Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 14 Sosialurin Føroysk framleiðsla - Vit hava fleiri bíleggingar upp á trappur, og vit eru eisini í holt við tveir køkar, sigur Bødvar Hjartvarsson, sum eigur og rekur Snikkara­ kjallaran í Dali Snikkara­ kjallarin í Dali úr at gera Vilmund Jacobsen Bødvar Hjartvarsson letur væl at. Hann eigur og rekur Snikkarakjallaran í Dali, sum ikki minst er kendur fyri sínar mongu og snøggu trappur, ið standa kring um í føroyskum heimum. Viðskiftafólk eru væl nøgd við tænastuna og tað arbeiði, sum verkstaðurin ger. Tveir køkar í gerð Men, tað er ikki bara í sethúsum, at trappurnar hjá Snikkarakjallaranum eru at finna. Tá Búsetur bygdi nýggja bátafelagshúsið Undir Bryggjubakka í Havn, bygdi verkstaðurin í Dali trappurnar, sum vóru nakrar í tali. - Umframt trappurnar, sum gjøgnumgangandi fylla mest hjá okkum, eru vit í løtuni eisini í holt við tveir køkar. Ein køkur skal latast til eini summarhús í Tjørnuvík og ein til eini sethús í Havn. Bødvar Hjartvarsson sigur, at eftirspurningurin eftir trappum er stórur. - Vit byggja trappur allatíðina, men tað er eisini hugaligt, at onkur køkur er við av og á. Vit byggja vanliga nakrar køkar um árið, og í løtuni eru vit so í holt við hesar báðar, sigur hann. Bogi Skorá roynist væl Sosialurin kann leggja aftrat, at tá Bødvar nú tosar um “vit” og ikki “eg”, er tað tí, at hann - eftir at hava verið einsamallur á verkstaðnum í langa tíð - nú hevur ein lærling aftrat sær. Lærlingurin er Bogi Skorá, sum er ættaður úr Kaldbak. Hann byrjaði ikki púrasta á berum. Frammanundan hevur hann tikið tað, sum rópt verður tekniskt yrkisnám innan timburfakið. Hetta fevnir um hálvt ár og verður drigið frá í lærutíðini. - Eg eri sera fegin um Boga. Hann er óførur og roynist væl í framleiðsluni. Umframt at framleiða trappur og køkar, kann Snikkarakjallarin í Dali eisini taka aðrar snikkarauppgávur á seg, eitt nú innhurðar, spísiborð, skenkar, stólar, krakkar og annað. - Vit gera tó einki við úthurðar og vindeygu. Tað lati eg aðrar veitarar um, leggur hann aftrat. Tekur mát og setir upp Tá Snikkarakjallarin fær eina trappu at gera, fer Bødvar út og tekur mát hjá viðskifafólki, og tá trappan er liðug, fer hann út aftur og setur trappuna upp. - Eg haldi, at viðskiftafólk eru væl nøgd við hesa skipan, sigur Bødvar Hjartvarsson. Snikkarakjallarin hevur gjørt nógvar trappur, sum standa í heimum kring um í Føroyum Í løtuni hevur Snikkarakjallarin í Dali tveir køkar at gera. Ein til eini summarhús í Tjørnuvík - og ein til eini sethús í Havn Aftrat sær á verkstaðnum í Dali hevur Bødvar Hjartvarsson (høgrumegin) nú eisini lærlingin, Boga Skorá, sum er ættaður úr Kaldbak og sum frammanundan hevur tikið tekniskt yrkisnám innan timburfakið. Mynd: Vilmund Jacobsen