Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 7 • 14. november 2014 Forsíðumynd: Sofía Nolsøe Mikkelsen Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Inger Smærup Sørensen Grafiskt snið: Pætur Eyðunsson Jensen Nógvar útlendskar kanningar eru, sum vísa, at íløgur í mentan geva ovurstóran vinn­ing. Hvør króna, sum verður løgd í mentanina kemur tíggjufalt aftur, fráflyting broytist til tilflyting, pengasterk ferðafólk standa uppi á hvørjum øðrum fyri at sleppa at brúka rúgvur av dollarum á plássum, sum hava brúkt pening til mentan. Sjálv havi eg ofta víst til hesar kanningar og sama gera onnur javnan. Hetta gera vit helst, tí orðaskiftið um pengar til mentan er skrúvað soleiðis saman, at tú mást grundgeva fyri mentanaríløgum – ikki tí tær eru neyðugar – men tí tær eru luksus. Tað krevjast køld tøl at sannføra um týdningin av mentanaríløgum. Og av onkrari orsøk hava vit funnið okkum í tí. Sannleikin er eisini, at nógvar kanningar vísa, at ”cool cash”-vinningurin av mentanini ikki altíð er so høgur, og at sambandið millum list og peningarligan vinning ikki er so einfalt, sum tú kundi ynkst tær. Tað er ikki altíð, at vit tíma at fara tann vegin, har mentanin fær bestu kor. Í hvussu so er ikki bara av teirri orsøk. Ikki veit eg, hvørjar kanningar eru rættast. Sum so ofta, liggur sannleikin helst mitt ímillum. Men eg vil fegin tala fyri, hvussu stóran týdning tað hevur at gera íløgur í mentan uttan at til ber at síggja, hvussu nógvar krónur síggjast aftur av samfelagsins vælvilja. Tí listin og mentanin geva okkum so ómetaliga nógv annað og meiri. Vit skulu tora at snara kjakinum og ikki viðurkenna fortreytina, at tað altíð skulu neyv tøl á borðið. Vit eiga at krevja, at íløgur – stórar íløgur – verða gjørdar í mentan, at virðing, vitan og hugflog verður veitt mentanini, uttan at tøl skulu verða avgerandi grundgevingin. Sambandið millum list og samfelag, millum listafólk og almenningin er ikki krónur og oyru. Smbandið er torskilt og kensluborið – á tremur við andsøgnum, undran, dátt-tilburðum, margfeldi og við stórum møguleikum, sum ikki ber til at seta tøl á. Ein góð vinkona undirvísti í nøkur ár í utopi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hon segði, at har vóru altíð nøkur, sum ikki orkaðu at taka lut í skeiðnum, tí ein utopi var nakað sum ikki var til, nakað órøkkandi og veruleikafjart – tað var alt ov stríggið hjá sumum. Men júst tí haldi eg tað hevur týdning at arbeiða við utopi, tí í hugsaða heiminum mennast tankar og til ber at koma fram til okkurt nýskapandi. Okkurt týdningarmikið, sum ikki hevur verið til áður. Tað hendir ikki, tá kjak um mentan gerst eitt kjak um krónur og oyru ella tá listin tódnar til nakað, sum kann mátast. ritstjóri Inger Smærup Sørensen Oddagrein Spælir sær við yrki at lýsa menniskju Barnamentanarsíðan - Lokaða landið Ársins Hoyma Jean Genet ”Ull er Føroya Gull” – ella var tað bindingin? Á bókasavinum Hansens Pakkhús Eg síggi teg betur í myrkri FIMM-Festivalurin ummæli: samrøða: Plakat eftir Lenu Anderssen plakat: