Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Kaj Leo H. Johannesen Tíðargrein síða 15 Vælferð hægstu rað­festing Rigmor Dam Tíðargrein síða 14 Alment og privat hond í hond Orrustan um fólkapensjónina gong­ur sína gongd. Tosað verð­ur um breið­ar semju, og um, hvussu týdn­ing­ar­mik­ið tað er, at øll tann pol­it­iska skip­an­in er fel­ags um at gera av, hvussu pen­sjón­s­við­ur­skift­ ini skulu skip­ast í framtíðini. Tá hendan samgongan tók við vórðu kunngjørdar ætlanir um, at pen­sjóns­ald­urin skuldi hækka til 70 ár eftir nøkr­um fá­um ár­um. Hendan ætlan fall skjótt til jarð­ ar, tí eisini innaveggja í samgonguni var stór mótstøða ímóti hesi heldur harð­rendu ætlan at fáa færri krónur at renna úr landskassanumm. Tað var eitt stórt stig, sum varð tik­ið, tá lógin um fólkapensjonina varð samtykt í 1959. Hetta var mál­ ið, sum gav Javnaðarflokkinum stóru fram­gond­ina til valið í 1958 og ta støðu, sum Javn­að­ar­flokk­ur­in helt næstu 36 árini – til lagnuvalið í 1994, tá flokk­ur­in misti helvtina av um­boð­an­ini á tingi. Men nógv er broytt, síðani fólka­ pen­sjón­in varð samtykt. Tí eru krøv­ini til pen­sjón­ir nógv størri. Tá lógin um Samhaldsfasta varð sam­tykt í 1991 var tað eisini eitt stórt fram­stig. Tá grunnurin nøk­ ur á seinni fór at gjalda út, vóru tað nógv í pol­it­isku skipanini, sum tosaðu sera niðr­andi um hetta neyð­ar­dýr­ið, tí hetta fór ongan mun at gera. Men nú er gjaldið úr sam­halds­ fasta farið upp um 3.000 krónur – og tað er ein samhaldsføst skipan, sum er sera bílig í rakstri, har øll rinda inn eftir førimuni – og øll fáa sama útgjald. Ein sera einføld skipan. Stóri pensjónsreformurin, sum sam­gongan hevur boðað frá, bleiv bara til eitt krav um, at fólk mugu finna sær ta pensjónskipan, sum tey finna fyri best, og so gjalda eitt pro­sent afturat hvørt ár, til tey eru kom­in upp á 15 prosent. Hetta er eitt neyð­ar­egg, sum er gjørt, tí semja ikki er funnin um eina ver­ u­liga skipan. Javnaðarflokkurin hevur róð fram­und­ir at víðka sam­halds­fasta og leggja hann saman við fólk­a­pen­ sjón­ini­, so Samhaldsfasti veruliga kann verða grund­súl­an und­ir eini nýggj­ari pensjón við einum út­ gjaldi upp á um­leið 12.000 krónur um mán­að­in. Her er nakað at fara eftir. So kunnu fólk tryggja seg við øðrum skp­anum u­mframt. So kemur tað mesta av pen­sjóns­gjald­i­num fólk­ i­num til góð­ar held­ur enn hjá pen­ sjóns­fel­øg­um ­at spekulera við. Tað vóru mótpolarnir Javn­að­ ar­flokk­ur­in og Fólkaflokkurin sum sam­tyktu Sam­halds­fasta. So har er longu taðað fyri breið­ari semju... Taðað fyri breiðari semju Stjóraskifti hevur verið á reklamustovuni, Sendi­stov­ uni. Í fráboðan sigur Send­i­ stov­an, at fráfaringaravtala er gjørd við Allan Dalsgarð, sum hev­ur verið stjóri síðani 1. ok­to­ber 2009. Men frá í gjár at rokna, er hann ikki stjóri meira, tí broytingar eru framdar í leiðsløuni á Sendistovuni. – Fráfaringaravtala er gjørd við Allan Dalsgarð, sum fer frá sum stjóri, og fer at leita sær nýggjar av­bjóð­ ing­ar, skrivar Sendistovan í frá­boð­an­ini. – Samstundis er Niels Arge Gal­án sett­ur sum stjóri á Send­i­stovuni og tek­ur við frá í dag at rokna, skrivaði Send­i­stovan í gjár. Niels Arge Galán kemur úr starvi sum kreativur stjóri á Sendistovuni, sum hann eis­ ini var við til at seta á stovn í 2007. Umframt hetta hevur Niels Arge Galán seinastu ár­ini ver­ið formaður í Sam­ skifti, sum er vinnu­felagið hjá sam­skift­is­vinn­uni í Før­ oyum und­ir Vinnu­hús­i­num. Har­aft­ur­at er Niels Arge Gal­ án nevnd­ar­lim­ur í Tutl Int­er­ national P/F. – Eg vil takka nevnd­ar­ for­mann­inum fyri álitis­ vátt­an­ina, og vil gera alt fyri, at okk­ara sera dugnaligu starvsfólk og kund­ar hava gott í væntu, sig­ur Niels Arge Galán í fráboðanini frá Sendistovuni. Á Sendistovuni starvast 23 fólk. Niels fyri Allan á Sendistovuni Fólkaflokkur og Javn­að­ar­ flokkur skaptu Samhaldsfasta Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart: Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og regn av og á. Hitin millum 6 og 9 stig. Fyrrapartin hvassur vindur av landsynningi og regn. Seinnapartin minni vindur av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin lot av ymsum ættum og ælingur, mánadagin upp í ein strúk av suðri og útsynningi. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 7 og 11 stig. Veðrið hósnáttina: Eitt hátrýst, 1016 hPa. í landnyrðing úr Føroyum viknar. Veðrið fríggjanáttina: Eitt djúpt lágtrýst vestanfyri Írland dýpist og brúgvalagið sunnanfyri Føroyar kemur hendavegin. hósdag fríggjadagin leygardagin 8-13 m/s 8-13 m/s 11-16 m/s 11-16 m/s 5-10 m/s 10-18 m/s Nýggi stjórin á Sendistovuni, Niels Arge Galán og fráfarni stjórin, Allan Dalsgarð