týsdagur 18. november 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Virkisleiðari
www.faroeorigin.fo
Virkisleiðari
Vit leita eftir einum ágrýtnum
virkisleiðara at standa á odda fyri
framleiðsluni á virkjunum í
Saltangará og á Toftum.
Faroe Origin P/F hevur 6 partrol-
arar umframt framleiðsluvirkini í
Saltangará og á Toftum.
Á virkinum í Saltangará verður í
høvuðsheitum upsi framleiddur til
ymiskar feskar og frystar úrdráttir.
Á virkinum á Toftum er ætlanin at
byrja saltfiskaframleiðslu.
Høvuðssætið er í Saltangará, og tað
starvast uml. 170 fólk í felagnum.
Vit bjóða:
Eitt sera fjøltáttað og mennandi
arbeiði, har tú saman við øðrum
ábyrgdarfólkum skalt arbeiða fyri
at røkka settum málum. Tú vísur
beinleiðis til stjóran í felagnum.
Løn verður sambært avtalu.
Ábyrgdarøki
Tú kemur at standa á odda fyri
framleiðsluni og verður ein partur
av leiðslubólkinum í felagnum.
Arbeiðsuppgávurnar verða m.a.:
- innkeyp av rávøru til virkingar
- planlegging av framleiðsluni
- standa fyri dagligu framleiðsluni
- optimera úrtøkur og effektiviserin-
gar, soleiðis at vit fáa best møguligu
virðisøking úr hvørjum framleiddum
kilo.
Harafturat at gera dag- og viku-
roknskapir fyri framleiðsluna.
Tú skalt verða partur av framtíðar-
menning av framleiðsluni í felagnum.
Tú kemur eisini at verða ein partur av
innaneftirlitinum á virkjunum, og
sostatt verða við til at tryggja, at
framleiðslan lýkur øll heilsufrøðilig
krøv eins og kundakrøv.
Vit vænta, at tú:
- hevur útbúgving á nøktandi støði
- tað kann verða ein fyrimunur, um tú
hevur arbeiðsroyndir innan líknandi
øki, men tað er ikki ein treyt
- ert fyrikomandi og dugir væl at
arbeiða saman við fólki.
Umsóknarfreistin er 1/12, 2014. Umsóknin kann sendast til jensp@origin.fo.
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jens Paula Petersen
á tlf 550650, ella jensp@origin.fo
til Faroe Origin
Fiskivinnuhavnin
600 Saltangará
Faroe Islands
www.origin.fo
Tel +298 200 600
Fax +298 200 601
kjak
Thorbjörn Brochs
Meðan eg var ungur maður,
var
eg
arbeiðsformaður
hjá Volvo í Göteborg. Hvör
deild hevði 20-40 montörar,
og hvör formaður hevði
ábyrgd av sínum monnum og
kvinnum. Ta hending, sum eg
kanska minnist best, er tann
dagin, tá eitt skundboð kom
um, at ruðuleiki var á ávísari
deild. Formaðurin sum átti
deildina segði, at tað ikki
kundi vera hansara skyld, tí
hann hevði yvirhövur ikki
verið á deildini tann dagin.
Ja,
hvussu
kann
maður
hava forbrotið seg, um hann
ikki hevur verið til staðar?
Tá hevur hann nevniliga
alibi. Orðið “alibi” merkir
“aðrastaðni”, so einfalt er
tað. Heldur tú teg vekk, ert
tú reinur, og tú kanst ikki
lastast.
Ein spurningur, sum ofta
poppar upp í huga mín, er
hesin: Er tað ov seint at
gerast danskt amt aftur?
Um ikki annað, so ber til at
spyrja.
Ábyrgd allamanna
Hans Petur Joensen,
Vágur
Frávik á 400 tús. kr. í mun
til eina samlaða fígging upp
á 143 mió. kr., er ikki grund
arlag fyri at siga, at fíggjar
ligt óskil hevur verið á
Strandfaraskipum Landsins,
SSL, í 2013.
Talan er um fíggjarligt
óskil. Talan er um fíggjarligt
óskil í Vinnumálaráðnum.
Tað er Vinnumálaráðið
sum:
- tekur leiðsluna á SSL av
ræði við at gera einsíðuga/
órealistiskar skerjingar i
tørvinum á rakstrarjáttan
til SSL, so stovnurin gerst
undirfíggjaður,
við
at
biða Løgtingið um ov lítla
játtan, 139 mió. kr. til fíggj
arárið 2013, hóast tey boða
Fíggjarnevndini frá, at
tørvurin er 143 mió. kr.
