Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Hetta setur almennar stjór­ ar og stovnsleiðarar, í eina sera ringa støðu. Tað sigur Hans Petur Jo­en­sen, fyrrverandi fíggj­ ar­leið­ari á Strandferðsluni eft­ir tað, sum hent í kjal­ ar­vørr­in­um á rokinum um fíggjarstøðuna á Strand­ ferðsl­uni, sum at enda kost­ aði honum starvið. Men hann heldur, at alt tað, sum er farið fram, vísir, hvussu ótrygg tilveran hjá al­ menn­um stjórum og stovns­ leiðslum er í veru­leik­an­um. – Tað, sum er farið fram í mál­inum um fíggjarstøðuna á Strandferðsluni, vísir bara, at almennir stjórar vita ikki um teir eru keyptir ella seld­ir. Í hesum sambandi sip­ar hann til tað, lands­stýr­is­mað­ ur­in í vinnumálum, Jo­han Dahl, hevur ført fram í sam­ bandi við málið. Men hann sipar eisini til tað, sum fór fram, tá ið upp­ skot um misálit varð til við­ gerðar í løgtinginum, og har hann bæði varð nevndur við navni og beinleiðis lagdur und­ir fíggjarligt óskil. – Kjarnin í málinum er, at Jo­han Dahl helt fast um, at játt­anin til Strandferðsluna var 147 milliónir krónur í 2013. – Men tað svitast ikki, at tað, sum Løgtingið sam­tykti, var, at játtanin til Strand­ ferðsl­una skuldi vera 139 milli­ón­ir krónur í 2013, ella átta milliónir minni. – Sostatt hevur lands­stýr­ is­mað­urin hildið okkum fast upp á eina játtan, sum ikki var til. Og Hans Petur Joensen er sannførdur um, at lands­ stýrismaðurin mátti vita, at Strandferðslan fór at fáa hall í 2013, og hann stað­fest­ir eisini, at tað gjørdi Strand­ ferðsl­an fleiri ferðir vart við. – Hinvegin eydnaðist tað Strand­ferðsluni at finna spar­ingar, so at tilsamans varð hallið í 2013 slakar 4,3 milli­ón­ir krónur og ikki átta milli­ón­ir, sum tað kundi sæð út í fyrstuni. – Samstundis noktaði lands­stýrismaðurin okkum at seta fleiri sparingar í verk, so at játtanin kundi halda, legg­ur hann afturat.  Hans Petur Joensen sigur, at Strandferðslan hevði ført fram, at tað varð neyðugt at lækka túratalið, ella at hækka prísin á ferðseðlum, ella eitt sindur av báðum, fyri at fáa játtanina at halda, men tað slapp Strandferðslan ikki fyri landsstýrismanninum. Men tað, sum ørkymlar fyrr­verandi fíggjarleiðaran líka illa, er, at nú hevur meiri­ lut­in á Løgtingið vælsignað slíka framferð við at atkvøða ímóti uppskotinum um mis­ álit á Johan Dahl. Hetta setur ikki bara almennar stjórar, stovns­leið­ ar­ar, í eina sera trupla støðu, tí hetta máar eisini støðið und­an játtanarskipanina, sig­ur hann.   Til spott og spe Hans Petur Joensen er eis­ ini rættiliga skelkaður av orð­val­inum hjá summum pol­it­ik­arum, tá ið uppskotið um mis­álit varð til viðgerar í Løg­tinginum. Og tað hendi, uttan at formansskapurin í Løg­ting­ in­um talaði at. – Tað, sum løgmaður førdi fram á tingsins røðarapalli, var ikki annað enn at kynda upp­undir eina heksajakt og samstundis sluppu bæði Joen Martin Rasmussen og Eiv­in Jacobsen óátalaðir at um­røða meg. – Er hetta sanna andlitið á landsins makthavarum og hava teir so lítla virðing fyri teimum alment settu og teirra arbeiði, spyr Hans Pet­ ur Joensen.   