Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. november 2014 · Nr. 129 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein samlað andstøða hev­ ur fyri Løgtinginum skot­ ið upp, at ting­skip­an­in verður broytt. Tey, sum leggja upp­ skot fram, skulu eftir broyt­ing­aruppskotinum, fáa orð­ið, tá ið uppskotið fær 1. viðgerð, áðrenn fram­søgufólkini hjá flokk­unum sleppa framat. Uppskotsstillararnir Poul Mich­el­sen, Fram­ sókn, Kristi­anna Win­ ther Poul­sen, Sjálv­ stýr­is­flokk­ur­in, Høgni Hoy­dal, Tjóð­veldi, og Ak­ sel V. Johannesen, Javn­ að­ar­flokk­ur­in, siga í við­ merk­ing­un­um, at skriv­aði tekst­ur­in í ein­um upp­ skoti og í viðmerk­ing­un­ um ikki altíð greiða nóg væl frá, hvat upp­skotið gong­ur út uppá. Grundarlagið hjá fram­ søgu­fólk­unum er tí ikki altíð nóg gott, tá ið tey fáa orðið fyrst í viðgerðini av upp­skot­um. Tí mæla tey til, at ting­ skip­an­in verður broytt so­ leið­is, at tann, sum hevur lagt uppskotið fram, fyrst fær fimm minuttir talu­tíð at greiða frá, hvat upp­ skot­ið gongur út uppá. Víst verður til, at hetta serliga ger seg gald­andi, tá ið løgmaður ella lands­ stýrismenn leggja upp­ skot fram. Tey sleppa ong­an­tíð til orðanna, fyrr enn øll framsøgufólkini hava havt orðið. Broytingin er í grein 69 í tingskipanini. Ting­ skip­an­in fyriskipar, hvussu tingið vanliga eig­ur at arbeiða og ásetir mill­um annað, hvør fær orð­ið og hvussu leingi, um­framt at hon gevur løg­tingsformanninum nakr­ar heimildir at leiða fund­in eftir. Meðan tað í øðrum londum í fleiri ár hevur verið krav um, at politisku flokkarnir skulu upplýsa, hvør stuðlar teimum í valstríðnum, er onki slíkt krav í Føroyum. Men stendur tað til Tjóðveldi, so skal hetta broyt­ ast nú. Eitt uppskot hevur havt 1. viðgerð í tinginum og liggur nú í rættarnevndini. Uppskotið, sum Kristina Háfoss legði fram vegna Tjóðveldi, hevur sum krav, at so at siga hvør einasta króna, sum flokkarnir ella valevni fáa í stuðli, skal síggjast í floksroknskapunum, sum al­menningurin so eisini skal hava atgongd til. Men sjálvt um Tjóðveldi vil hava eina slíka lóg og vísir til viðurskiftini aðrastaðni (tað venda vit aftur til, red.), so var tað ikki nøkur stór und­irtøka at merkja fyri upp­skotinum, tá ið tað fekk 1. við­gerð herfyri. Tað eydnaðist ómetaliga skjótt ting­fólk­un­um at venda orða­skift­in­um til, hvussu dýrt tað í dag er at reka val­stríð, at vent eigur at verða aftur til fleiri valdømir og at finn­ast at, at stuðulin til pol­it­iska upp­lýs­ing á fíggj­ar­lóg­aruppskotinum er mink­að­ur. Altjóða felagsskapur Í øðrum londum verður stuð­ ul til politiskar flokkar og til val­stríð mett sum ein vandi fyri korrupsjón. Ein felagsskapur av 48 evr­ope­isk­um londum og USA hava gjørt felagsskapin GRECO (The Group of States against Corruption). Evr­opa­ ráð­ið tók stig til fe­lags­skap­ in í 1999 fyri at minka um korr­up­sjón, men eina­staðni í reglu­gerð­ini fyri felagsskap­ in stend­ur, at eitt endamál