Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sirið Stenberg Tjóveldi Seinni í ár fara vit at há­tíð­ ar­halda, at barna­rætt­inda­ sátt­mál­in fyll­ir 25 ár. Hetta er gleð­is­dag­ur, og ein við­ur­ kenn­ing av, at bæði altjóða eins og føroyska samfelagið hava sett sær fyri at virða barna­rætt­indini. Í bar­na­rætt­inda­sátt­mál­ anum eru rættindi og skyld­ ur barns­ins og samfelagsins greitt orð­að, og aðalmálið er, at øll rætt­indi eru galdandi fyri øll børn. Vit kunnu gleðast um, at nógv børn í Føroyum hava tað trygt og gott. Men hetta er tíverri ikki gald­andi fyri øll. Tað er ikki ein sjálv­fylgja, at øll børn fáa tað hjálp, teimum tørvar, um av­bjóð­ ing­arnar, tey hava, nú eru størri enn tað sum “vanliga barn­inum” tørvar. Hetta sæst m.a. aftur í skúlahøpi, har trupulleikar eru við at fáa nokk av tímum til ser­und­ir­ vís­ing. Hetta sæst, har børn liva í fátækt og har sosialir trup­ul­leik­ar eru. Hetta sæst, har børn við breki ikki fáa neyð­uga uppvenjing og aðra hjálp. Og soleiðis kundi eg hild­ið áfram, tíverri. Tí hvat er tað fyri eitt samfelag, sum ikki raðfestir umstøðurnar hjá børnum fram um alt ann­að! Børnini, sum eru so virð­is­mik­il í sjálvum sær, og sum eru so tengd av, at vit taka okkum væl av teim­um, at tey so at siga ikki kunnu liva uttan okkara um­sorg­ an. Børnini, sum eru okk­ara allra ábyrgd bæði at taka hond um og at vera tals­fólk fyri. Hví verður tað góð­tik­ið, at vit í okkara væl­ferð­ar­sam­ fe­lag javnan upplivað tað, eg vil meta sum brot á barna­ rætt­ind­ini? Lærarar í miðnám rópa varðskó. Eitt stórt tal av teim­um ungu megna ikki at lesa og skriva. Hetta er álvarsmál. Tað mest álv­ar­ sama er, at hesi ungu fólk koma beinleiðis úr okkara fólka­skúla, so vit hava ein trup­ul­leika, sum røkkur langt yvir miðnám. Ein trup­ ul­leika, sum als ikki verður tik­in í nóg stórum álvara, og sum í stóran mum kann darv­að børnum og ungum so mik­ið á lívsleiðini, at bæði heilsa, menning og framtíð verð­ur oyðiløgd. Í fólkaskúlanum hava vit í ára­vís havt trupulleikar við at fáa tað tal av sertímum, sum tørv­ur er á. Børn við lesi­trup­ul­leikum fáa sostatt ikki teir ser­tímar, teim­um tørv­ar. Kanska eru hetta eis­ ini børn, sum áðr­enn skúla­ ald­ur held­ur ikki fingu nøkt­ andi talu­und­ir­vís­ing, tí her mangl­aðu eisini tímar. Og so­leið­is bítur alt seg í hal­an. Dagstovnaøkið, har flestu børn eru árini áðrenn skúla­ aldur, verður heldur ikki tik­ ið í nóg stórum álv­ara. Hesi virð­is­miklu árini har barn­ið menn­ist og verð­ur ment­að í samspæli við vaks­in, sum megna at skapa trygg­ar rela­ ti­ón­ir, eru grundarsteinar fyri allari framhaldandi menn­ing. Tí mugu øll boð uppá loysnir gerast í sam­ starvi millum foreldur, dag­ stovn og skúlaverkið. Fyri at bøta um lesi­ trup­ul­leik­ar hevur man frá al­menn­ari síðu m.a. út­búgv­ið lesivegleiðarar, orð­blinda­lær­ar­ar og sett førleikastovur á stovn. Men ymiskt er, hvussu og hvar hesi virk­að. Men orð­blinda­ lær­ar­ar kunnu bert hjálpa børn­um frá 14 ár og uppeftir. Ja, frá 14 ár og uppeftir. Fyri tey, sum eru í tí