hósdagur 13. november 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 14. november 2014 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og
vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski
vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av
havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 201315 við
fleiri undirpunktum, umsóknarbløð,
veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging ella onnur fígging er
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans
2,208 mió. kr í 2015 til nýggjar og verandi
verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni
at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp
til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 1. desember 2014, kl. 12.00.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.:
35 30 30
fartel.: 55 32 48
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2015.
FISKIVINNUROYNDIR 2015
Lýsing eftir umsóknum
Nám sóknast eftir dugnaligum og
ágrýtn um bókavørði frá 1. januar 2015
ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt
farloyvisstarv til 15. november í 2015.
Talan er um fjølbroytt og áhugavert
starv í Námi við møguleikum fyri
fak ligari og persónligari menning við
skiftandi uppgávum.
Uppgávurnar eru m.a. at:
•
samskifta og hava avgreiðslu í
savninum og umvegis telefon og
teldupost
•
skráseta nýtt tilfar
•
skipa savnið
•
hava ábyrgd av DantekBooking
útlánsskipanini
•
og ymist annað fyrifallandi.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur:
•
útbúgving innan økið – bókavørður
ella skúlabókavørður
•
royndir innan økið
•
góðan teldukunnleika og kunnleika
til mál – serliga føroyskt
•
góð samstarvsevni og førleika at
arbeiða sjálvstøðugt.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
fakfelag.
Vit bjóða
Eitt sera spennandi og avbjóðandi starv
við nógvum skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógv-
um, C.V. o.ø skal sendast til:
Nám
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3084
FO-110 Tórshavn
Telefon 755150
Ella sum teldupostur til: nam@nam.fo
Umsóknin skal vera Námi í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 28. november
2014, kl. 12.00
Upplýsingar um virksemið í Námi eru at
finn a á heimasíðu okkara www.nam.fo
og www.snar.fo.
Er neyðugt við fleiri upplýsingum, kanst
tú seta teg í samband við Magnus
Tausen, stjóra, á tlf. 755150.
Vilt tú vera við til at styrkja og menna savnsøkið í Námi?
Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av
skúlatilfari, skeið, Snar, FirstClass og gevur út undirvísingartilfar. Savnið í Námi vendir sær til skúla
verk ið og dagstovnaøkið og er ein sýnisgluggi, har nýggjasta føroyska og útlendska undirvísingartilfarið
verður víst fram til kunningar, íblástur og útlán. Í savninum eru eisini yrkisbókmentir og flokssett við
fagurbókmentum á føroyskum, donskum og enskum.
Bókavørður til Nám
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
Tel. +298 340 800
Faks +298 340 801
lv@lv.fo
www.landsverk.fo
Vilt tú arbeiða við starvsfólkaumsiting á einum
sera fjølbroyttum stovni við 140 starvsfólkum,
so er Landsverk rætta arbeiðsplássið. Vit leita
eftir einum virkisfúsum og tænastusinnaðum
fólki til stjórnardeildina.
Arbeiðsuppgávur
Tú fert at taka tær av ymiskum umsitingar-
ligum uppgávum, ið fyrst og fremst eru innan
starvsfólkaøkið. Uppgávurnar fevna millum
annað um:
• Umsiting í sambandi við starvsfólka
viðurskifti. Hetta inniber millum annað
nakað av lønarumsiting, sáttmálaspurningar,
skeiðsumsiting og umsiting í sambandi við
starvsetanir v.m.
• Einstakar skrivarauppgávur
• Aðrar uppgávur innan starvsfólkaøkið
og á stjórnardeildini annars.
FørleikAkrøv
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra við-
komandi útbúgving.
Tú hevur royndir innan fyrisiting, og er tað ein
fyrimunur, um tínar royndir fevna um almenna
starvsfólkaumsiting.
Tú ert væl fyri innan KT, og tað er ein fyrimunur,
um tú dugur væl at skriva.
Sum persónur ert tú sera væl skipaður, og tú
hevur eyga fyri smálutunum. Tú ert jalig/ur og
tænastusinnað/ur, og altíð til reiðar at rætta
eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.
setAnArviðurskiFti
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir
annars eru sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið.
Arbeiðsstaðurin er høvuðskrivstovan í
Tórshavn.
umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing
(cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu
www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum
í hendi í seinasta lagi 23. november 2014.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Ásu Ósá tlf. 290 816.
Les meira á www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum og hevur
um hendi vega- og havna myndug leika uppgávur og
byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir,
útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir,
bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
skrivstovuFólk til
stArvsFólkAumsiting
LAndsvErk søkir
Stjóri til Tjóðpall Føroya
Tjóðpallur Føroya søkir eftir stjóra at seta í starv frá 1. februar 2015.
Tjóðpalsstjórin hevur listaligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av týdningar
mesta almenna mentanarstovninum, tá ræður um føroyska leiklist.
Førleikakrøv
Vit vænta at umsøkjarar hava:
• Leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella drúgvar royndir innan
leiklistaliga økið.
• Útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring.
• Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin.
• Evnini og viljan at samstarva breitt, við allar týðandi tættir í føroyska
leiklista og mentanarumhvørvinum.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið er áramálssett til 5 ár, og lønt sambært 36. lønarflokki í sáttmála
millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera
tænastumannastarv. Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til
forkvinnuna fyri Leiklistaráðið, Elsu Johannu Høgenni, á telefon 214562
ella á elsajohanna@input.fo.
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast til
input@input.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
1. Desember kl. 12.00.
Tjóðpallur Føroya hevur eina árliga fíggjarætlan á 5,1 mió. kr. við 4,3 mió. kr. í almennari
rakstrarjáttan og umleið 800.000 kr. í eginfígging. Á stovninum starvast, umframt
stjóran, 1 skrivstovufólk og í ársmiðal 8-10 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri
tíðarskeið. Tjóðpallurin setur í miðal 4 leikverk upp um árið. Karmar fyri Tjóðpallin
eru at finna í Lóg um Tjóðpall Føroya frá 2003.