Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 2 Sosialurin Føroysk framleiðsla Mortan Absalonson Østerø Nú flestu seyðirnir, ið flettast skulu, munnu vera flettir, eru fesk­ ar innvølir frá Krás at síggja í mat­ vøruhandlunum kring Føroyar. Krás hevur seinastu fýra árini fingist við handilsliga fletting av seyði úr øllum Føroyum. – Vit keypa livandi seyð úr øllum Føroyum, og fletta hann sjálvi, sigur Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á Krás í Hósvík. Selja innvølir Fyri at fáa meira burtur úr hvørjari krónu og seyðinum sjálvum, selur Krás eisini innvølir, og úrvalið veksur fyri hvørt ár. – Seinastu árini hava vit selt livrar, hjørtu, nýru, hvítnýru og tálg. Alberg Gaardlykke sigur, at sum nakað nýtt í ár, hevur Krás fingið góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at taka blóði frá seyð­inum. – Sølan gongur væl, og eru inn­ vølirnar at fáa feskar til keyps í handlunum kring Føroyar um slaktið - og seinni á árinum eisini sum frystivøra, sigur hann. – Seinastu árini hava vit selt livrar, hjørtu, nýru, hvítnýru og tálg. Sum nakað nýtt í ár, hava vit fingið góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at taka blóðið frá seyðinum, sigur Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á matvøru­virkinum Krás í Hósvík Blóðpylsa í føroysku matvøruhandlunum