týsdagur 14. oktober 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
SEV privatiserast í bitum?
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
Tað kennist grundleggjandi
skeivt, um SEV, sum vit øll
eiga, skal býtast sundur í
hálvprivat dótturfeløg. SEV
má og skal ongantíð gerast
eitt felag, har inntøkur til
privatar íleggjarar er nakað
mál í sjálvum sær! SEV skal
vera eitt felag, sum tryggjar
borgarum og vinnuni so
bíligan og grønan streym,
sum yvirhøvur til ber.
Tíðindini
um
at
SEV
arbeiðir við at stovna eitt
dótturfelag
saman
við
oljufelagnum Magn reisir
ikki so fáar prinsipiellar
spurningar.
Og
ger
tað
aftur aktuelt at umhugsa,
at skilja SEV sundur í eina
framleiðslueind og í eitt
netfelag, sum so kann keypa
streym frá tí, sum framleiðir
bíligast. Hetta er als ikki
einfalt, tí netparturin er so
inngrógvin partur av SEV.
Men, vit eiga undir ongum
umstøðum at loyva, at SEV
verður privatiserað í smáum
bitum, soleiðis, sum lunnar
í løtuni kunnu tykjast verða
lagdir undir.
Tá tað fyri árum síðani
varð avgjørt, at øll vindorka
skuldi bjóðast út, var politiski
viljin
at
geva
privatum
møguleikan at vera við til at
gera íløgur í grønu orkuna,
vóru
hesi
kappingarfør.
Hetta hóast Føroyar eftir ES-
málistokki eru ov smáar til at
kapping virkar nóg væl.
Kappingin
um
vindin
hevur tó uttan iva skundað
undir ta menning, sum verið
hevur á orkuøkinum. Fá
munnu ivast í, at tá felagið
Røkt fyri mongum árum
síðani av sínum eintingum
fór
undir
at
útbyggja
vindorkuna, fekk tað eisini
SEV at ressast – tó risin
tyktist
seinførur
fyrstu
mongu árini. Men so kom
ferð á, og fyri nøkrum døgum
síðani fegnaðust vit um tær
13 nýggju vindmyllurnar, sum
nú mala í Húsahaga, og SEV
kunngjørdi sína 2030-visjón.
Brúkarin eigur
vinningin!
Jarðfeingi gav í januar 2013
“... einum felagi undir stovn
an við SEV o.ø. loyvi til
elframleiðslu úr vindorku
við 13 vindmyllum í Húsa
haga, íalt 11,7 MW.” Ein av
gerð, ið eftir kæruviðgerð
varð staðfest í juli sama
ár. Við hesum fingu SEV
og Magn saman loyvi til
vindmyllulundina, framum
eina aðra umsókn frá Vind
røkt.
Felagið var eftir øllum at
døma kortini ikki stovnsett tá,
og SEV helt fram einsamalt.
Talan eru um eina sera góða
íløgu, sum fer at spara SEV
35-40 milliónir krónur í olju
hvørt einasta ár. Tørvurin
á privata íleggjaranum nú,
tá myllurnar eru reistar og
senda virðismikla grøna orku
inn á netið, er ikki øðiliga
eyðsýndur. Her eru fleiri
spurningar, sum krevja svar!
Hóast streymurin er blivin
munandi grønari í seinastuni,
so stavar okkara samlaða
orkunýtsla framvegis 90%
frá olju. Vegurin til tað
elektrifiseraða
samfelagið,
sum burturav verður rikið
av grønari orku, er sostatt
framvegis sera langur – og
vit tosa um milliarda íløgur,
fyri at røkka tí.
Givið er, at SEV fer ikki at
megna at lyfta hetta einsa
malt. Í tann mun neyðugt er
við privatum íleggjarum og
samstarvspørtum, má eitt
minsta krav vera, at øll hava
javnsettan
møguleika
at
bjóða seg fram. Aðalmálið má
framvegis altíð vera skjótast
møguligt at byggja út grønu
orkuna,
samstundis
sum
møguligur vinningur gagnar
brúkarunum - húsarhaldum
og vinnuni.
Aksel V. Johannesen
SEV ætlar nú at lata íslendsk
ar íleggjarar keypa ein trið
ing av vindmylluparkini í
Húsahaga.
