hósdagur 16. oktober 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 118 · 17. oktober 2014
2
VIKUSKIFTI
Krimi
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ein góð krimisøga ferðast vanliga
rundan um eitt ella fleiri morð.
Spenningurin um, hvør framdi morðið,
og hví tað varð framt, er ofta drívmegin
í søgunum.
Jógvan Isaksen, sum hevur skrivað
fleiri krimisøgur á føroyskum, hugleiðir
í nýggjari bók, ið kom út í vikuni, um
at myrða við skriviborðið.
Vit spurdu Jógvan, hvat eitt gott
morð í eini krimisøgu er.
- Spurningurin er ikki so einfaldur at
svara, tí eitt gott morð í krimisøguhøpi
kann vera so mangt. Í tí veruliga
veruleikanum er eitt morð neyvan
nakrantíð eitt gott morð! Í mínum
bókum skal tað einahelst vera eitt dráp,
har vit – lesarin og høvuðspersónurin
– ikki vita, hví tað er framt og kanska
heldur ikki hvussu.
- Restin av bókini skal nú snúgva
seg um, hví hesin persónur er blivin
dripin, og somuleiðis teir, sum koma
honum ella henni á baki. Tað nøktandi
við eini krimibók í mun til veruleikan
er nevniliga, at í at kalla øllum tílíkum
bókum, fær søgan eina avkláring. Í
veruleikanum er tað minni enn altíð
soleiðis, sigur Jógvan Isaksen.
Krimisøgur bjóða loysnir
Jógvan Isaksen er ikki í iva um, hví
krimisøgurnar eru so umhildnar kring
heimin.
- Eg ivist onga løtuna í, at ein
høvuðsorsøkin er, at her fær lesarin eina
loysn upp á ein trupulleika. Í tí fløkta
gerandisdegnum er tað kanska meiri
sjáldsamt, at vit fáa ein samanhang,
eina loysn.
- Aftrat tí, at krimibøkur bjóða
okkum eina loysn, líkasum ævintýr
í gomlum døgum, so er tað aloftast í
krimibókum, at tú samstundis fært eina
samfelagslýsing. Hendan kann vera
meira og minni gjøllig, men mótsett
teimum klassisku krimibókunum eftir
t.d. Agatha Christie, har tað vanliga
samfelagið ikki hevði nakran leiklut,
so er tað í nútímans krimibókum
altíð onkustaðni. Tað er sjáldan
nøkur heildarlýsing, men aloftast
ein partur av samfelagnum, sum
verður avmyndaður. Eitt lítið horn av
veruleikanum kemur upp í ljósmála.
- Tá ið tað kemur til íblástur til
morðini í mínum bókum, so stavar
hesin sjáldan úr einum ávísum stað.
Lukkutíð eru morð í Føroyum sum
lundi á jólanátt, so har er lítið at
heinta. Í staðin má hugflogið væl og
virðiliga stuðlað av drúgvum lesnaði
og mongum filmum koma einum til
hjálpar, sigur Jógvan Isaksen.
Lat mál
fasistarnir
halda hol!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Forsíðumynd: Reality sjónvarp / tilgjørd mynd
klumman
- Í mínum bókum skal tað einahelst vera eitt dráp,
har vit ikki vita, hví tað er framt og kanska heldur
ikki hvussu, sigur Jógvan Isaksen, krimirithøvundur
Tað kann verða, at tú finnur onkra stavivillu
í hesari klummuni – royn og les víðari og
hugsa heldur um tað, sum verður skrivað.
Eg skal royna at greiða nærri frá hví!
"Hvussu skal tú kunna skriva føroyskt? Tú
sum hevur verið so leingi uttanlands?"
Soleiðis ljóðaði tað, tá eg byrjaði at
arbeiða á Sosialinum í 2006. Sjálvandi hevði
eg eisini hugsað tankan, men av tí at eg
hevði drúgvar royndir sum blaðkvinna,
kundi einki steðga mær.
Leiðslan á Sosialinum var eisini so
gløgg, at hon tók meg inn fyri mínar
royndir í miðlaheiminum. Tað gekk eitt
sindur striltið at byrja við, og eg frætti úr
heimbygdini, at mínar greinir vóru kjakevni í
bindiklubbunum.
Hjálpsamir starvsfelagar lósu greinarnar
og gera tað enn tann dag í dag!
Fyri nøkrum mánaðum síðani hitti eg ein
vinmann, sum hevði verið til samrøðu um
eitt starv, sum hann var væl skikkaður til.
Hann hevur nógvar og góðar royndir innan
øki, hann skuldi virka á, men tað, sum hevði
størst týdning fyri hana, sum hann tosaði
við, var hansara føroyski málburður. Hann
royndi at greiða frá, at tað nokk mátti fara
at koma, og at hann hevði starvast leingi
uttanlands.
Vinmaðurin var líka sum eg sera kløkkur
av, at tað skal verða viktigari at duga at
seta "ð" rætt enn at virka innan tað økið,
mann hevur verið uttanlands og fingið sær
útbúgving og royndir innan.
Tað er hetta, eg vendi mær ímóti. Um
øll vit, sum eru uttanlands ella hava verið
leingi uttanlands, skulu tiga, tí okkara
málburður ikki er nóg góður, er tað ein
demokratitrupulleiki. Og tað er tað eisini
fyri tey, sum ikki duga væl at stava. Vit
hava øll rætt til eina rødd – um tað so er í
lesarabrøvum ella á Facebook.
Og vit skulu ikki skammast, tí at vit ikki
duga at skriva rætt føroyskt – tað kunnu
verða nógvar orsøkir til tað, men okkara
meining er líka so týdningarmikil sum tann
hjá teimum, ið duga at seta "ð" rætt í vera,
verða ella verað!
Nú hugsa tit kanska - jamen, tú er jú
blaðkvinna, skal tú ikki duga at skriva gott
og rætt føroyskt?
Jú, sjálvandi hevði tað verið tað besta í
einari perfektum heimi, men tá fingu tit ikki
míni sjónarmið og greinar at lesa. Og kanska
- bara kanska - hevði føroyski blaðheimurin
verið eitt pinka lítið sindur fátækari.
So segði
hann...
Hvat er eitt
gott morð?
- Eg havi ofta siglt fram við Flesjunum, og
sum har hevur sæð út seinastu dagarnar,
hevði ikki verið hugsningur
um at lent á teimum.
Torbjørn Jacobsen, havnameistari, um nýggju flogoynna
Inna
Törnroos
Hugflogið væl og virðiliga stuðlað av drúgvum lesnaði og mongum filmum koma
Jógvani Isaksen til hjálpar, tá ið hann skal myrða við skriviborðið