Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 16 Sosialurin Føroysk framleiðsla Vilmund Jacobsen Tað var í desember í 2013, at brøð­ urnir, Heini og Høgni Tausen, keyptu grótvirkið í Skopun, sum teir hava valt at kalla Føroya Grótvirki. Báðir høvdu teir arbeitt á virkinum áður.  – Virkið er nú rættiliga komið upp at koyra og øll, sum hava áhuga fyri okkara fjølbroyttu og for­vitnisligu framleiðslu, eru væl­ komin at venda sær til okkara. Føroya Grótvirki leggur ser­ liga dent á tríggjar ymiskar fram­ leiðslur. – Vit leggja dent á gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slag. Føroyski marknaðurin Eigararnir hugsa fyrst og fremst um føroyska marknaðin, sum tann berandi. Málið er at lata vørur, ið eru av eini so høgari dygd, at vøran ikki kann samanberast við aðra vøru av líknandi slag. – Vit vilja, at viðskiftafólkini skulu vera í fokus, og at tæn­astu­ støðið skal vera á einum høgum støði, siga eigararnir av Føroya Grótvirki í Skopun. Umframt at kunna gera grav­ steinar, borðplátur í sjey ymiskum møguleikum og steinflísar, eru nógvir aðrir hugsandi og óhugsandi møguleikar á virkinum. – Nú fólk so smátt byrja at hugsa um jólagávur, eru møguleikarnir næstan óendaligir. Tað er bert hug­ flogið, sum setir mørkini, tá ræður um ymiskar skreyt-og prýðislutir. Høgni vísir á, at klokkur sum prýðislutur eru nógv eftirspurdar. – Hesar kunnu gerast við graver­ aðari mynd av oyggj, bygningi, skipi ella kríatúri - ella, hvat fólk nú eina­ ferð kunnu koma í tankar um til eina gávu. Dygdargott basalt Hann vísir á, at tvørtur gjøgnum Føroyar gongur ein basaltlind sum hevur ein serstakan eginleika. – Føroyska basaltið hevur júst tann rætta "konsistensin" til at há­polera og annars til at virka eitt nú gravsteinar, borðplátur, flísar, húsaklædningar, skreyt-og prýðislutir úr. Basalt hevur tann eginleika fram um eitt nú granit, at tað er eitt sindur bleytari og harvið brotnar tað ikki eins og granit. Høgni vísir á, at í Høvdarhaga í Skopun liggur grótbrotið, haðani Føroya Grótvirki fær sína rávøru. – Avtala er við Búnaðarstovuna um langtíðarleigu av grótbrotinum og útvinnan av basaltinum, leggur hann aftrat.  Fleiri rættiliga stórar maskinur skulu til fyri at viðgera basaltið frá tí, at tað kemur úr grótbrotinum í upp til 25 tons tungum klettum - til tað stendur sum hápoleraðir gravsteinar, hápoleraðar borðplátur ella flísar við ymiskum yvirflatum og sniðum. Hann vísir á, at ein av stóru maskinunum er rammusagin. Hon verður vanliga brúkt til at skera basaltið niður til flísar. Nógv at gera – Vit hava nógv at gera í løtuni, men pláss er altíð til fleiri uppgávur, tí kapasiteturin er rættiliga stórur. Vit bíða spentir eftir fleiri uppgávur til skreyt-og prýðislitir sum heið­urs­ gávur, rundar føðingardagar - ella jólagávur. Hann vísir á, at ein stórur partur av gravsteinunum, sum verða seldir í Føroyum, eru úr kinverskum gróti. – Vit framleiða gravsteinar við umbidnari áskrift - úr føroyskum gróti, og hesar kunnu vit levera bíligari enn teir útlendsku. Fólk eru vælkomin at venda sær til okkara á tlf. 221604, sigur Høgni Tausen. Heimasíðan hjá Føroya Grótvirki er www.fgv.fo - og fyritøkan er eisini á Facebook við síðuni Føroya Grótvirki. – Nú fólk so smátt byrja at hugsa um jólagávur, eru møguleikarnir næstan óendaligir. Tað er bert hugflogið, sum setir mørkini til skreyt-og prýðislutir, sigur Høgni Tausen á Føroya Grótvirki í Skopun kann gera alskyns skreytlutir Basalt hevur tann eginleika fram um eitt nú granit, at tað er eitt sindur bleytari og harvið brotnar tað ikki eins og granit