Stjórin í MAGN greiddi
væl frá, hví tað er ein fyri
munir fyri MAGN at fara í
eitt samstarv við SEV um
vindmylluparkina. Hvat er
skilagott fyri MAGN hevur
tó ikki tann stóra áhugan fyri
vanliga føroyingin. Tað, sum
hevur áhuga fyri vanliga
føroyingin, er, um tað er ein
fyrimunur fyri brúkaran, at
SEV letur ein part av vind
mylluparkini til eitt íslendskt
felag.
Tí hendan fyrispurning
til
landsstýriskvinnuna
í
Kommunumálum,
Anniku
Olsen, landsstýriskvinnu:
Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan
givið loyvi til, ella ætlar
landsstýriskvinnan
at
geva loyvi til, at SEV og
MAGN saman kunnu eiga
vindmylluparkina í Húsa
haga?
2. Um loyvi verður givið,
kann landsstýriskvinnan í
stuttum greiða frá, hvørjir
fyrimunir eru fyri vanliga
brúkaran, at ein partur
av virkseminum hjá SEV
verður privatiseraður til
ein útlendskan íleggjara?
SEV er í dag ein interkommu
nalur felagsskapur, sum allir
føroyingar eiga.
Í seinastu viku varð nýggja
vindmylluparkin í Húsahaga
tikin í nýtslu. Ein sólskins
søga fyri land, kommunur
og alt Føroya fólk.
Við vindmylluparkini í
Húsahaga hevur SEV tikið
eitt stórt stig rætta vegin.
Bæði tá hugsað verður um
umhvørvið, men sanniliga
eisini tí, at vindmyllurnar í
Husahaga gera tað munandi
bíligari enn frammanundan
hjá SEV at framleiða el-orku í
framtíðini, tá kostnaðarmikla
og dálkandi oljan hevur verið
álitið í framleiðsluni.
At framleiðslan verður
munandi bíligari, eigur sjálv
andi at síggjast aftur hjá
føroyska vinnulívinum og
føroysku
húsarhaldunum.
Um ikki beinanvegin, so sum
frálíður, so hvørt stóru íløgu
rnar verða afturgoldnar.
Ítøkiligar
ætlanir
eru
nú um, at ein partur av
virkseminum hjá SEV skal
privatiserast til íslandska
oljufelagið, MAGN. Ætlanin
er nevniliga, at MAGN skal
eiga ein triðing av vindmyllu
parkini í Húsahaga.
SEV
hevur
ikki
sum
endamál at skapa vinning,
men íløgurnar og virksemið
hjá
kommunala
felags
skapinum skal hvíla í sær
sjálvum. Um ein professio
nellur, útlendskur íleggjari
nú skal eiga ein part av vind
mylluparkini, kann hugsast,
at
rationaliseringin
við
íløguni í vindmylluparkina
ikki fult og heilt kemur før
oyskum vinnlívi og føroysku
húsarhaldunum til góðar,
men í staðin endar í lumm
unum hjá íslendskum íleggj
arum.
SEV, kommunurnar og
Landsstýrið hava til ein og
hvørja tíð skyldu til at tryggja
bestu fortreytir til vinnulívið
og fólkið. Tí er tað serstakliga
áhugavert hjá løgtinginum
at frætta, hvørjir fyrimunir
eru hjá brúkaranum, um
MAGN verður eigari av vind
mylluparkini.
Ove J. Vesturlíð
Giftur fólka
pensjónistur
Klaksvík
Sum pensjónistur føli eg
meg at verða diskrimi
neraðan. Giftir pensjónistar
fáa 3.000 krónur minni um
mánaðin, enn stakir. Hví
tað? Sum einkultpersónar
hava vit goldið líka nógvan
skatt, hví skal man so sum
giftur
pensjónistur
fáa
3.000 krónur minni um
mánaðin, tað er at diskrimi
nera tann partin av pen
sjónistum, sum eru giftir.
Nú eru tað 16 ár síðani, at
grundupphæddin, sum er
3.313 krónur, varð prís-tals
regulerað. Í hesum tíðar
skeiði eru fleiri vørubólkar
hækkaðir 100 prosent og
kanska meira.
Hvør bólkur av fólk i
hevði góðtikið? Neyvan
nakar.
Nú haldi eg, at vit giftir
fólkapensjónistar hava mist
nokk av keypiorku. Hesin
ójavni má fáast burtur nú.
Mín áheitan á tykkum, sum
hava myndugleika til at
gera nakað við hetta skal
verða: Fáið hendan ójavna
rættaðan sum skjótast.
Diskriminering
Spekulera í føroyskari
vindorku?