týsdagur 14. oktober 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
6
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Vilmund Jacobsen
Tað var í 62009, at Sjógæti við
Norðskála veruliga byrjaði sítt
virksemi í egnum hølum. Fyri 2009
var í eina tíð eitt samstarv við tá
verandi norsku eigararnar av bygn
inginum.
Stjóri í Sjógæta er Hans Marius í
Byrgi. Hann eigur virksemið saman
við Jóhannusi M. Olsen, reiðara á
Toftum, sum eisini eigur og rekur
Café Cibo í Saltangará.
Bara í Føroyum
Hans Marius sigur, at tey fyrstu
árini royndi Sjógæti seg eisini á
útlendska marknaðinum og útflutti
ymiskar fiskavørur.
– Tað var stríggið at arbeiða á
útlendska marknaðinum, og tað er
tungt at royna at vera stórur, tá tú
ert lítil, sum hann tekur til.
Hann sigur, at tey seinnu 2-3
árini hevur Sjógæti bara arbeitt á
føroyska marknaðinum, og hetta
hevur ført við sær, at rakstrarúr
slitið er vorðið munandi betri enn
árini frammanundan, sum roynd
ust minni væl.
– Í fjør arbeiddu vit bara á før
oyska
heimamarknaðinum,
og
sama er í ár. Úrslitið er vent frá halli
til avlop, og alt bendir á, at soleiðis
verður eisini í ár.
Hans Marius vísir á, at Sjógæti
hevur hálvt fjórða fólk í starvi, og
hetta er umleið tað, sum fyritøkan
ber.
Forstoktar fiskafrikadellur
Sjógæti fæst við at kalla alt úr fiski
og við fiski, men høvuðssøluvøran
er fars og forstoktar frikadellur úr
gulllaksafarsi.
– Vit hava eisini gjørt knettir,
men tað er meira frikadellur, sum
leggja okkum eftir.
Stjórin vísir á, at hvørja viku
selur Sjógæti umleið 800 kilo av
farsi og frikadellum, harav størri
helmingurin er fars.
– Tá farsið verður keypt í handl
unum, er tað klárt at klamsa saman
og leggja á pannina. Farsið er eisini
vælegnað til knettir, og tá ber til at
krydda eitt sindur meira við pipari,
salti og tálg.
Hann sigur, at tað serliga eru
handlarnir, sum Poul Michelsen,
heilsøla, samstarvar við, sum Sjó
gæti selur sínar vørur til, eitt nú
FK-handlarnir, Bónus og Miklagarð
í SMS.
– Vit hava annars flest allar
fiskavørur í okkara vøruútboði, eitt
nú tosk, hýsu, reyðsprøku, skrubbu,
lira og kalva.
Árstíðin merkist
Framleiðslan hjá Sjógæta er ymiskt
- alt eftir, hvat tað er, sum við
skiftafólk vilja hava, bæði sum fryst
ella fekst, men nakrar framleiðslur
eru alla tíðina.
Hans Marius í Byrgi vísir á, at
Sjógæti hevur nakrar fastar fram
leiðslur hvørja viku, og harumframt
koma so aðrar nisjuvørur, sum fyri
tøkan eisini hevur, tá tað letur seg
gera, eitt nú lippur og kjálkar.
– Árstíðin hevur eisini sín týdn
ing fyri, hvussu nógv einstøku
framleiðslurnar ella fiskavørurnar
fylla í virkseminum. Um summarið
fer nógv til matstovur, og nú
heystið er, og konfirmatiónir verða
hildnar, eru tað vørur knýttar at
hesum, sum telja nokso fitt. Sama
er til høgtíðirnar.
Café Cibo selur
Síðan Jóhannus M. Olsen læt upp
Café Cibo, hevur Sjógæti eisini
havt nakrar snotuligar diskar inni
á gólvinum í hølunum í Saltangará,
og her fáast bæði frystar og feskar
vørur til døgurðamat.
– Her er opið hvønn dag, og
fólk eru hjartaliga vælkomin inn á
gólvið at keypa sær leskiligan døg
urðamat. Ymiskt er, hvat liggur í
kølidiskunum, og her kunnu fólk
eitt nú keypa sær fekst fars, toska
flak, lippur og kjálkar, umframt at
ymiskar fiskavørur liggja í frysti
diskunum, sigur Hans Marius í
Byrgi, stjóri í Sjógæta.
Síðan Sjógæti við Norðskála
burtur av legði seg eftir føroyska
marknaðinum, er hallið vent til
avlop. - Tað er tungt at royna at
vera stórur, tá tú ert lítil, sigur
stjórin, Hans Marius í Byrgi
bara á føroyska
marknaðinum
- Sjógæti fæst við at kalla alt úr fiski og við fiski, men
høvuðssøluvøran er fars og forstoktar frikadellur úr
gulllaksafarsi, sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæta
Í Café Cibo hevur
Sjógæti snotuligar
diskar við ymiskum
fiskavørum, bæði
feskum og frystum
Gulllaksafarsið kann bæði
brúkast til frikadellur og knettir
Havtaskuflak er eisini við í
konseptinum hjá Sjógæta