mánadagur 20. oktober 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. oktober 2014 · Nr. 119
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
HB liðformaðurin heldur, at hann og liðfelagarnir kunnu takka sær sjálvum fyri, at tað ikki
eydnaðíst at endurvinna FM heitið, hóast úrtøkan er størri í ár, enn hon var tað í fjør
Jóannes Hansen
Tað var so skjótt, at tað í
Gundadali í gjár varð stað
fest, at HB fór at tryggja
sær trý stig og harvið eisini,
at avgerðin, um tað verður
NSÍ ella avbjóðararnir í EB/
Streymi og KÍ, sum fara
at vinna kappingina um
fjórða plássið, varð útsett.
Nú verður tað ikki fyrr enn
leygardagin, at greiða fæst á,
hvør skal umboða Føroyar í
europeisku
kappingunum
á sumri 2015 saman við
meistarunum í B36, steypa
vinnarunum í Víkingi og
silvurvinnarunum í HB.
NSÍ
og
EB/Streymur
hava 37 stig, og KÍ hevur 36
stig. NSÍ hevur bestu kortini
á hondini, tí málmunurin
hjá NSÍ er +9, og hjá EB/
Streymi er hann +6. NSÍ
fær leygardagin vitjan av ÍF,
og EB/Streymur fær vitjan
av KÍ. Um NSÍ ikki vinnur
fulla úrtøku ímóti ÍF, so
er møguleiki bæði hjá EB/
Streymi og KÍ at taka fjórða
plássið. Umframt europeisku
atgongumerkini
stendur
eisini fimta plássið upp á
spæl. Tað ber við sær rættin
til ein eyka heimadyst.
Fróði hevði ikki
roknað við B68
HB
liðformaðurin
Fróði
Benjaminsen var miðverji
ímóti NSÍ. Fyrra partin av 1.
hálvleiki skoraði Jóan Sìmun
Edmunsson tvey mál eftir
innlegg, og inn ímillum skor
aði Pál Mohr Joensen, sum
hesaferð var millum teir
fyrstu ellivu.
NSÍ var rent heilt um
koll.
Trygvi
Mortensen
skifti út, tá ið ein hálvur tími
var farin, men tað eydnaðist
ongantíð at venda gongdini.
Í HB skýlinum vóru tey upp
tikin av, hvussu tað gekk á
Svangaskarði, og í vestara
skýlinum vóru NSÍ við
haldsfólkini
upptikin
av,
hvussu tað gekk í Fuglafirði
og Klaksvík.
Tað var næstan ov gott at
vera satt, tá ið tað frættist,
at B68 í fyrsta minutti hevði
skorað ímóti B36, men so
broyttist hetta, og gongdin
á Toftum og trygga HB
leiðslan bar við sær, at tað
ikki var nakar spenningur í
Gundadali:
– Eg haldi ikki, at vit
roknaðu við, at B68 fór at
megna at gera nakað við
B36, og tað vísti seg at vera
so. Vit høvdu roknað við,
at NSÍ fór at stríðast fyri
at tryggja sær europeiska
plássið longu í dag, men
soleiðis vísti tað seg ikki at
vera, so okkara uppgáva
varð lættari, enn vit høvdu
ímyndað okkum framman
undan, var viðmerkingin hjá
HB liðformanninum.
Hvat sigur tú um kapp
ingarárið?
– At vit ikki eru nøgdir við
tvey silvurpláss. Stigatalvan
sigur, at vit undan síðsta
umfari hava vunnið trý stig
fleiri enn í fjør, tá ið vit vóru
meistarar. Avrikið hjá okkum
hevur verið gott, men tað
hevur verið uppaftur betri
hjá B36. Vit hava runnið
aftan á mest sum alla tíðina,
og vit hava vónað, at tað fór
at kiksa hjá B36. Tá ið tað
so endaliga gekk soleiðis, so
kiksaðu vit uppaftur meiri,
so vit kunnu ikki takka
øðrum enn okkum sjálvum,
at tað nú er greitt, at vit ikki
verða meistarar.
Sigursrómur
á Svangaskarði
Meðan teir í HB eftir triva
liga sigurin á NSÍ staðfestu,
at tað ikki verður meiri enn
silvur í ár, so var fýrverk og
FM rómur á Svangaskarði,
har nógv hundrað B36 við
haldsfólk vóru eygnavitni,
tá ið teirra lið tryggjaði sær
tíggjunda FM heitið.
Tá ið fýrverkið í góðveðr
inum gelti yvir Svangaskarð,
ásannaði sera fegni B36
venjarin, Sámal Erik Hentze,
at hetta var strævnari, enn
hann hevði vónað, at tað fór
at verða:
– Vit vóru alt ov spentir,
og tað darvaði spælið. Tað
var mótbrekka, tá ið B68
legði seg framum beinan
vegin. Men vit vístu, hvør
dugur er í okkum. Okkara
arbeiddu væl og nógv, men
spælið kundi verið betri.
Fram ímóti endanum vóru
røsku toftamenninir púra
útlúgvaðir,
men
kortini
dugdu vit ikki í dag at
samanspæla soleiðis, sum
vit fyrr í ár so ofta hava víst,
at vit megna, staðfesti Sámal
Erik Hentze.
B36 formaðurin Heiðrikur
Christiansen, sum stútt og
støðugt alt árið hevur verið
um liðið, var ovurfegin.
Hann helt tað var gott, at B68
skoraði beinanvegin:
– Eg var ikki komin á
vøllin, tá ið okkara lógu
undir. Men vit høvdu stundir
at venda gongdini, og tað
eydnaðist. Hetta er úrslit av
dyggum arbeiði av framúr
venjara, góðum spælarum,
og øllum teimum sum hava
hjálpt til og øllum teimum
mongu
viðhaldsfólkunum,
sigur fegni B36 formaðurin.