er at hava felags regl­ur móti korrup­sjón í fígg­ing av polit­ isk­um flokk­um og val­stríði. Í viðmerking­un­um til upp­skot­ið verður sagt, at ein lóg sum hend­an eis­ini fer at bøta um altjóða um­dømi hjá Før­oy­um, men at hon eis­ini fer at bøta um gjøgn­um­ skygni og rættartrygd í Før­ oy­um. Alt skal síggjast Uppskotið sigur, at letur onk­ ur meira enn tilsamans 3000 krón­ur í stuðli til ein pol­it­ isk­an flokk ella eitt utt­an­ flokka­val­evni, so skal hetta set­ast upp í roknskapinum. Og fær eitt einstakt valevni 1500 krónur í stuðli, so skal hetta eisini síggjast í rokn­ skap­in­um. Roknskapurin skal vísa alt fíggj­ar­ligt virksemi hjá flokk­un­um, umframt ogn­ ar­við­ur­skift­ini og al­menn­ ing­ur­in skal fáa fult inn­lit í rokn­skap­in. Rokn­skap­ur­in skal lat­ast Løg­ting­in­um, sum eis­ini skal lata al­menn­ing­in­ um upp­lýs­ing­ar­nar, um biðið verð­ur um teir. Dýr valstríð 1. viðgerð av uppskotinum hjá Tjóðveldi vísti ikki til stóra undirtøku. Eivin Jacobsen, Sam­ bands­flokkurin, segði, at sjálv­andi skal tað vera gjøgn­ um­skygni, men hann helt, at peng­ar­nir í føroyskum poli­ tikki eru so smáir, at hetta helst er at skjóta spurvar við kan­ón­um, verður hugt eftir, hvat kemur burturúr. Elsebeth M. Gunn­leygs­ dótt­ur, Fólkaflokkurin, for­ mað­ur í rættarnevndini, helt ikki, at ein slík lóg er neyð­ug, sum støðan er í dag. Hon visti væl um evropeiska fe­lags­skap­in, sum hevur til enda­máls at tryggja gjøgn­ um­skygni, men helt ikki at vit hava eina slíka lóg fyri neyð­ini. Fólkaflokskvinnan hug­ leiddi tó eitt sindur um, hvussu dýrt eitt valstríð er og helt ikki, at tað er rætt, at minka stuðulin til pol­it­iska upp­lýs­ing, sum fíggj­ar­lóg­ ar­upp­skotið annars legg­ur upp til. Brandur Sandoy, Fólka­ flokk­ur­in, mælti í sínari røðu til, at Føroyar aftur verða gjørd­ar til fleiri valdømir held­ur enn tað eina, sum vit hava nú. Henrik Old, Javn­að­ar­ flokk­ur­in, var ikki ósamdur, men ásannaði, at tíðin helst er far­in frá fleiri valdømum. – Sjálvt um summi tosa um at fara aftur til fleiri val­ døm­ir, so er tó helst fram­ veg­is meirluti fyri ein­um val­ dømi. Tað fer at vísa seg um tað kemur til skarp­sker­ing­ar, segði Henrik Old. Uppskotið frá Tjóðveldi fær í løtuni viðgerð í rætt­ar­ nevnd­ini hjá Løg­ting­in­um. Løgtingið hevur fingið eitt uppskot um, at meira gjøgnumskygni skal vera, so tað alment sæst hvør stuðlar flokkum ella valevnum í valstríði Andstøðan vil hava ting­skip­ anina broytta, so sleppast kann undan misskiljingum Meira talutíð til teirra sum leggja upp­ skotini fram Nú skal forðast fyri loyniligum stuðli í politiska valstríðnum Nú vil andstøðn hava broyting í tingskipanini Kristina Háfoss hevur lagt uppskot fram um gjøgnumskygni Eivin Jacobsen helt, at hetta verður sum at skjóta spurvar við kanónum Brandur Sandoy vil hava Føroyar aftur til eitt valdømi Elsebeth M. Gunnleygsdóttur held­ ur at vit ikki hava brúk fyri hesi lóg, sum støðan er í dag.