mánadagur 20. oktober 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
hevur besta kvinnuliðið hjá
Kyndli um vikuskiftið spælt
europeiskar dystir. Og hóast
tað ikki eydnaðist at koma
víðari, eigur Kyndil stóra æru
fyri avrikið, tí ímóti belgiska
Femina Vise, sum kemur úr
býnum Liège, eydnaðist at
vinna annan dystin, so bara
málmunurin bar gestirnar
víðari til triðja umfar í EHF
Cup-kappingini.
Í fyrra dystinum var
Kyndil
væl
við
fyrsta
korterið og gott og væl tað,
men so yvirtók Femina Vise
og endaði við at vinna 22-15.
Í seinna dystinum var tað
hinvegin belgiska liðið, ið
hevði munin í fyrra hálvleiki,
men eftir steðgin gjørdi
Kyndil tað gott og vann
dystin 21-20.
– Tað var ordiliga gott, at
vit vunnu seinna dystin, og
eg veit ikki, um øll høvdu
roknað við tí, sigur Kyndils-
málverjin, Tomma Petersen,
sum í fyrra dystinum var ein
stór orsøk til, at tapið ikki
bleiv størri.
– Vit vóru mentalt ikki
ordiliga
klárar
til
fyrra
dystin, men til seinna dystin
var geisturin nógv betri, og
tað var kanska munurin. Tað
var ordiliga fantastiskt, at
vit kláraðu at hála ein sigur
í hús.
Tekniskir feilir
Serliga vóru tað teknisku
feilirnir, ið kostaðu í dyst
inum leygardagin, staðfesti
annar
av
venjarunum
hjá Kyndli, Sophus Dal-
Christiansen, eftir seinna
dystin í gjár.
– Vit hugdu at upptøkum
av dystinum og komu skjótt
til ta niðurstøðu, at vit
gjørdu alt ov nógvar tekn
iskar feilir. Teir vóru 30 í tali,
og tað er alt ov nógv, tá tú
hevur í huga, at tú vanliga
fært umleið 30 álop í einum
hálvleiki, sigur hann.
– Men tað fingu vit so
broytt til seinna dystin,
tá teknisku feilirnir vóru
nógv færri og vit tí fingu
fleiri málkjansir. Í mun til
leygardagin, tá tær slerdu út
við ørmunum, tá tær vóru
komnar
afturum,
brettu
kvinnurnar hjá Kyndli upp
um armar í dag og koyrdu á.
Hann heldur, at belgiska
liðið hevur sínar fyrimunir,
sum eisini eru munurin á
liðunum báðum, men at tað
skuldi vísa seg, at uppgávan
slett ikki var ómøgulig.
– Spælararnir hjá teimum
eru eitt sindur hægri í snitt
og eitt sindur tyngri, men
hetta var eitt lið, vit saktans
kundu spæla upp ímóti. Vit
eru væl nøgdir við avrikið
hjá spælarunum, sum av
gjørt eisini mennast av at
spæla tveir dystir ímóti so
góðari mótstøðu, sum hetta
belgiska liðið er.
Hetta gevur nógv
At
mótstøðan
var
góð,
kundi eisini strikuspælarin
hjá Kyndli, Bjarta Osberg
Johansen, staðfesta eftir teir
báðar dystirnar:
– Hetta var eitt gott lið,
tí tá ein kom inn fyri eina
aðra, var hon akkurát líka
góð sum tann, ið fór út. Tær
vóru kvikar og orkaðu væl,
so hetta blivu tveir góðir og
harðir dystir við eini heilt
aðrari ferð, enn vit eru vanar
við, segði hon.
– Men sjálvt um vit serliga
í fyrra dystinum gjørdu eina
rúgvu av tekniskum feilum,
koyrdi verjan væl, tí at fáa
22 mál ímóti sær er ikki
nógv, sjálvt um tað illa ber
til at vinna við 30 tekniskum
feilum. Tíbetur megnaðu vit
so at vinna seinna dystin og
vísa, at vit eisini hava dygdir.