- skerjir við sparingum, sum
ikki kunnu setast í verk
- strikar
boðskapin
um
sparing og skerjing í játt
anini í fráboðanini frá
SSL til Fíggjarnevndina
og Løgtingið
- gevur leiðsluni á SSL
munnkurv, so boðskapurin
um sparingina ikki kann
koma út
- tekur leiðsluna á SSL av
ræði, við at nokta fyri at
skerja túratal og/ella økja
um ferðaseðlainntøkuna,
sum eru veruligu knapp
arnir, sum leiðslan á SSL
kann skrúva uppá, meðan
SSL ikki er harri yvir
oljuprísi, lógarbundnum
hvíldarreglum, sáttmála
bundnum lønum, o.s.fr.
- fastheldur, at ein hægri
játtan er játtað, so leiðslan
ikki fær ávíst eina meir
nýtslu í rakstri í mun til
játtanina
- broytir játtanartørvin 2014,
sum leiðslan á SSL boðar
frá í minsta lagið má verða
144 mió., og strikar hesa og
biður bert um 140 mió., við
tí avleiðing, at SSL aftur
verður undirfíggjað í 2014,
júst sum í 2013
- noktar at taka fráboðað
hall í álvara og ignorerar
leiðsluna, tá ið henda
ávísir tørv á fígging ella at
seta sparingar í verk
- noktar at biðja um eyka
játtan fyri skerjing í játt
an vegna sparing, sum
ikki kann setast í verk.
Ein sparing, sum Vinnu
málaráðið noktar leiðsluni
at seta í verk!
- ongantíð hevur dugað at
skilt, at SSL fær eitt hall
á 4 mió. kr. hóast leiðslan í
august 2013, og síðan fleiri
ferðir staðiliga hevur víst
Vinnumálaráðnum á, at
stovnurin fær eitt hall á 4
mió. kr. í 2013
- váttar í Roknskapargóð
kenningarskipanini RGS
fleiri mánaðir á rað, at
SSL fer at hava hall í 2013,
uttan at taka neyðug stig
og biðja um eykajáttan
ella seta sparingar í verk
- ikki politiskt vil viður
kenna, at neyv fíggjar
stýring í SSL gjørdi tað
møguligt, at tað bar til í
nóg góðari tíð, at fráboða
Vinnumálaráðnum frá ein
um halli á 4 mió. kr., sum
seinni vísti seg at gerast
4,3 mió. kr.
- boðar leiðsluni á SSL frá,
á fundi fyrst í des. 2013 á
Sjógøtu 5, Tvøroyri, at talan
er um eina skerjing vegna
eina sparing í fíggjarlógini
2013, sum leiðslan ikki
hevur fingið loyvi at seta
í verk, og lovar at finna
eina loysn, men fáar dagar
eftir, boðar leiðsluni á SSL
frá, at tað verður ikki søkt
um eykajáttan allíkavæl,
og at leiðslan á SSL eina
og aleina hevur ábyrgdina
av hallinum, sum við vissu
verður við árslok
- seinni fær vent eitt frá
vik á 400 tús.kr., millum
fráboðaða hallið og enda
liga uppgjørda hallið, til at
ábyrgdin fyri fíggjarliga
hallið liggur í SSL og ikki
í Vinnumálaráðnum
- við hjálp frá grannskoðara,
kastar alla skuld á leiðsl
una á SSL. Ein grann
skoðari, sum svíkur sína
skyldu, við at lata Vinnu
málaráði
fáa
ávirkan
á
grannskoðanina,
so
henda ikki kastar ljós á alt
málið, og sum ger skeivar
og misvísandi niðurstøð
ur.
Niðurstøður,
sum
margháttliga ganga ímóti
niðurstøðunum, hjá stjóra
og mest roynda løggilda
grannskoðara
í
sama
grannskoðanarvirki.
Tað er landsstýrismaðurin
í Vinnumálum, Johan Dahl,
sum hevur ábyrgdina av
Vinnumálaráðnum.
Hann
fráboðar á samgongufundi,
at SSL fer at hava hall í 2013,
og at tað ikki verður biðið um
eykajáttan, hetta so leiðslan
á SSL kann ábyrgdast fyri
komandi hallinum.
17-11-2014
Talan er um
fíggjarligt óskil í
Vinnumálaráðnum