týsdagur 14. oktober 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
4
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Annika Kunoy Im
Myndir: Álvur Haraldsen
Bunlom Srishin, vanliga nevnd
Kob, er leiðari í køkinum í Etika.
Hon er ein av teimum sjey arbeiðs
fólkunum í køkinum í Etika. Øll sjey
eru tey úr Tailandi. Kob hevur búð
í Føroyum í 11 ár, og hevur drúgvar
royndir innan matgerð. Áðrenn
hon flutti til Føroya arbeiddi hon
í matstovu sum gjørdi tailendskan
og skandinaviskan mat. Í Tailandi
er sushi ikki vanligur matur, so tá
Kob fekk bjóðað starv sum leiðari
í køkinum í Etika var hon spent
uppá at byrja upp á okkurt nýtt.
Tað var danskur kokkur, sum kom
til Føroya at læra tailendsku Kob
upp í, hvussu ein ger sushi.
Athaya Yenjai, vanliga nevnd
Pond hevði eisini royndir innan
matstovuvinnuna, áðrenn hon kom
til til Føroya at arbeiða í Etika fyri
fýra árum síðani. Tá hon flutti til
Føroya, bjóðaði Kob henni arbeiði
í Etika.
Pond dámar væl at arbeiða sam
an við tailendskum starvsfeløgum,
tí hetta ger samskifti nemmari, tá
hon er til arbeiðis, sigur hon. Hon
býr á Langasandi og sigur, at bygdar
lívið har minnir um tailendsku
mentanina. Hon kennir tað sum
tey eru ein tætt knýtt familja og
koma hvørjum øðrum við. Størsta
avbjóðingin er tó føroyska málið,
sum er torført at læra, heldur hon.
Tær greiða báðar frá, at í matin
um sum er framleiddur í Etika
er føroyskur laksur, kalvi, toskur,
jomfrúhummari og annað. Tarin,
sum verður ballaður uttan um rísið,
tá ein ger sushi, er tó ikki føroyskur,
greiðir Kob frá. Tey gjørdu eina
roynd at nýta føroyskan tara, men
hon miseydnaðist. Sjálv heldur
Kob at tað gongur væl at nýta før
oyska vøru, og tað hevur verið væl
móttikið av kundunum.
Hóast tey sjey sum arbeiða í
køkinum í Etika øll eru úr Tai
landi er hetta er ikki partur av
hugtakinum hjá Etika, sigur Kob.
Hon sigur at tailendsk arbeiðsfólk
eru gyrðin og ágrýtin til arbeiðis,
og tí hevur hon sett tey sjey í
starv. Hetta dámar henni væl, tí
arbeiðsdagarnir eru ofta langir,
og arbeitt verður ofta uttan fyri
vanliga arbeiðstíð. Í køkinum hevur
Kob úr at gera. Tær eyðkendu
sushieskjurnar skulu vera klárar at
koyra út kl 11, tá Etika letur upp, og
øll arbeiðsfólkini í køkinum skulu
vera klár, um nógv verður at gera,
sigur Kob til endans.
Tað er ikki so
langt síðani
at japanska
orðið "sushi"
var at kalla
ókent í føroyska
málinum. Nú er
matstovan Etika
vorðin ein væl
umtókt matstova
í Havnini, sum
eisini útvagar
sushi til handlar
og fyritøkur
kring landið.
Yvirskipaða
hugtakið er tó
føroysk vøra og
framleiðsla
Føroysk framleiðsla úr
tailendskum hondum
Pond ger matin kláran til dagin. Nógv sushi skal gerast,
bæði til eskjurnar í húsinum, og at koyra út um landið