Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ein sterk privat útvarpsstøð, sum skal gera útvarp, sum fólkið vil hava! Tað er endamálið við at leggja tær tríggjar privatu útvarpsrásirnar, Rás2, VoxPop og KissFM saman í eitt fel­ag. Tað er Miðlahúsið, sum eigur Rás2, sum hoyrist um alt landið. Vox Entertainment eig­ur VoxPop og Kiss­FM, sum senda í høv­uðs­stað­ ar­økinum, og sum í næstum verða at hoyra á klaksvíksleiðini eisini. Nú eru hesar rásir í sama felag, sum báðir partar eiga á jøvnum føti. Nýggja felagið fer at reka allar tríggj­ar rásirnar. Endamálið við hesi samanlegg­ ing er, at rás­ir­nar skulu samstarva held­ur enn at kapp­ast. Føroyski lýsingarmarknaðurin er av­markaður, men við hesi sam­ an­legging verður mett, at tað ber til at fáa lønandi rakstur í felagið. Tað at Løg­tingið er í ferð við at broyta grund­ar­lagið fyri at reka miðlar í Før­oy­um – og tað at ætlanir eru um, at Kring­varpið ikki í framtíðini skal kunna selja lýsingar, hevur birt und­ ir ætl­anirnar hjá Miðlahúsinum og Vox Ent­er­tainment í felag at gera eina sterka privata útvarpsrás, sum skal gera øðrvísi og betri útvarp á trim­um platformum. Nýggja útvarpsstøðin fer longu frá byrjan at hava nógvar lurtarar – kanska hevur hon lonug fleiri lurtarar, enn Kringvarpið. Tað er tí, at støðin sendir tríggjar rásir sam­stund­ is. Tí ber til at raka fleiri málbólkar sam­stundis. Við at selja lýsingar á øll­um rásunum, so fer at bera til hjá lýs­ar­um at røkka longir við eini lýs­ ing hjá nýggju útvarpsrásini, enn í al­menna kringvaprinum. Fyri fyri mentanarlívið, fyri før­ oyska samfelagið, ja fyri fólkaræðið, er tað gott, at vit hava í øllum førum eina sterka útvarpsstøð, sum kann geva almenna kringvarpinum tað mót­spæl, sum skal til. Hinvegin skulu vit sjálv­andi hava eitt sterkt alment kring­varp, sum verður fíggjað við al­mennum pengum og ikki við at kapp­ast við privatu miðlarnar um lýs­ing­ar­nar. Politikararnir hava ikki virt spæl­ i­regl­ar­nar hjá privatu fjølmiðlunum. Skift­andi mentamálaráðharar – og skift­andi landsstýri og meirilutar á tingið hava latið staðið til, so støð­ an bara er versnað. Nú tykist kort­ ini vend at verða komin í. Bæði í andstøðuni á tingi og í sam­gong­uni er vilji at hóma, og í fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot­i­num frá landsstýrinm eru av­ sett­ar tvær milliónir krónur í játtan til fjølmiðlar. Hesi hugburðsbroyting heilsa vit væl­komn­ari. Við nýggju útvarpsstøðini – sum send­ir tá trimum ymsum rásum – fara vit at gera okkara til, at Føroyar fáa betri, breiðari og fjølbroyttari miðl­a­lands­lag í framtíðini. Nú hómast vilji á tingi fyri privatu fjøl­miðlunum Vilja gera fólksins útvarp Fíggj­ ar­ó­skil hjá Johan Dahl Hans Petur joensen kjak síða 20 Á­ byrgd alla manna Thorbjørn Brochs kjak Síða 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Vit upplivdu tað í 1424,í 1440, í 1612 og í 1954. Og 20. mars í ár fáa vit aftur møguleikan. Tað er sólarmyrking, vit tosa um. Hjá teimum, sum eru far­in um seksti, verður tað fyri aðru ferð, at vit uppliva hetta sjáld­sama náttúrúfyribrigdi. Bjarni Djurholm, løg­tings­mað­ur, heldur hetta vera so á­huga­ vert, at hann hevur spurt Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúla­málum um Menta­mála­ ráð­ið fyrireikar nøkur átøk í skúla­verkinum sambandi við søguligu sólarmyrkingina – og um lands­stýr­is­mað­urin ætlar, at skúlar og und­ir­vís­ ing­ar­stovn­ar verða frítiknir frá van­ligari undirvísing 20. mars 2015? Bjarnir Djurholm vísir á, at sól­ar­myrk­ingin byrjar klokk­ an 9:40:12, ta hon rakar Myk­i­ nes­hólm og síðani fer haðani eyst­ur­yvir. Umleið hálvan ann­an minutt seinni rakar myrkrið um tað eystasta á Fugl­oynni. Myrkrið varar góð­ar 2 minuttir. Seinasta full sólarmyrking í Før­oy­um var 30. juni í 1954. – Farnu øldurnar vóru full­ ar sól­ar­myrkingar í Før­oy­um í 1424, 1440, 1612 og sum nevnt í 1954. Í árinum 1733 var sól­ar­ myrk­ing, sum var næst­an full. Sum flestu kunnugt er sól­ar­ myrking, tá ið mánin stendur mill­um sólina og jørðina, so­ leiðis at jørðin kemur í skugg­ an av mánanum. Tá ið sól­ ar­myrk­ingin er full, verð­ur myrkt eina løtu, og so verð­ur ljóst aftur, sigur Bjarni Djur­ holm. Hann vísir á, at fullar sólar­ myrk­ing­ar eru ógvuliga sjáld­ sam­ar, og restina av hesum ár­a­tús­und­inum verða bara tvær full­ar sólarmyrkingar aft­ur­at í Føroyum. Sambært NASA verða tær 26. mai 2245 og 7. sep­tember 2974. Sostatt er talan um sera sjáldsamt nátt­úr­u­fyribrigdi. Tað er við spenningi, at før­oy­ing­ar og onnur bíða eftir sól­ar­myrk­ingini í mars 2015. – Náttúrufyribrigdið eigur eisini at hava at hava fulla eks­ po­ner­ing í skúlaverkinum - frá grund­skúla til hægsta lesnað. Ábyrgdina av hesi fyriskipan er hjá Mentamálaráðnum, sigur Bjarnir Djurholm, sum tí vil hava landsstýrismannin at svara spurninginum. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin strúkur í vindi av suðri og møguliga turt, men leygardagin hvassur vindur av suðri og regn, seinnapartin minni vindur av útsynningi og ælingur. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðrið týsmorgunin: Ein hátrýstryggur 1016 hPa. yvir Føroyum mennist. Veðrið mikunáttina: Hátrýstryggurin yvir Føroyum mennist. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinnapart Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. V H m HÓSDAGIN TÝSDAG MIKUDAGIN 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s Gul til stívt andøvsgul av landsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Gul til stívt andøvsgul av suðri og fyrrapartin yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin møguliga ælingur. Hitin millum 4 og 7 stig. Sólarmyrking skal hava fulla eksponering í skúlanum