Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tey ungu siga frá um teirra Margarinfabrikk. Starvsfólk greiða frá arbeiði­num í Margarin­ fabrikk­ini og tað, at vera ung­ur. Eisini fer ung­dóms­ kórið í Margarinfabrikkini at syngja nakrar sangir. Okkurt verður til mat­ na, og vit “chilla” út eina løtu eftir fyrilesturin. Løkshøll hevur verið ein sann­ur gripur fyri Runavíkar Kom­munu, og fevnir ferð eft­ir ferð um spennandi til­ tøk, bæði til stór og smá. Í sambandi við Mentan­ar­ viku­na Skýming, sum verður í Runavík í døgunum 19.-26. okto­ber, verður Løkshøll karm­ur um eitt stórt familju­ til­tak leygardagin 18. oktober klokkan 14:00. Búktalarin Absalon fer at luttaka saman við sín­ um dumsum, ið altíð hava nakrar skemtiligar tankar og meiningar um alt. Gykl­ar­ in Ásbjørn fer at vísa nøk­ur gandakynstur, meðan klovn­ ur­in Bubu eisini kemur á gátt. Komið við til eitt av fyrstu tiltøkunum á árligu mentan­ ar­vik­u­ni Skýming. Atgongu­ merki fáast til keyps á www. loksholl.fo. Á skeiðnum fer Katrina, við støði í ymsu krops­ skapunum, at greiða frá, hvussu man lættliga kann skapa pløgg, sum betri hóska til fólki. Eisi­ ni verð­ur greitt frá litum og hvussu man kann seta litir sam­an í tógvi. Atgongumerki kun­nu keyp­ast á Kunn­ing­ars­tovuni í Runa­vík og á www. loksholl.fo. Kostnaður 250,- írokn­að kaffi og køkur. At binda er at skapa. Og møguleiki er at skapa eitt fantastiskt plagg, hvørja ferð vit kasta uppá. Spælið við tráðnum og stokkunum, finna litir og tilfar, mynstur og teknikk, skapa formin upp á kroppin – har er nógv at fara um og nógv at læra. Samanrenningin mill­ um klæð­ir, kropp og bind­ ing er arbeiðs­økið hjá flestu bindar­u­n­um og tað verður tað, hetta skeiðið kemur at handla um. Dentur verður lagd­ur á, hvussu vit fata og ar­beiða við kropsskapi og lit­um. Við støði í ymsu krops­ skapu­num verður greitt frá, hvussu man lættliga kann skapa pløgg, sum betur hóska til fólkið. Eisini verður greitt frá litum út frá lit­kringi­num hjá Jóhannes Itten og hvussu man kann brúka tað til at skapa nýggjar litir og lit­samans­ etingar í tógvi. Um designaran Í Føroyum er Katrina í Geil best kend sum designari og stylistur, har hon millum ann­að hevur Nýggj Kvinna í blað­num Kvinna. Minni kent er, at hennara fyrilestrar og verkstovur innan design og binding hava vakt ans uttan­ lands og at hon hevur arbeitt í londum sum Íslandi, Álandi, Ong­landi, Estlandi,  Dan­ mark, Litauen og USA. Katrinusa skeið eru ný­ skapandi, stuttlig og full av Aha-upplivilsum. Hennara hug­burður er, at øll eru krea­ tiv, at vitan er týdn­ing­ ar­mikil og at kiksarir og feilir eru til fyri at læra av. Á skeiðunum førir hon varisliga bindi­ konurnar gjøg­num skapandi arbeiðs­háttin og vísir ymsar mátar innan design, sum ger tær betri før­ar fyri at skapa sítt egna, leyst av uppskriftunum hjá øðr­um. Fyrilesturin verður mána­ dagin klokkan 19.30 í Glyvra kirkju. Jógvan Zachariassen kem­ur at hugleiða um, hvussu tónleikur er meira enn njótilsi. Tón­leikur er ein "órørdur brunn­ur" av myndum ella illustra­ tiónum av dagliga lívi- num í samfelagnum mill­um fólk. Saman við tón­leikar­um fer Jógvan at fram­føra tónleikadømir, sum undirbyggja fyri­lest­ urin. Jógvan er pastor, tónleikari á fagot og er eisini kendur frá út­varps­ send­ing­um. Haraftrat er Jógvan høvund­ur av trimum bók­ um: "Samkoman", "Frælsi" og "At elska og liva." Ókeypis atgongd. Ung úr Margarin fabrikkini vitja Ung og starvsfólk úr Margarin­ fabrikkini í Havn vitja Jógvan Zachariasen fyrilestur um tónleik Jógvan Zachariassen hevur fyri­ lestur: Hvat kann tón­leikur læra okkum um tilveru, fyrigeving og vón? Ein tónleikaliga illustreraður fyrilestur faroexpo Katrina í Geil hevur bindiskeið Spennandi og læruríkt bindiskeið í Skótahúsinnum við Katrinu í Geil, designara og stylisti Løkshøll verður karmurin