týsdagur 18. november 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein sterk privat útvarpsstøð
Áki Bertholdsen
Útvarpsrásirnar Rás2, Vox
Pop og KissFM hava gjørt av
at leggja saman. Tað merkir,
at sama felag framyvir fer at
reka tær tríggjar útvarps
rásirnar, Rás2, VoxPop og
KissFM. Tað eru dóttirfe
lagið hjá Sosialinum, Sp/F
Miðlavarpið og Vox Enter
tainment, sum nú hvør eiga
50 prosent í nýggja felag
num.
Ætlanin við samanlegg
ingini er at gera øðrvísi og
betri útvarp á øllum trimum
útvarpsflatunum.
– Endamálið er greitt – at
gera útvarp til lurtararnar og
útvarp til tíðina, sum vit eru í
nú. Við trimum útvarpsrásum
kemur nýggja felagið at hava
enn størri møguleika at raka
teir ymiskum málbólkarnar
í samfelagnum til gagns fyri
bæði lurtarar og lýsarar.
Hetta letur eisini upp fyri,
at tað í størri mun verður
lurtarin, sum sleppur gera
av, hvat hann vil hoyra.
Tað sigur Jonhard Hamm
er, stjóri á Rás2.
Hóast nýggja felagið ikki
formelt er skipað við leiðslu
enn, so er nýggja felagið
longu farið til verka.
– Tað er júst við enda
málinum at arbeiða saman,
at hendan ætlan er vorðin
veruleiki. Saman standa vit
nógv sterkari í kappingini á
lýsingarmarkanðinum, sigur
Petur Slyne, sum er ein av
monnum aftan fyri Sp/F Vox
Entertainment, sum nú eigur
helvtina í nýggja felagnum.
Nýggju samstarvsfelag
arnir dylja heldur ikki, at tað
hevur birt undir áhugan at
leggja støðirnar saman, at
løgtingið hevur í umbúna at
broyta lógina um kringvarp
soleiðis, at almenna Kring
varpið ikki verður so aktivt á
lýsingarmarknaðinum, sum
tað hevur verið. Eisini hevur
landsstýrið í fíggjarlógar
uppskotinum fyri næsta ár
skotið upp at veita ein fjøl
miðlastuðul, og á hesa konto
eru settar tvær milliónir
krónur. Hetta eru tiltøk, sum
fær útvarpsfólkini á privata
fjølmiðlamarknaðinum
at
gera enn meira til tess at fáa
tað at bera til við eini muna
dyggari privatari útvarps
støð.
Sum er hoyrist Rás2 kring
so at siga alt landið og á
netinum, meðan VoxPop og
KissFM hoyrist í Tórshavn, á
Skálafjørðinum og á netinum.
Fyrsta stóra betringin verður,
at VoxPop og KissFM innan
fáar dagar eisini verður at
hoyra í Klakvsík.
– Vit skulu vera mótvekt
til
alemnna
Kringvarpið.
Vit eru eisini ein partur av
tí, sum vit populert kalla
tað fjórða statsvaldið. Vit
skulu gera radio til allar før
oyingar, bæði heima og á
arbeiðsplássum. Vit skulu
gera tað stuttligari at búgva í
Føroyum, siga teir báðir, Pet
ur Slyne og Jonhard Hamm
er.
Við tað meina teir, at
nýggja felagið skal gera út
varp við fólksligum inni
haldi. Ein fyrimunur við
trimum rásum er eisini, at til
ber at røkka fleiri málbólkar
samstundis. Við at leggja
saman lurtaratølini hjá øllum
rásunum, so verður nýggja
útvarpsstøðin uttan iva støð
in við flestu lurtarum.
Fyri lýsarar hevur tað
eisini tann fyrimun, at lýsarar
kunnu lýsa við somu lýsing á
fleiri fleiri rásum samstundis
– og harvið eisini røkka fleiri
málbólkum í senn.
– Við samanleggingini fáa
vit eisini gagnnýtt vitan hvør
hjá øðrum og soleiðis brúkt
styrkir hvør hjá øðrum. Tað
snýr seg bæði um sølu, um
framleiðslu, um tónleik, um
mentan, um politikk og so
framvegis, sigur Petur Slyne.
– Vit fara at fokusera nógv
upp á tíðindi, upp á ítrótt og
upp á politikk, og vit fara
at nýta styrkina hjá báðum
feløgunum hvør sær og gera
eitt heilt nýtt konsept til allar
rásirnar, sigur Petur Slyne.
– Saman kunnu vit lyfta
mátan,
vit
gera
útvarp
uppá, upp á eitt hægri stig.
Sum partur av einum størri
miðlasamtaki, sum Miðla
húsinum, so fáa vit gagnnýtt
allar miðlapallarnar enn bet
ur, sigur hann.
– Og vit eru sum nevnt
ein privat fyritøka. Her er
ikki so høgt frá høvur til
tá, og tí er tað lættari at fáa
nakað at henda og fáa gjørt
tær broytingar, sum eru
neyðugar, sigur Petur Slyne.
Jonhard Hammer sigur,
at farið verður til verka alt
fyri eitt.
– Vit gera nakrar tillag
ingar nú beinanvegin, hóast
tær
stóru
broytingarnar
ikki verða at síggja fyrr enn
næsta ár. Vit gera eina jóla
skrá nú, og so nýta vit tíðina
til jóla at leggja til rættis,
hvussu rásirnar verða skip
aðar eftir nýggjár, sigur Jon
hard Hammer.
– Vit ivast ikki í, at vit
saman kunnu fáa ein sterkan
miðil, sum kann gera betri
tilfar, enn tað, sum vit hava
kunna framleitt hvør sær,
sigur Jonhard Hammer, stjóri
á Rás2.
aki@sosialurin.fo
tíðindi
– Saman standa vit nógv sterkari. Vit røkka fleiri málbólkum og vit verða
útvarpsstøðin við flestu lurtarunum, siga eigararnir av Rás2,
VoxPop og KissFM, sum nú eru í sama felag
FAKTA
Sp/F Vox Entertainment og Sp/F Miðlavarpið eiga hvør
sína helvt at nýggja rakstarfelagnum hjá øllum trimum
rásunum.
Eigarar í Sp/F Vox Entertainment eru Petur Slyne, Rúni
M. Djurhuus og Hálvdan Haldansen við feløgum sínum.
Sp/F Miðlavarpið (Rás2) er dóttirfelag hjá Sosialinum
og partur av Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Petur Slyne, Jonhard Hammer, Rúni M. Djurhuus og Eirikur Vilmundsen