsgul av eystri, turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, frígjadagin upp í ein strúk. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 5 og 9 stig. Veðrið mánanáttina: Eitt lágtrýst, 1009 hPa. í landnyrðing eystan úr Føroyum fer spakuliga vestureftir. Veðrið týsnáttina: Hátrýstið vestanfyri Føroyar viknar nakað. Mánadag Týsdagin Mikudagin 1-6 m/s 1-6 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s