Í løgtinginum tók eisini Kaj Leo Holm Johannesen, løg­mað­ur, orðið og í tí sam­ band­inum sipaði hann til eina frágreiðing frá Jo­han Dahl. Tann frá­greið­ing­in vísir, lønirnar á Strand­ferðsl­ uni vóru ikki bókaðar sein­ astu fimm mánaðirnar, at sjey milliónir krónur vórðu bók­að­ar eftir bara einum degi og at 400 rokningar hingu í skipanini. Men so legði løgmaður speisk­liga afturat, at hann visti ikki um tað var fyri Sun­ kist, ella hvat tað var. Og Joen Magnus Ras­mus­ sen visti at fortelka á tings­ ins røðarapalli, at Hans Pet­ ur Joensen varð upp­sagdur av heilt øðrum or­søk­um enn rok­inum um fíggj­ar­støð­una. – Hetta eitt álop á trygg­ leik­in hjá øllum alment sett­ um, sigur Hans Petur Jo­en­ sen. Hann sigur, at hetta mál­ ið vísir bæði tað, at ein lands­ stýr­ismaður kann snýta ein stovn við eini játtan, sum onki hald er í, men at tað eis­ini ber til at lata al­menn starvs­fólk vera til “spott og spe” á Løgtingsins røð­ara­ palli.    Skeivir upplýsingar Hans Petur Joensen sig­ur at tað er ikki rætt, at 400 rokn­ingar hingu í skip­an­ ini, soleiðis sum ført verð­ ur  fram í frágreiðingini frá Jo­han Dahl. – Hesar rokningar vóru skann­að­ar og skrásettar, og fíggj­arliga avleiðingin av teim­um varð tikin við í fíggj­ ar­stýr­ing­ina. – Annars var ógjørligt at meta so neyvt um hallið. Tað er heldur einki óvanligt í, at almennir stovnar hava nógv­ar rokningar liggjandi, kanska fleiri túsund til­sam­ ans einstakar dagar. Hann vísir eisini aft­ur, at óskil var á løn­ar­gjald­ing­un­ um á Strandferðsluni- Løn­ ir­nar á Strandferðsluni vóru skrá­settar og avstemmaðar, eft­ir­kannaðar, ávístar, leys­ givnar og bókaðar í løn­ar­ skip­an­ini, áðrenn ein króna varð útgoldin sum løn. Tá visti leiðslan upp á oyrað, hvussu nógv skuldi gjaldast í løn­um, og fíggjarstýringin bleiv dagførd alt fyri eitt. – Annars hevði tað verið ógjør­ligt at ført so neyva fíggj­ar­stýring og at kunna mett um, hvat úrslitið fór at verða, sigur Hans Petur Jo­ en­sen. Tað verður eisini ført fram sum nakað ill­gruna­ samt, at heil­ar sjey milliónir vórðu bók­ingar upp á ein dag. – Men hetta er onki óvan­ ligt. Verða mán­að­ar­lønir og ein rokning fyri tung­olju bókaðar sama dag, er upp­ hæddin longu yvir sjey milli­ ón­ir krónir, sigur Hans Petur Jo­en­sen. – Eru vit komin so vítt á Før­oya landi, at lands­stýr­is­ menn, sum ikki vilja standa við egna ábyrgd, kunnu koyra alment sett á landsins stovn­um úr starvi, fyri síðan at gera tey til syndabukkar, so teir sjálvir kunnu ganga frí­ir, spyr Hans Petur Jo­en­ sen. Johan Dahl, lands­stýr­ is­mað­ur í vinnumálum sig­ ur, at hann hevur ikki fleiri viðmerkingar til mál­ið um fíggjarstøðuna á Strand­ ferðsl­uni. Hetta setir almennar stjórar í eina sera ringa støðu, sigur fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni Syndabukkur Eg eri gjørdur til syndabukk so at onnur kunnu ganga frí, sigur Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni rættartrygd Meira á síðu 6 Vita ikki um teir eru keyptir ella seldir