mánadagur 17. november 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Tíðindi
síða 6-7
Kvinnur
stuðla
kvinnum
Tíðindi
síða 8
Ferð á
tunnilsar
beiðið
Orrustan um vanlukkuna við Anitu
og ikki minst um avdúkaðu ráns
veiðuna hjá skipinum er eitt pínligt
mál.
Vit hava eitt føroyskt reiðarí,
sum efitr øllum at døma rennir ør
indi fyri útlendingar, sum ikki virða
rættindi hjá sjófólki, sum í Føroyum
eru nátúrlig.
Vit hava eitt reiðarí, sum ikki
himprast við snýta og harvið
eisini stjala burtur av ogn Føroya
fólks, og so tá løgmaður umsíðir
langar nevan í borðið og tekur
veiðurættindi frá skipinum, so
roynir reiðaríið við løgfrøðisligum
snildum at sleppa undan revsing
fyri sítt ólógliga virksemi – ella
fyri at siga tað sum tað er, fyri at
legalisera sína ránsveiðu.
Málið um indonesiska sjómann
in, sum sjólætst, er ein sorgarsøga
fyri seg. Eisini málið um, hvussu út
lendska manningin varð viðfarin av
reiðarínum.
Men at P/F Seta og føroyska
strámaðurin og reiðarin nú roynir
seg við løgfrøðisligum snildum at
sleppa undan nátúrligu revsing
ini fyri ránsveiðuna, sigur nakað
um muruna hjá fólkunum handan
reiðaríið.
Fakta er, at Anita hevði loyvi
at seta 1.400 gørn. Brimil var hjá
Anitu, tá gørnini vórðu drigin fyri
páskir. Tá vísti tað seg, at skipið
hevði heili 4.649 gørn standandi úti
á Ytstabanka.
Gørnini høvdu tá staðið alt ov
leingi, skipið hevði ikki boðað Vørn
frá knattstøðu. Umframt hetta
vórðu fleiri onnur lógarbrot nevnd
í ákæruritinum.
Vit vita øll, at løgmaður viðhvørt
sigur ov nógv. Men tað kann ongan
tíð legalisera tilætlaða og planlagda
og skipaða ránsveiðu hjá einum før
oyskum reiðara, sum ger sær dælt
av og vinnu pengar við at lumpa og
lirka fyri útlendsk fíggjarlig áhug
amál.
Vit skulu sjálandi hava skipaðan
fiskiskap – bæði í Føroyum og alla
aðrastaðni við. Men tað eru altíð
fólk, sum vilja snýta og gera sær
dælt av at snýta samfelagið og øll
onnur og bara hugsa um at fáa egn
an vinning. Tí hevur tað týdning,
at hesi fólk fáa ta revsing, tey hava
uppiborið. Men hevur løgmaður
gjørt ein fótfeil við at siga ov nógv,
so kann tað ongantíð legalisera
skipaða ránsveiðu.
Tað heldur Løgtingsins umboðs
maður eisini.
Reiðarin á Anitu, og aðrir strá
menn fyri útlendsk kapitaláhuga
mál áttu heldur at biðið Føroya fólk
um almenna umbering, tí at draga
løgmann í rættin fyri at burturfor
klára skipað lógarbrot, tað er stór
fúl skomm!
Hattin av fyri kaj leo
Tá
Marius
Dam
Christ
ophersen hevur ferniser
ing í Smiðjuni í Lítluvík
fríggjadagin kl. 15, verður
hann tann yngsti nakrantíð,
ið hevur einstaklingafram
sýning í Smiðjuni.
Marius fyllir 11 ár sunnu
dagin 23. november og er tí
einans 10 ár, tá framsýningin
letur upp. Hetta er so nógv
yngri enn nakar annar, ið
hevur sýnt fram einsamall
ur.
Hetta er onnur einstakl
ingaframsýningin, ið Mari
us hevur. Hann sýndi í mai
2011 fram í Skúlanum við
Løgmannabreyt, eisini hevði
hann eitt verk við á fram
sýningini “Hvat er natúrligt”
í Østrøm í 2012.
Marius helt sjálvur í vár, at
nú var so langt síðan, at hann
hevði havt eina framsýning,
og spurdi tí um møguleikan
at lána Smiðjuna í Lítluvík.
Hetta bar væl til, hóast nakað
av bíðtitíð var.
Á
framsýningini
vera
tekningar og málningar, ið
Marius hevur gjørt seinastu
árini. Her er ein greiður
íblástur frá hetjuteknirøðum
og filmum, men eisini onnur
tema verða tikin fram.
Framsýningin letur upp
klokkan 15 fríggjadagin 21.
november, tá almenn ferni
sering er. Síðan verður som
uleiðis opið leygardag og
sunnudag.
Opið er soleiðis:
Fríggjadagin 21. november 15-
18 (fernisering)
Leygardagin 22. november
klokkan 11-15
Sunnudagin 23. november
klokkan 11-16
Marius í Smiðjuni
Reiðarin átti at biðið Føroya
fólk um alemnna umbering
Veðrið hósdagin og
fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av suðri og
yvirhøvur turt veður. Hitin millum
5 og 9 stig.
Veðrið mánamorgunin:
Eitt hátrýst, 1024 hPa. yvir
Skandinaviu breiðir seg
hendavegin.
Veðrið týsnáttina:
Hátrýstryggurin yvir Føroyum
mennist nakað.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Lot til andøvsgul av landsynningi
og yvirhøvur turt og sólglottar.
Hitin millum 5 og 8 stig.
m
MIKUDAGIN
MÁNADAG
TÝSDAGIN
3-8 m/s
5-10 m/s
6-11 m/s
3-8 m/s
5-10 m/s
6-11 m/s
Gul til stívt andøvsgul av
landsynningi og fyrrapartin okkurt
æli, men seinnapartin sólglottar.
Hitin millum 5 og 8 stig.
Gul til stívt andøvsgul av suðri
og landsynningi og yvirhøvur turt
og sólglottar. Hitin millum 5 og
8 stig.
10 ára gamli Marius
Christophersen letur upp
listaframsýning í smiðjuni
í Lítluvik fríggjadagin