Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Frank davidsen kjak síða 20 Nú er polit­iski botn­ur­in nád­d­ur Heri Mohr Tíðargrein síða 14-15 Rað­ festa vit og skil Seinasta veljarakanningin setir sum vera man nógvar spurningar um pol­ it­iska sam­starv­ið. Hóast hon – eins og sjey av tíggju veljarakanningum síðani valið – gevur andstøðuni meir­ iluta í løgtinginum, so gevur hon kort­ini ikki eitt greitt svar upp á nýtt pol­it­iskt samstarv og nýggja leiðslu í Ting­a­nesi. Sambært kanningini, so verður Javn­að­ar­flokk­urin størsti flokkur og fær løg­mann. Hóast størstur, so er tað ikki ein sjálvfylgja, at flokkurin fær løg­mann. Tí eftir løgtingsvalið í 1998 fekk Fólkaflokkurin løgmann, hó­ast Tjóðveldi var størri. Tað sama end­ur­tók seg í 2002. Og í 2004 fekk Javn­að­ar­flokk­urin løgmann, hóast Sambandsflokkurin var størri. Og í 2008 fekk Javnaðarflokkur løgmann, hóast Tjóðveldi var nógv størri – fýra pro­sent og tveir tingmenn størri. Á seinasta løg­tings­val­ið var Sam­ bands­flokk­urin størst­ur og varðveitti løgmann. Hesi hagtøl siga okkum, at tað ikki er ein sjálvfylgja, at størsti flokk­uri­n hevur løgmann. Grundarlagið fyri hesum legði Tjóð­ veldi í 1998, tá tey góvu Fólka­flokk­i­ num løg­mann. Tjóðveldi hev­ur ong­an­ tíð havt løgmann, og á onkr­an hátt er tað ein óskrivað regla, at Tjóð­veldi skal ikki hava løg­mann. Ikki tí, at flokkurin ikki hev­ur for­tjent tað fult so væl, sum hin­ir trígg­ir. Men tað er á onkran hátt vorð­in siðvenja, at Tjóðveldi skal ikki hava løgmann. Kanska ein orsøk er, at flokkurin ikki er so íðina at fáa løgmann, sum hinir. Kanska tað hevði skatt Tjóðveldi óneyðuga nógv, um tey høvdu løgmann – og einki vunnu á full­veld­is­leið. Fólkaflokkurin fær valla heldur løg­mann – so leingi Jørgen Niclasen er for­mað­ur. Í so máta er trúvirði skatt. Tjóðveldi velur hann neyvan til løg­mann. Javnaðarflokkurin ger tað als ikki, og í Sambandsflokkinum hevði hann neyvan heldur havt nógv­ ar stuðlar. So skorið inn á bein, so eru tveir møg­u­leikar til løgmann: Kaj Leo Holm Johannesen ella Aksel V. Jo­hann­e­sen. Samgongumøguleikarnir eru: 1. Andstøðan verður samgonga 2. Sitandi samgonga heldur fram 3. Javnaðarflokkurin, Sambands­flokk­ urin og Tjóðveldi (ella onkur av teim­ um smáu) 4. Fullveldissamgonga millum Fólk­a­ flokkin, Tjóðveldi og ein ella fleiri av teim­um smáu. Valið nærkast. Nógvir flúrar eru, sum kunnu skaða løgmann og sam­gong­una í vár, kanningin hjá Gammeltoft og sakarmálið hjá Jørgen Nicalsen. Fyri samgonguna hevði eitt val ver­ ið kær­komið – áðrenn tey skulu bera fíggj­ar­karm­arnar í ting­ið í seinasta lagi 1. apríl. Flúrar kunnu framskunda val Tað er kanska cool við einum løgmanni, sum hevur adressu í eini løgmansgøtu... Verður Aksel V. Jo­hanne­ sen løgmaður, so sum velj­ara­ kannigin í síðstu viku vís­ir, so fáa vit ein løgmann, sum býr í ikki færri ein tveimum løg­mans­gøtum. Hann býr í Maritugøtu í Hoy­vík. Húsini hjá Aks­eli eru endaraðhús, sum hava Mar­itu­gøtu til tvær síð­ ur. Triða síðan vendir móti Atla­gøtu. Meira løg­mans­ligt kanst tú ikki búgva – so­leiðis umgyrdur av løg­mans­gøt­ um. Í býlingunum við Løg­ manna­breyt í Hoyvík hevur Tórs­havn­ar kommuna valt at kalla gøt­ur­nar eft­ir løg­monn­ um. Tær fyrstu fýra gøt­ur­nar fingu nøvn eft­ir løg­monn­ u­num, sum deyðir vóru: Andras Samuelsen, Kristian Djur­huus, Petur Mohr Dam og Hák­un Djurhuus. Tær eita Andrasargøta, Krist­i­ ans­gøta, Pætursgøta og Hák­ un­ar­gøta. Marita Pet­er­sen doyði í 2001. Eftir henni var Mar­it­u­ gøta nevnd. Eftir at Atli Dam doyði í 2005 var Atlagøta nevnd eftir honum. Nógv fólk búgva í hesum øki­num. Serliga í Maritugøtu búgva nógv fólk, tí har eru rað­hús við 131 í­búð­um. Í hinum fyrru løg­mans­gøt­u­ num eru sethús, sum tí­skil ikki eru so nógv í tali, til­sam­ ans eru 119 matriklar í teim­ um fýra gøtunum. Men í gøtuni, sum er upp­ kall­að eftir Atla P. Dam, sum hevur sitið nógv longst sum løg­maður, í meira enn 16 ár, har býr eingin, og har fer eingin nakrantíð at búgva. Eitt sindur løgið av Tórs­ havn­ar komm­unu at kalla ein lítl­an stikkveg mill­um Løg­manna­breyt og Karla­ magn­us­ar­breyt eft­ir Atla Dam. Har býr eingin og har fer heldur ongantíð nakar at búgva... Løgmaður í løgmansgøtum Gammeltoft, sakarmál og fíggjarkarmar kunnu ávirka... Tey, sum eiga hús ella í­búð kunnu draga andan lætt­ an. Nú er nevniliga greitt, at rent­u­stuðulin tey fáa í sam­band við lánini tey hava í húsunum ella íulini, verð­ur ikki lækkaður. Annars legði Jørgen Nicla­sen, landsstýrismaður í fíggj­ar­málum, uppskot fyri løg­tingið um at lækka rentustuðulin eitt prosent um ár­ið, so at hann var kom­in niður á 30 prosent í 2019. Hann sigur, at lands­kass­ in fer at spara 2,5 milliónir fyri hvørt prosent, stuðulin lækk­ar. Men fíggjarnevndin hjá løg­ting­i­num sigur nei til at lækka rentu­stuðulin. Hetta er eitt av teimum fáu mál­u­num, har bæði ting­limir úr samgongu og and­støðu eru púra samd­ ir og teir vísa á, at í́ 2009 varð semja gjørd í fíggj­ar­ nevndini um eina fram­tíð­ ar­loysn. Tí heldur nevndin at tað er skeivt at gera broyt­ing­ ar nú, sum ikki neyvt eru partar í eini heild­ar­ætl­an­ ætl­an. – Rentustuðulin hev­ur stóra ávirkan á bú­stað­ ar­markn­aðin og fíggj­ar­ markn­að­in í Før­oy­um og so­statt ávirkar hann eisini virð­ið á húsum og íbúðum. – Eisini fer ein broyting í rent­u­stuðli­num at ávirka stór­an part av føroysku hús­ar­hald­u­num, serliga tey, sum ný­liga hava tikið lán fyri at keypa teirra hús og heim. Fíggjarnevndin er tí samd um at heita Jørgen Nicl­a­sen um at arbeiða fyri, at gera langtiðarætlan og lang­tíð­ar­semju við allar flokk­ar á tingi um, hvussu rent­u­stuð­ulin skal vera í fram­tíð­ini. Í hesum sambandi skal hugs­ast um at tryggja ein góð­an og væl­virk­andi bú­stað­ar­markn­ að, f í g g j ­a r ­ markn­að og at ver­andi húsa­eig­ar­ar kunnu kenna seg trygg­ ar við f í g g j ­ ar­ligu ú t ­ litini. Heima við hús er Aksel V. Johannesen umgyrdur av løgmansgøtum – hann hevur javnaðarløgmenn til tríggjar síður í endaraðhúsinum í Maritugøtu 79... Sleppur ikki gera tað dýrari at eiga hús