týsdagur 11. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
rættartrygd
– Tað, sum las upp var úr
eini frágreiðing frá einum
grannskoðara.
Tað sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður við
Kringvarpið á miðdegi.
Kringvarpið
hevur
spurt hann um hann hevur
kannað, hvussu eftirfarandi
tað var, sum hann upplýsti
fyri løgtinginum, tá ið upp
skotið um misálit á Johan
Dahl var til viðgerar.
Har vísti hann á, at lønir
vóru ikki bókaðar í fimm
mánaðir, at 400 rokningar
hingu í skipanini og at bara
tann eina dagin vórðu sjey
milliónir bókaðar.
Sum tað sæst í hinari
greinini, afturvísir fyrrver
andi fíggjarleiðarin, at tað
hevur einki við óskil at gera
og sambært Kringvarpinum,
hevur fyribilsstjórin, Regin
Jacobsen, sagt tað sama.
Hann sigur við Kring
varpið, at hann las upp úr
eini frágreiðing frá einum
grannskoðara og sum hann
hevði fingið frá Johan Dahl.
– Og tá ið eg fái eina frá
greiðing, gangi eg út frá, at
hon er røtt, segði løgmað
ur.
Hann sigur, er tað vanligt
nú á almennum stovnum, at
teir ikki bóka, er tað nakrar
nýggja mannagongdir hjá tí
almenna, hann ikki kennir
til og tað má hann taka til
eftirtektar.
– Tað má eg bara taka
til eftirtektar og so má eg
bara biðja fíggjarleiðaran
um umbering.
Áki Bertholdsen
– Tað er ikki rætt at nevna
persónar á Tingsins røðara
palli, sum ikki hava møgu
leika at svara aftur.
Tað sigur Jógvan á Lakj
uni, løgtingsformaður.
Hans
Petur
Joensen,
fyrrverandi
fíggjarleiðari
á
Strandferðsluni,
hevur
spurt hann, hvussu tað ber
til, at politikarar sluppu at
navngeva og viðgera hann á
tingsins røðarapalli.
– Eg havi fingið svar frá
løgtingsformanninum, men
eftir mínum tykki er tað einki
annað enn undanførslur, sig
ur Hans Petur Joensen.
– Har er ongin eyðmýkt
ella umbering. Har er ongin
virðing fyri fólkaræðinum
og eingin virðing fyri rætt
artrygdini um, at persónligir
upplýsningar, sum eru um
fataðir
av
tagnarskyldu,
verð abrúktir at ávirka løg
tingslimir, sigur Hans Petur
Joensen.
– Tvørtur ímóti verður
tað góðtikið, at landsins
borgarar verða útspiltir av
landsins hægstu frá Tingsins
røðarapalli,
leggur
hann
afturat.
Hans Petur Joensen sig
ur, at tað einasta, Jógvan á
Lakjuni svarar, er, at Joen
Magnus Rasmussen hevur
boðað alment frá, at hann
hevur ongan kunnleika til,
hví Hans Petur Joensen varð
sagdur upp.
Løgtingsformaðurin sig
ur, at eftir tingskipanini
skulu tinglimir vera høviskir
í málburði
Men hann heldur, at tað
er ikki altíð lætt at siga, hvar
markið gongur.
– Men eg eri samdur í,
at tað ikki er rætt at nevna
persónar á Tingsins røðara
palli, sum ikki hava møgu
leika at svara aftur, sigur
Jógvan á Lakjuni við í aftur
svari til Hans Petur Joensen.
Eingin virðing
Tey, sum verða nevnd á tingsins røðarapalli,
skulu hava møguleika at svara fyri seg
– Eg havi fingið svar frá løgtingsformanninum,
men eftir mínum tykki er tað einki annað enn
undanførslur, sigur Hans Petur Joensen
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
7 • 14. november 2014
til meiri
enn eitt
vikuskifti
fríggjadagin er mentan aftur í sosialinum
samrøður og umrøður, hugleiðingar og
kann ingar, søgur og tíðindi, royndir og
av bjóð ingar, ummæli og greiningar. alt
saman í mentan, sum kemur við sosialinum
fríggjadagin. Hesa ferð hevur lena anderssen
gjørt eina flotta plakat – ókeypis til øll – sum
keypa sosialin. sofía nolsøe greiður frá,
hvussu mann, sum sjónleikari lærir ein hóp
um at vera menniskja. gunnar Hoydal skrivar
um reinsaríið/Hansens Pakkhús og katrina
í geil spyr um »ull er føroya gull« – ella
var tað bindingin? eisini er ein áhugaverd
og gjøll umrøða av nýggjastu bókini hjá
Carl jóhan jensen og ikki færri enn fýra
tónleikaummæli. Barnamentanarsíðan er á
tremur við spennandi tilfari til børn og teirra
foreldur, og á nýggju bókasavnsíðuni er eisini
íblástur at fáa. leiklistin er eisini við hesa
ferð, til ber at læra eitt sindur um jean genet,
sum hevur skrivað leikin »stovugenturnar«,
sum verður vístur í kommandørhusunum
yviri við strond í Havn.
5 • 5. september 2014
2 • 11. apríl 2014
1 • 14. mars 2014
í vikuskiftis Sosialinum
Hetta er nýtt
fyri mær
Løgmaður, Kaj Leo
Holm Johanesen