– Einki er liðugt fyrr enn
alt er liðugt, og eg tók ikki
hendurnar úr lummanum
og fegnaðist fyrr enn dóm
arin
hevði
bríkslað
fyri
síðstu ferð. Onnur hava
fyrireikað nógv, um tað
skuldi hent, at vit vunnu
FM í dag, og tí verður tað
opið hús í Gundadali í kvøld,
har øll eru væl komin, var
viðmerkingin hjá Heiðriki
Christiansen
eftir
síðsta
bríksl á Svangaskarði í gjár.
Liðformaðurin og hjálpar
venjarin
Jákup
á
Borg
noyddist longu í 1. hálvleiki
skaddur av vøllinum. Hann
var við, tá ið B36 í 1997 vann
FM fyri fyrstu ferð í 35 ár.
Hann hevur vunnið FM
fimm ferðir áður, men í gjár
var hann ikki í iva:
– Felagið hevur í dag
vunnið tíggjunda FM heitið,
og tað er tað størsta, sum eg
havi verið við. Hóast B68
skoraði beinanvegin, so var
eg ongantíð bangin fyri, at
tað ikki skuldi eydnast at
vinna og harvið at tryggja
okkum FM heitið. Tað hevur
eydnast í Runavík og í Fugla
firði, og tað eydnaðist í dag.
Vit spældu við høvdinum
undir arminum í 1. hálvleiki,
men kortini vóru vit á odda.
Hóast tað ikki gekk, sum
vit høvdu ætlað og vónað,
so hava vit ongantíð verið
róligari, enn vit vóru í steðg
inum, tá ið vit gjørdu av at
venda aftur til grundina, var
viðmerkingin hjá sera fegna
Jákupi á Borg.
Víkingur koblaði úr
Fyrr í summar varð roknað
við, at tað fór at koma aftur
um brekku hjá Víkingi, at
liðíð legði so nógv fyri í
europeisku kappingini. Tað
varð spátt, at aldudalurin
fór at síggjast eftir steypa
finaluna. Soleiðis var tað
ikki, men fram ímóti kapp
ingarenda, tá ið tað var
avgjørt, at Víkingur endaði
á bronsuplássi í landskapp
ingini, hevur tað verið eitt
sindur upp og niður. Eftir tap
ímóti HB og 5-0 heimasigur
ímóti ÍF var úrslitið á Skála
3-3.
Skála var frammanundan
flutt niður, men Skála legði
seg ikki niður á heimavølli.
Tá ið stórt korter var farið,
var støðan 3-0 til heima
liðið, og so var tað øgilig
mótbrekka hjá Víkingi, sum
hevði Elias Rasmussen mill
um stólparnar, men annars
spældi við sama liðnum, ið
hevur staðið seg so væl.
Tað eydnaðist tíggju min
uttir undan leikloki at røkka
javnleiki, men tað eydnaðist
ikki hjá Víkingi at skjóta
fleiri mál. Hjá Paula Poulsen
og hansara monnum á Skála
er tað kærkomið at hava enn
ein javnleik ímóti Víkingi í
viðførinum niður í 1. deild.
EB/Streymur
gjørdi sítt
Fuglfirðingar megnaðu ikki á
heimavølli at gera nakað við
EB/Streym, sum við 2-0 sigri
framvegis er við í kappingini
um pláss í Europa. ÍF hevur
møguleika at rætta teimum
í Sundalagnum hjálpandi
hond leygardagin, tá ið ÍF
rundar kappingarárið av í
Runavík
Eftir innlegg frá Niels
Paula Danielsen, sum man
hava verið ein av mest støð
ugu
EB/Streyma
monn
unum í ár, setti Hans Pauli
Samuelsen hol á. Í 2. hálvleiki
varð Bartal Eliassen fluttur
fram í ÍF álopið í roynd at fáa
meiri tyngd í framrættaða
partin, men tað eydnaðist
ongantíð ÍF at fáa bóltin inn
um René Tórgarð. Í staðin
Allan Enghamar
HB-fjeppari
Klassamunur. HB sat á dystinum
og vóru klassar betri. Tillukku við
FM2014 B36.
fjeppara sms
Steingrím Jacobsen
Skála-fjeppari
Hóast Skála var á odda 3-0 í
hálvleikinum, so er tað nokk
góðtikið at fáa javnleik ímóti
Víkingi. Annars vil eg ynskja B36
til lukku við meistaraheitinum!
fjeppara sms
Rúni Klein Joensen
Víkinga-fjeppari
Onki sigandi dystur og av tí
orsøk sá eg ikki dystin á Skála.
Men sum skilst var talan um
aftur í dag um ein dyst sum
vit áttu lættliga at vunni, men
Skála skoraðu 3 mál,men
tíverri hava teir ikki kent sína
vitjunartíð og fara niður í 1
deild. Vónandi koma Skála
uppaftur í 2016. Vit Koyra á
ímóti B68 og sleppa síðani
okkara menn í feriu eftir eitt
fantastisk ár. WLYV
fjeppara sms
John Andersen
NSÍ-fjeppari
Ajaaa, hetta var ein
avgreiðsluspurningur hjá HB.
Leikandi lætt!! Spell at HB koyrdi
venjaran í fjør, annars høvdu
teir verið føroyameistarar í
ár.. Hjartaliga til lukku við FM
heitinum B36
fjeppara sms
út í Europa
Stórt stríð
um at sleppa