aldrinum, er tað sjálv­sagt gott, men tað er ómeta­liga seint at seta inn, tá ið børn eru 14 ár. Tað má sjálv­sagt setast inn frá fyrsta degi, tí jú fyrr jú betri útlit fyri at fáa betri førleikar og eis­ini lættari lív. Longu, tá ið tað verður gjørt vart við, at børn hava tali­trup­ul­leikar, eigur hjálp at vera sett inn. Sernám má verða so mikið styrkt, at børn ikki koma á bíðilista har í mán­að­ir, kanska ár, men fáa hjálp í stundini. Somu­leið­ is mugu nokk av ser­tím­um vera tøkir í fólka­skúl­an­um. Bara hesar báð­ar einfaldu loysnir eru so eitt boð um, hvar man kann byrja. Og hetta skal sjálvsagt ikki úti­ lok­að, at aðrar fyri­skip­an­ir verða settar í verk, um tørv­ ur er á tí. Tí alt hongur sam­ an. At koma í miðnám og kanska ikki vera førur fyri at gjøgn­umføra skúla­gongd­ina, tí man ikki dugir at lesa er ein stór tragedia bæði menn­ iskja­liga og samfelagsliga. Tað átti ongantíð at verið kom­ið so vítt. Sjálvsagt skulu t.d. orðblindalærarar arb­eiða við teimum minstu børn­un­ um, og sjálvsagt má alt ger­ ast fyri at fyribyrgja, at trup­ ul­leikar sleppa at vaksa seg stór­ir. Tað verður brúkt nógv orka uppá at fundast og at stað­festa trupulleikar. Men alt ov lítil orka verð­ur brúkt uppá at seta røttu hjálpina inn til børn­ini. Bíði­list­ar og ein oyði­mark­ar­gongd á nógv­ ar dyr eru ger­and­is­kost­ur hjá foreldr­um, har børnini hava ein­hvønn trupulleika. Tað finnast óteljandi dømi um, hvussu ein trup­ ul­leiki við lesingini kann vaksa seg til ein annan størri trup­ul­leika. Hetta kann vera happ­ing og sosial útihýsing, vána­ligur trivnaður og sál­ ar­lig­ir trupulleikar. Tað kann eisini vera øvugt, at aðr­ir trupulleikar, sum t.d. strongd, fátækt og psyko­ sosi­al­ir trupulleikar viðføra trup­ul­leik­ar við læringini. So trup­ul­leik­in er samansettur, og ongin einføld loysn er. Men eftirútbúgving og menn­ing av starvsfólki og skjót og góð hjálp til børn og for­eldur má vera eitt mál í sær sjálvum, sum tað ikki átti at verið trupult at funn­ ið semju um. Tað hava børnini rætt til. Kaj Leo Holm Johannesen Løgmaður og formaður Sambandsfloksins Tørvurin á nýskipan Verandi fiskivinnuskipan er grundað á eina lóggávu og skipan, sum varð gjørd und­ir búskaparkreppuni í 1994. Ein endurskoðan og roynd­ir­nar av skipanini vísa, at neyðugt verður at gera nakrar grundleggjandi broyt­ing­ar ella nýskipanir. Roknskapargreiningar vísa, at heimaflotin siglir í tung­um sjógvi búskaparliga við rakstrarhalli og stórari skuld. Vinnutólini eru sera gomul og niðurslitin, og kunnu illa tryggja kapp­ ing­ar­før­an effektivitet og prod­ukti­vi­tet. Ein partur av trupulleikunum snýr seg eis­ini um, hvørt verandi fiski­daga­skipan hevur fast­ læst flotan soleiðis at hesin ikki fær endurnýggjað seg, samstundis sum fiski­daga­ skip­an elvir til ov stórt veiði­ trýst á fiskastovnarnar. Fiska­stovnarnir undir Før­ oy­um, t.e. toskur og hýsa, eru sera illa fyri. Í pelagisku vinnuni er íkomin spurningurin um, hvussu tey ovurstóru virð­ ini skulu býtast í vinnuni sjálv­ari og millum vinnuna og samfelagið (býtið av til­ feing­is­rentuni).   