Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Takkarkvøða Øllum tykkum, sum á ein ella annan hátt gjørdu okkara gullbrúdleypsdag hin 1. juli 2014 so hugnaligan og til ein ógloymandi dag, vilja vit senda eina hjartans tøkk. Takk fyri allar heilsanir og gávur Heilsan Karin og Mattheus Fossdalsá Tøkk Øllum tykkum, sum mintust til mín á 95 ára føðingardegnum við heilsanum, gávum og blómum, takki eg hjartaliga. Ein serlig tøkk til tykkum, familju og onnur, sum vóru saman við mær og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Blíðar heilsanir Hanna Thomsen Sumba Tøkk Eina hjartaliga tøkk senda vit tykkum, sum mintust okkum á diamantbrúd­ leypsdegnum 10. september 2014. Vinarligar heilsanir Nessie og Sofus Poulsen Aberdeen UPPSTILLING TIL FÓLKATINGSVAL Eg fari at stilla upp til komandi fólka­ tings val sum uttanflokka valevni. Endamálið við uppstillingini er at fáa í lag eitt ríkisting at avgera hvussu vit sjálvi skulu skipa okkara viðurskifti. Tá ríkjasovastin eftir valið spyr hvønn eg vil hava at standa fyri nýggju donsku stjórnini, fari eg at mæla til, at tann verður biðin, sum tekur undir við hesum ynski. Til tess at geva ynskinum enn størri tyngd, fari eg beinanvegin at bjóða hinum føroysku og grønlendsku fólka tingsumboðunum at vera saman við mær. Tá tann forsætisráðharri, sum tekur undir við ynski okkara, er settur í starv, verður skipað fyri vali av ríkis ting inum, og vit fáa eina stjórn, sum er javn­ líki við ta donsku, og kann taka upp samráðingar við hana um viður skift ini ríkjanna millum. Harvið kunnu vit koma burtur úr tí ódemokratiska og ólógliga stýrislagi, sum vit liva undir. Danmarkar ríki hevur fólka rættar­ liga skyldu at lata okkum sjálvi skipa okkara viðurskifti. Henda skylda hevur verið misrøkt, tí stjórn Danmarkar hevur lønt embætismonnum sínum fyri her at taka avgerðir, sum okkara ríki sjálvt eigur at taka. Samstundis hevur stjórnin óbiðin álagt okkum at seta umboð á danating. Fyri at fáa onkran okkara at taka við hesum um boð um, hevur Danmarkar ríki álagt sín um skattgjaldarum at gjalda løn teirra. Hóast allar royndir prógva, at eingin kann tæna tveimum harrum, tí annar av hesum verður fyri vanbýti, halda summi, at umboð okkara á danatingi sam stundis kunnu tæna Danmarkar ríki og okkara ríki. Men tá bert annar harrin rindar løn, er enn torførari at ímynda sær, at hin verður væl tæntur. Ríkini eru tí ikki javningar, og hetta er ólógligt. Fyri at gera mítt til at fáa hetta aftur á beint havi eg gjørt av, at eg, tá eg eri valdur, boði danatingi frá, at eg ikki taki við løn. Zakarias Wang Fólkatingsval Vit undirritaðu vilja vera stillarar hjá uttanflokka val evnin um Zakarias Wang, Hornavegi 16, 188 Hoyvík til komandi fólka­ tings val og senda hesa fráboðan til hansara: Navn Bústaður Føðingardagur Starv Dato undirskrift Navn Bústaður Føðingardagur Starv Dato undirskrift Navn Bústaður Føðingardagur Starv Dato undirskrift