Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Málið um vindmyllurnar hjá SEV, sum leiðslan nú partvís ætlar at privat­is­era við at selja tær til privata parta­felagið, P/F Magn, hevur nógv á­huga­verd perspektiv í sær. Fyri tað fyrsta, so kunnu vit spyrja, hvat endamálið hjá SEV er. Skal interkommunali felags­skap­ur­ in skapa stóran vinning, sum útvald priv­at fólk skulu hava part av, ella skal fel­ags­skapurin útvega Føroya fólki og før­oyska vinnulívinum so bíl­iga orku sum gjørligt? Er SEV ein non­profitt felagsskapur, sum skal bjóð­a so góða tænastu fyri so lítlan kostn­að sum gjørligt? Svarið burdi verið rættiliga ein­ falt. Eig­arar og leiðsla í SEV hava hild­ið rimm­ar­fast um, at SEV skal hava eink­ar­rætt bæði til alt vatnið í Før­oyum og til alla elframeiðslu í land­inum. Fleiri stríð hava verið – eitt nú hev­ur orð­a­drátt­urin mangan verður hvass­ur millum vindmyllufelagið Vind­røkt í Vestmanna og SEV- leiðsl­una. Ein skyldar leiðslan í SEV at greiða okku frá, hvørjar fyrimunir brúk­ar­in, sum er eigarin av SEV, fær, við at P/F Magn og íslendsku íleggj­ ararnir har fáa part av vinn­ing­i­ num, sum Føroya fólk og føroysk vinna annars hevði fingið. Sum støðan er í dag, so eru tað brúkararnir sum eiga vind­myllu­ lund­ina hjá SEV í Húsahaga. Brúk­ ar­in fær tí allan vinningin. SEV skal ikki skapa vinning til íleggjarar, sum onnur partafeløg. SEV er ein non­profitt felagsskapur. Um tað verður, so sum SEV leiðsl­an ætlar, so eiga vit brúkarar bara 2/3 av vindmyllulundini í Hús­ a­haga. Vit fáa tí bara 2/3 av vinn­ing­ i­num – meðan íslendsku í­leggj­ar­ar­ nir í Magn fáa 1/3. Um SEV, t. v. s. vit brúkarar, selja alla vind­myllu­lundina til aðrar í­leggj­ar­ar, so fáa ongan part av vinning­inum. Íleggjarar fáa allan vinn­ing­in. Okkurt bendir á, at SEV leiðslan er við at flyta seg frá, at brúkarin skal hava allan vinnigini. Okkurt bend­ir á, at SEV leiðslan vil, at priv­ atir íleggjarar skulu hava part av vinn­ing­i­num, sum brúkarin, sum er eig­arin,­ ann­ars skuldi fingið. Onkur heldur kanska, at SEV als ikki skal hava nakran vinning, men at elframleiðsla skal verða eitt pro­fitt­um­ráðið hjá privatum íleggj­ ar­um...? Men soleiðis er tað ikki, og so­ leðis hevur politiska ynskið heldur ikki verið. Í øllum førum ikki hig­ artil. Tá SEV framleiðir steym bæði um­hvørv­is­vin­ar­ligari og bíligari, so skal brú­k­arin sjálvandi hava vinn­ ing­in. Her vantar politisk frágreiðing um, hvat ber til og hvat ikki ber til hjá SEV-leiðsluni at gera við fólksins ogn Hví framleiða bíligari streym, um brúkarin ikki fáa vinningin? Vil eigarin privatisera SEV? Skal SEV priv­ at­i­ser­ast í bitum? Bjørt Samulesen kjak síða 16 Spek­ u­ler­a í vindorku? Aksel V. Johannesen Kjaks síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Norski sjónvarpsmaðurin, Tore Strømøy, sum ger sendingarnar »Tore på sporet« í norska sjónvarpinum NRK, leitar eftir einum føroyskum tvíburapari. – Eg arbeiði nú við eini søk um Føroyar, sum eg vóni, at tit kunnu hjálpa mær við, sigur Tore Strømøy í teld­u­ posti. Tað snýr seg um eitt tví­ bur­a­par, tveir menn, sum eru fødd­ir í Føroyum í 1944-45. – Pápin æt James Nor­ man Be­aton. Hann var ung­ ur drongur frá Isle of Skye í Skotlandi. Hann var sjó­ maður og hevur verið um 16 ára aldur, tá hann gjørdist pápi til hesar tvíburarnar, skriv­ar Tore Strømøy. – Men hann sá teir ong­ an­tíð. Hann hevur fortalt loynd­ar­mál­ið fyri einum í familj­uni ein­a­ferð, men tos­ aði ann­ars ong­an­tíð um tað, sig­ur Tore Strøm­øy. Jamas Norman Beaton doyði í 1979. Tað er norska dótt­ir hansara, sum leitar eftir brøðrum sínum í Før­ oy­um. Hon frætti av tilvild um søguna um tvíburarnar á eini vitjan í heimlandinum hjá páp­a­num­, Skotlandi. Tað sigst eisini, at tvíburarnir hava ver­ið fiskimenn. Óvist er, um teir vórðu ættleiddir av mann­inum hjá mammuni, men tað kann vera, heldur hon. Tore Strømøy frættir feg­ in, um onkur veit um teir. Leitar eftir føroyskum tví­burum Føroya Giktafelag heitir á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini hjá gikta­lækn­ a­num í rættlag. Felagið hevur havt fund um støðuna á altjóða gigt­ adeg­num, sum var sunnu­ dagin, har tey hava umrøtt støð­una, sum er íkomin á gikta­øk­i­num. Semja var um at heita á mynd­ug­leik­ar­nar um at fáa við­ur­skift­ini í rættlag. Víst verður til samgongu­ skjal­ið, har skrivað stendur, at »bíð­i­list­ar­nir til serviðgerð skulu minka.« – Verandi giktalækni hevur megn­að at stytt bíðitíðina til gikta­viðgerð munandi. Hann er dugnaligur og væl lýdd­ur, og tað er ynskiligt og rím­iligt, at hann heldur fram í starv­ i­num. – Vit krevja, at gikta­ lækn­in fær arbeiðisró og søm­ilig kor at virka undir bæði viðvíkjandi sáttmála og arbeiðisviðurskiftum yv­ ir­høv­ur. – Vit eru vitandi um, at í løtuni eru á leið 1500 í giktaviðgerð á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num. Í skrivandi stund hava vit bert ein fráfarandi gikta­lækna, so støðan er sera hætt­is­lig. Tað er eingin loyna, at tað helst skuldi verið tveir ella tríggir giktalæknar á Lands­sjúkrahúsinum, sigur Gikta­fel­ag Føroya. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Lot til andøvsgul av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Lot til andøvsgul av eystri, seinnapartin upp í stívt andøvsgul. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 3 og 6 stig. Gul til stívt andøvsgul av eystri, um kvøldið upp í hvassan vind. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig. Fríggjadag og Leygardag Hvassur vindur av eystri og stundum regn. Seinnapart leygardagin minni vindur av suðri og yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 9 stig. Veðrið týsnáttina: Eitt brúgvalag við Føroyar viknar. Veðrið mikunáttina: Djúpa lágtrýstið yvir Atlantshavinum kemur spakuliga hendavegin. Týsdag mikudagin hósdagin 3-8 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 3-8 m/s 5-10 m/s 10-15 m/s Vilja varðveita giktalæknan asdasdas