At fáa tveir altjóða dystir
mitt í føroysku kappingini,
krevur sítt av liðnum hjá
Kyndli, men Bjarta Osberg
Johansen heldur, at tað so
sanniliga eisini gevur nakað:
– Hetta er gott fyri sjálvs
álitið hjá okkum, tí umframt
eitt sindur av royndum, fáa
vit eisini trúgv upp á okkum
sjálvar. Men hetta mugur
vit endiliga ikki blanda við
landskappingina,
tí
tað
er altso hana, vit fyrst og
fremst fokusera uppá.
hilmarjan@sosialurin.fo
Gamaní, eydnaðist ikki Kyndli at koma víðari í EHF Cup-kappingini, tí belgisku gestirnir vunnu fyrra dystin við
sjey málum, men í seinna dystinum vunnu Kyndils-kvinnur og fingu víst, at tær megnaðu at reisa seg aftur
Kyndil reisti seg aftur
Myndir: Álvur Haraldsen
hondbóltur
Kyndil - Femina Vise 15-22 (8-13)
Kyndil Anna Brimnes 6, Randi Wardum 4, Ásleyg Súnadóttir 2,
Turið Arge Samuelsen 1, Bára Hansen 1, Anna Sofía Mohr 1
Femina Vise Kristien Leonaers 5, Fien Boons 4, Sara Marteleur 3,
Monia Masrouki 3, Véra Mennicken 3, Annelies Penders 2, Sabrine Masrouki 1,
Iris Peeters 1
Dómarar: Maria Bennani & Safia Bennani (Svøríki)
EHF-eygleiðari: Jørn Møller Nielsen (Danmark)
Femina Vise - Kyndil 20-21 (11-8)
Femina Vise: Annelies Penders 5, Sara Marteleur 4, Judith Franssen 3,
Maude Jolly 3, Kristien Leonaers 2, Fien Boons 1, Sabrine Masrouki 1,
Iris Peeters 1
Kyndil Anna Brimnes 8, Bjarta Osberg Johansen 4, Turið Arge Samuelsen 3,
Marianna G. Eystberg 2, Randi Wardum 2, Bára Hansen 1, Ásleyg Súnadóttir 1
Dómarar: Maria Bennani & Safia Bennani (Svøríki)
EHF-eygleiðari: Jørn Møller Nielsen (Danmark)
Femina Vise vann samanlagt 42-36 og fer víðari til triðja umfar
í EHF Cup-kappingini
»Vistu einki
um Føroyar«
– Vit vistu einki um før
oyskan hondbólt, áðrenn
vit komu higar, so tí vistu
vit heldur ikki, hvat fyri
mótstøða bíðaði okkum,
ásannaði
venjarin
hjá
Femina
Vise,
Olivier
Leleux, tá seinni dysturin
ímóti Kyndli var liðugur í
gjár.
Hann var nøgdur við
tað,
hansara
spælarar
høvdu avrikað samanlagt,
tí tað endaði við 42-26
sigri,
sæð
yvir
báðar
dystirnar. Men hann við
gongur, at hann sjálvandi
var nøgdari við fyrra
dystin, ið belgiska liðið
vann.
– Har eydnaðist okkum
at vinna so mikið nógv, at
vit nú eru komin víðari,
hóast vit taptu seinna
dystin. Tað var málið
hjá okkum, sigur Olivier
Leleux, ið rósti Kyndli fyri
serliga seinna dystin.
– Ja, í dag var eingin
ivi, at Kyndil var betri enn
vit. Sjálvandi vildu vit
helst vunnið báðar dystir
nar, men eg eri nøgdur
allíkavæl.
Í triðja umfari í EHF
Cup-kappingini
skal
Femina Vise spæla ímóti
Muratpasa Belediye SK
úr Turkalandi.
hilmarjan@sosialurin.fo