týsdagur 18. november 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjálvbodnu felagsskapir
nir í Føroyum eiga stór
an part av æruni fyri, at
rættindini hjá børnum
eru drigin fram, og ljós er
varpað á hesi viðurskifti.
Í
frágreiðingini
um
barnarættindasáttmálan,
sum Annika Olsen, lands
stýriskvinna, hevur lagt
fyri tingið, stendur, at
Barnabati, Tú og Eg ráð
gevingin og Berin verða
nevnd.
Sagt verður at heili
3000 børn hava vent sær
til Tú og Eg ráðgevingina
seinastu fimm árini. So at
siga onki virksemi var í
2013, tí pengar manglaðu
í, men síðani er játtanin
hækkað, og ráðgevingin
virkar aftur.
Fátækradømi
hjá
børnum og barnafam
iljum finst í Føroyum.
Tað ber til at gera nakað
við hetta. Ein stuttskygd
loysn kann gerast, men
til ber eisini at gera eina
meira langsiktaða loysn.
Stuttskygdu
loysnir
nar eru sosialar veitingar,
sum so kunnu regulerast
alt eftir, hvussu støðan er.
Tær meira langsiktaðu
loysnirnar ganga út uppá
at fáa fólk út á arbeiðs
marknaðin og tryggja, at
øll fáa útbúgvingar, sum
kunnu nýtast á arbeiðs
marknaðinum.
Men hóast vælferðar
politikkurin er góður og
vælvirkandi, so hendir
tað, at familjur detta nið
ur ímillum. Tí er neyðugt,
at samfelagið hevur ein
politikk, sum í fyrsta um
fari loftar hesum familj
um og so hjálpir teimum
aftur á rætta kós.
– Sjálv haldi eg, at vit
hava fingið bøtt munandi
um barnarættindini, men
vit mugu ikki gevast á
hondum. Vit mugu halda
fram, tí talan er ikki bert
um ætlanir, men um veru
liga at bøta um viðurskift
ini og rættindini hjá børn
um, segði Annika Olsen.
Orðaskifti um barna
rættindasáttmálan verð
ur í Løgtinginum hósdag
in.
Føroyar skulu aftur til hoyr
ingar um barnarættindasátt
málan hjá ST í 2016.
Tí er ein frágreiðing løgd
fyri Løgtingið um barnarætt
indasáttmálan, sum Løgting
ið skal viðgera hósdagin.
– Tað hevur alstóran
týdning fyri Føroyar, at vit
hava tikið undir við sátt
málanum, og hann hevur
gjørt, at vit hava fingið gjørt
fleiri stór og týðandi átøk á
barnarættindarøkinum, sig
ur Annika Olsen, landsstýr
iskvinna.
Sjálvt um nógv er gjørt, so
eru fleiri mál eftir at loysa,
stendur
í
frágreiðingini,
sum er løgd fyri tingið.
Børn við serligum tørvi og
tey børn, sum vaksa upp í
fátækradømi eru trupulleik
ar, sum eftir eru at loysa.
Hósdagin eru 25 ár síðani
barnarættindasáttmálin var
undirskrivaður, og høvi er
at hátíðarhalda dagin og við
aðalorðaskiftinum ásannar
tingið eisini, at børn hava
demokratisk rættindi.
– Tað er umráðandi, at
Løgtingið
og
landsstýrið
ikki bert lata tað til privatar
felagsskapir at varpa ljós á
barnarættindini, men at eis
ini politiska skipanin gongur
á odda, stendur í frágreiðing
ini.
Framløga
Landsstýriskvinnan, Annika
Olsen, Fólkaflokkurin, legði
frágreiðingina um barna
rættindini fyri tingið.
– Vit kunnu, sum samfe
lag, fegnast um, at vit sein
astu árini hava rokkið fleiri
málum á barnaøkinum. Før
oyar vóru til fyrstu hoyring
ina í Barnarættindasáttmál
anum í 2011. ST nevndin vísti
tá á fleiri týðandi viðurskifti,
ið Føroyar áttu at betra. Tal
an var m.a. um viðurskifti í
mun til:
• kynsliga misnýtslu av
børnum,
• harðskap mótvegis børn
um,
• fráboðanarskylduna hjá
starvsfólkum,
• óheftan Barnaumboðs
mann,
• sálarligu heilsuna hjá
børnum
• vantandi hagtøl um
barnafátækradømi,
kynsliga misnýtslu og
harðskap.
Harumframt vísti ST nevnd
in á, at Føroyar ikki hava
tikið undir við sjálvbodna
sáttmálaískoytinum
um
barnasølu,
barnaskøkju
levnað og barnaprostitusjón,
segði Annika Olsen.
Nógv er framt
Landsstýriskvinnan
vísti
á, at nógv er framt, síðani
Føroyar vóru til hoyringar
hjá ST um barnarættinda
sáttmálan í 2011.
Serliga leggur hon dent á,
at tá ið hon fekk málsøkið,
var bíðiurøðin hjá børnum
at koma til psykiatara long,
og listin taldi 164 børn.
Síðani er ein psykiatari
barnalækni settur og í dag er
bíðilistin burtur.
Annika Olsen nevndi eis
ini, at Føroyar hava fingið ein
barnaumboðsmann.
Og hon segði:
– Í skúlaskipanini verður
nú av álvara sett inn við ser
námsfrøðiligum
átøkum.
Málið er, at allir næming
ar, eisini tey við serligum
tørvi, fáa góðar umstøður
at mennast, læra og trívast.
Fleiri átøk eru framd til
tess at røkka hesum máli,
men arbeiðið at bøta um og
menna sernámsfrøðiliga øk
ið í fólkaskúlanum og á mið
námi heldur fram.
Børnini í Føroyum
Tað hevur í nógvum førum
verið soleiðis, at børn við ser
ligum tørvi hava verið send
av landinum, so tey kundu
fáa rætta viðgerð – serliga til
Danmarkar.
Seinastu árini er vend
komin í, og nógv tilboð eru
komin afturat í Føroyum.
– Eg eri greið yvir, at mong
børn hava so mikið saman
settar trupulleikar, at vit
ikki hava kunnað veitt nøkt
andi tilboð í Føroyum, men
aðalmálið og stoltleikin hjá
okkum sum tjóð má vera, at
vit ikki flyta okkara børn av
landinum, men at vit í Før
oyum menna neyðugu før
leikarnir at veita munagóða
hjálp, segði Annika Olsen.
Í tí heildarætlan, sum er
gjørd um fólkaflyting, verður
víst á, at tilboðini til familjur
við børnum, sum hava ser
ligan tørv, ikki eru nóg nógv
og nóg góð. Har verður eisini
staðfest, at júst hetta er or
søkin til, at fleiri familjur eru
fluttar av landinum.
Eini onnur viðurskifti,
sum heldur ikki eru nøkt
andi, eru korini hjá støkum
uppihaldarum.
– Eitt avmarkað fíggjarligt
rásarúm hjá barnafamiljum
ávirkar persónligu vælferð
ina, og avmarkar møguleik
arnar fyri einum virknum
lívi.
Eitt
grundleggjandi
endamál við okkara væl
ferðarsamfelagi er at sleppa
undan fátækradømi, og tískil
eru og verða átøk sett í verk
til tess at bøta um viðurskift
ini hjá hesum familjum, segði
Annika Olsen, landsstýris
kvinna.
Annika Olsen hevur lagt frágreiðing um barnarættindarsáttmálan
fyri Løgtingið. Orðaskiftið verður hósdagin
Sjálvbodnir
felagsskapir
týðandi
leiklut
Nógv manglar, men nógv
mál eru loyst og framd