Nýggjur fiskivinnupolitikkur – meginreglur og karmar Endmálið við einari ný­ skip­an av fiskivinnuni er at reka hana á bú­skap­ar­liga og lívfrøðiliga burð­ar­dygg­ um grundarlag og sam­fe­ lags­bú­skap­arliga opti­malt. Enda­mál­ið er eis­ini í mest møgu­lig­an mun at reka fiski­ vinn­una á markn­að­ar­treyt­ um og við avlopi. Sostatt verður politiskt lagt upp til eina veruliga ný­ skip­an av fiskivinnuni og ikki bara dagføringar av ver­ andi lóggávu. Fyri at kunna fremja eina veruliga nýskipan og reka fiskivinnuna á burð­ar­dygg­ um grundarlag og á markn­ að­ar­treytum, so skal politisk støða takast til nakrar grund­leggjandi meginreglur og karm­ar, sum eru: • Fiskivinnan rekast og skip­ast mest møguligt eft­ir marknaðartreytum? • Umsitingin av veiði­rætt­ ind­um (bulurin í skip­ an­ini) – gildistíð og/ella upp­boðs­søla? • Veiðiskipanir – kvota- og/ ella fiskidagaskipan? • Útlendskur ognarskapur og kapi­talur? • Umsitingarætlanir – 3-5 ára veiðireglur? Harafturat skal støða tak­ast til, hvørt øll veiða skal land­ ast um føroyskan kaikant, um góðskustýring og hag­ reið­ing, nýtsla av innvøli í fisk­in­um, brúksskylda av fiski­loyv­um, útblaking o.a. Tað er sostatt fisk­arí­poli­ tikk­urin, sum lagt verður upp til, skal broytast munandi. Eis­ini verður lagt upp til at arb­eiða meira visjónert og strat­eg­iskt í fiskivinnuni og fata fiskivinnuni sum eina mat­vøruvinnu, sum kappast á altjóða marknaðinum.   Støðan í Sambandsflokkinum Sambandsflokkurin hevur í eina tíð saman við hinum sam­gonguflokkunum havt samráðingar um eina fiski­ vinnu­ný­skipan, men enn er ikki komin ein endalig pol­ it­isk semja. Partarnar hava sagt sína hugsan og viðgjørt tey mest týðandi málini, men enn er nakað eftir á mál. Grundarlagið fyri við­ gerð­ini eru frágreiðingar, fak­ligt tilfar, fundir við áhuga­bólkar o.a. Sambandsflokkurin vil ikki uppá núverandi tíðs­ punkt fastlæsta sam­ráð­ing­ ar­tilgongdina, men hev­ur víst á, hvørjar loysnir flokk­ ur­in ynskir. Flokkurin vil t.d., at fiskivinnan verður rek­ in mest møguligt á markn­ að­ar­treytum og tí er eisini ynski­ligt, at ein partur av t.d. pelagiska tilfeinginum verð­ur selt umvegis eina upp­boðs­sølu. Henda heimild eig­ur at setast í eina nýggja lóg­gávu. Sambandsflokkurin tek­u­r undir við útlendskum ogn­ar­ skapi og kapitali, men treytin er, at myndugleikarnir hava eft­ir­lit við, at reglurnar verða hildnar og at rá­vør­an, virðisskapanin og før­leika­ menningin verður í Før­oy­ um. Flokkurin ynskir eis­ini, at gjørdar verða um­sit­ing­ar­ætl­ an­ir og at alt sjófeingi skal um føroyskan kaikant. Sambandsflokkurin held­ ur, at okkara høvuðsvinna nú eigur at fáa nakrar trygg­ ari og støðugari karmar at virka eftir, soleiðis at vinn­an kann leggja meira lang­sikt­ að­ar ætlanir fyri rakstur og íløg­ur. Sambandsflokkurin vil virka fyri, at gjørd verður breið politisk semja um eina fiski­vinnunýskipan. Neyðugt verður at seta eina nýggja fiskivinnuskipan stig­≈vist í verk. kjak At læra at lesa – ein barnarættur ? Sambandsflokkurin – um nýskipan av fiskivinnuni