Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. november 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. november 2014 · Nr. 131 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge – Tað hevur verið ein mót­ brekka nokk so leingi, men eg vónaði at tað ein ferð fór at venda. Eg var eitt sind­ur skeptiskur, tá hann brendi beint fyri hálvleik. Tí var ordiliga forloysandi, tá málið kom. Nú er alt broytt og alt er gott, sigur Edmund Jacobsen. Jóan Símun Edmundsson hevur havt tað trupult ein part av kappingarárinum. Hann hevur verið skaddur og hevur ikki spælt við fullari ferð. Nú riggar aftur og tað sæst aftur á avrikinum. Jóan Símun hevur eisini havt tað trupult við at skjóta mál á lands­liðnum, men hesa ferð riggaði. – Eg eri so ótrúliga glaður hans­ara vegna, at hann endiliga fekk hatta málið, sum vit hava bíðað eftir. Vit sótu heima í stovuni og hugdi. Eg bíðaði bara eftir at málið til hinar kom. Tað er jú tað vanliga, men so fáa vit mál og tað er ótrúligt, sigur Edmund Jacobsen. Lítla løtu seinni komu Jóan Símun Edmundsson og hinir landsliðsspælararnir út at heilsa upp á tey kæru. – Eg fari at ynskja honum til lukku, sigur ein stoltur og fegin pápi um sonin, Jóan Símun Edmundsson. Kaos og gleði Seinastu minuttirnar av dyst­inum varð Jóan Símun Edmundsson útskiftur. Var tað hart at spæla og stríðast á vøll­inum, so mundi tað verða minst líka hart at sita uttanfyri seinastu min­ uttirnar. – Tað var panikkur í, tí brádliga stendur tú í eini støðu, har tú ikki kann ávirka gongdina í spælinum. Vit vóru so spentir á bonk­ inum og ongin kláraði at sita stillur. Hinvegin, so stóli eg fult og heilt upp á lið­ felagirnir og eg haldi ikki at teir skapa so nógvar møgu­ leikar móti endanum, sigur Jóan Símun, sum skoraði einsa­malla málið í dystinum. Málið kom tá dysturin var ein tíma gamal. Eitt flott álop endar við, at Brandur H. Olsen roynir seg við skoti í heldur torførum umstøðum. Hann rakar ikki bóltin reint, sum endar hjá Jóan Símuni. – Kritukkurin hevur verið, at eg ikki dugi at standa á rætta stað, so tað royndi eg. Eg sá at har stóð ein hjá teimum, so eg var ikki rang­ stadd­ur. So skuldi eg bara prika bóltin inn, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum nú er noteraður fyri tvey mál í 30 lands­dystum. – Eg hyggi út á hjálpar­ dóm­aran og hann veittar fyri mál. Tá er bara kaos og gleði, sigur Jóan Símun Edmunds­son, sum hevur tosað við millum annað Sky Sports Radio um avrikið í Grikkalandi. Toftamaðurin er í løtuni uttan sáttmála. Sum skilst, so verður fyrst og fremst leitað eftir einum felagið uttanfyri Føroyar. Verður tað ikki til nakað, so er sann­ líkt at HB hevur hægstu rað­festing. Har spældi Jóan Símun í seinnu hálvu farna kapp­ingarár. Eitt er so vist, nú kenna tey flestu ungan tofta­mann­ in, sum spælaran, ið søkti griksku skútuna í Pireus. trondur@sosialurin.fo Á flogvøllinum í Vágum fóru fleiri spent foreldur komin at taka móti spælarunum. Millum teirra eru Edmund Jacobsen og Ann Poulsen , ið eiga Jóan Símun Edmundsson. Edmund var sjálvandi stoltur av avrikinum hjá soninum Endiliga kom málið Stolt foreldur: Allur heimurin vil tosa við okkara menn fótbóltur Síðani bragdið í Athen fríggja­kvøldið hava miðl­ ar úr øllum heim­inum vent sær til Fót­bólts­sam­ band Føroya fyri at fáa orð á annaðhvørt spæl­ arar, venjara ella onn­ur umboð fyri FSF. Serliga Jóan Símun Edmunds­son hevur vakt ans kring heimin. Hann skoraði málið og bleiv valdur til dagsins spæl­ara í dystinum. Eftir dystin var Jóan Símun bein­ leiðis í griskum sjónvarpi eftir dystin á tveimum ymiskum rásum. Leygar­ morgunin vóru aftur boð eftir fyrrverandi Newcastle spælaranum, tá Sky Sports Radio vildi hava føroyskur hetjuna bein­leiðis í gjøgnum. Tað var eisini nógv størri áhugi fyri Lars Olsen eftir dystin, enn tað var undan dystinum. Tá ið Lars Olsen hevði sín tíðinda­fund eftir dystin, vóru tíðindafólkini eini 60 í tali, umframt eini 10 sjón­ varpstól. Tá ið Føroyar høvdu tíðindafund dagin fyri dystin, vóru tíðinda­ fólkini eini 10 í tali. Úr Fótbólts­samband­ inum ljóðar, at miðlar úr eitt nú Onglandi, Írlandi, Danmark, Ísrael, Grikka­ landi, USA og Týsk­landi vent sær til FSF eftir dystin. Í Kastrup stóðu ikki færri enn trý donsk sjonvarpslið frá stóru donsku sjónvarps­rás­ unum og tóku ímóti Lars Olsen og teimum før­ oysku leikarunum, ið fóru av í Danmark. Fyri­spurn­ ing­ar koma framvegis reglu­liga inn. Á heimasíðuni hjá FSF ber til at keypa lands­liðs­ blusur, og um vikuskiftið hevur hesin aktivitetur verið óvanliga høgur, og tað er fyrst og fremst út­ lend­ingar, ið vilja ogna sær eina Føroyar blus, verður sagt úr Fót­bólts­ sam­bandinum. trondur@sosialurin.fo Jóan Símun Edmundson saman við stoltu foreldrinum, Ann Poulsen og Edmund Jacobsen Mynd: Tróndur Arge