týsdagur 18. november 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tóra við Keldu
forkvinna í MBF –
Meginfelag teirra
brekaðu í Føroyum
Nógv verður tosað um inklu
sjón av næmingum við av
bjóðingum í fólkaskúlanum,
og kanningar vísa, at inklu
sjón kann styrkja læringina
hjá øllum næmingum.
Hugtakið og bakgrund
Hugtakið inklusjón stendur
í Salamanca yvirlýsingini,
uppkallað eftir spanska bý
num, har fyrsta altjóða orða
skifti um inkluderandi skúl
an var í 1994. Har møttust
umboðsfólk úr 92 londum og
25 altjóða felagsskapum fyri
at undirskriva, at útbúgving
fyri øll eisini skuldi fevna
um næmingum við avbjóð
ingum.
Eisini vísir ST sáttmálin,
um rættindi teirra, ið bera
brek, í grein 24 á rættin til út
búgving í eini inkluderandi
útbúgvingarskipan á øllum
stigum og læring fyri lívið.
Hetta merkir, at bæði
læring og menning í skúla
so vítt gjørligt skal vera í
vanliga fólkaskúlanum og í
nærumhvørvinum hjá næm
inginum.
Ymiskar lýsingar eru av
inklusjón, men breið semja
er um, at fyri nakrar næm
ingar er vanlig undirvísing
ikki nøktandi. Næmingar við
avbjóðingum skulu tí fram
haldandi hava møguleika
fyri serundirvísing, um neyð
ugt.
Inkluderandi
læruumhvørvið
Grundleggjandi
spurning
urin er, hvussu inkluderandi
læruumhvørvið
verður
tryggjað og harvið fakliga
støðið hjá øllum næming
um. ”Dansk Clearinghouse”
hevur m.a. gjørt eitt skipað
granskingaryvirlit av altjóða
kanningum um úrslitinum
av inklusjón av næmingum
við avbjóðingum, sum vísir,
at inklusjón kann styrkja
læringina hjá øllum næm
ingum. Men um inklusjónin
skal eydnast er kravið, at
skúlastjórar, lærarar og onn
ur starvsfólk, sum arbeiða
við inklusjón, hava vitan um
undirvísing av næmingum
við avbjóðingum og eisini
hava møguleika at venda sær
til fakfólk, sum kunnu veg
leiða og stuðla arbeiði teirra.
Inklusjón nýtt
og avbjóðandi
Tá ið vit síggja skúla og
undirvísing í ljósinum av
inklusjón eru avgjørdar fyri
treytir. Tó tykist tað ofta í al
menna inklusjónskjakinum
sum um, at inklusjón er nak
að, sum vit bara “bestemma
okkum til” og so gera vit tað.
Vandi er fyri, at fatanin av
inklusjón verður skeiklað
soleiðis, at veruligu krøvini
hvørva ella ikki verða tik
in í álvara. Inklusjón krev
ur politiskan vilja, broyttan
samfelagsligan hugburð og
fleiri møguleikar fyri broyt
ingum hjá skúlaleiðslum og
lærarum.
Inklusjón krevur hug
burðsbroyting og verður ikki
sett í verk við tosi ella kjaki
ella um hugtakið fær pláss í
fólkaskúlalógini. Her skulu
grundleggjandi broytingar
frá øllum síðum til, tí hug
takið er nýtt í útbúgvingini
hjá lærarum.
Allir næmingar saman
tryggjar ikki inklusjón
Í juni 2014 fekk MMR handað
tilmælið frá arbeiðsbólki um
sernámsfrøðiliga økið innan
fólkaskúlaøkið. Í tilmælinum
verður staðfest, at 0,72% av
næmingum í fólkaskúlaaldri
ganga í serskúla. Eftir tøl
unum at døma sær tað gott
út, men at næmingarnir eru
á sama stað tryggjar ikki in
klusjón.
Eitt nú í Danmark er gjørd
ein ambitiøs politisk dags
skrá við ynskjum við øktari
inklusjón í fólkaskúlanum.
Fleiri næmingar við serligum
tørvi eru fluttir úr serskúlum
og eru nú partur av vanligu
undirvísingini. Fakliga úr
slitið skuldi eftir ætlan ger
ast betur og trivnaðurin
varðveittur. Her gekk tó av
gjørt ikki sum ætlað, tí hetta
er nevniliga ikki nakað vit
bara “bestemma okkum til”
at gera, men nakað, sum skal
innarbeiðast við at broyta
vanahugsan og geva skúlun
um, lærarum og starvsfólki
karmar og møguleikar at til
laga undirvísingina.
Inklusjón í samfelag
og fólkaskúla
Fólkaskúlin er avgerandi
táttur í føroyska samfelag
num, men óivað verður av
bjóðingin at gera inklusjón
til veruleika ov stór fyri
fólkaskúlan einsamallan.
Alt samfelagið má kenna
ábyrgd í sambandi við inklu
sjón av fólki, ið bera brek, og
at vit saman viðurkenna fjøl
broytni.
Eyðgunn
Samuelsen
løgtingskvinna
Rættuligur orðadráttur var
í løgtinginum, tá ið upp
skotið hjá andstøðuni um
at hækka viðbótina hjá
teimum
fólkapensjónist
um, ið bert hava fólkapen
sjón og samhaldsfasta at
liva av, var til viðgerðar.
Landsstýriskvinnan
var
rættiliga uppøst og skírdi
uppskotið fyri valflesk og
ábyrgdarleysan politikk frá
eini andstøðu, ið bert sendi
ballónir og tóm lyftir upp í
luftina.
Vit
í
Javnaðarflokk
inum stóðu spyrjandi og
undraðust yvir harðligu
ákærurnar frá landsstýr
iskvinnuni. Men nú fíggj
arlógin fyri komandi ár er
til viðgerðar, koma viður
skifti fram, sum viðvirka
til, at ein betur skilir hvar
skógvurin trýsti hjá lands
stýriskvinnuni. Landsstýr
iskvinnan og samgonga
hennara raðfesta, nevni
liga, als ikki pensjónistar
nar komandi ár.
Javningin av almanna
veitingum,
fólkapensjón,
fyritíðarpensjón,
viðbót
til ávísar pensjónistar og
øðrum
almannaveiting
um, tilsamans 7,3 milliónir
í 2015, er strikað á fíggjar
lógini fyri komandi ár. Við
at strika javningina minkar
pensjónin støðugt í virði,
meðan dagligu útreiðslur
nar hjá pensjónistunum,
líka so lítið sum hjá okkum
øðrum, ikki minka. Lands
stýriskvinnan hevur valt
at raðfesta henda pening
til onnur endamál.
Stórar sparingar í
pensjónunum í 2016
Tað er eisini komið fram
undir viðgerðini, at í fólka
pensjónini í 2016 skulu 25,2
milliónir sparast og 3,9
milliónir í fyritíðarpensjón.
Enn veit ongin, hvussu hes
ar milliónir skulu sparast.
Landsstýriskvinnan hevur
ført fram, at ongin verandi
pensjónistur skal missa
nakað, samstundis sum
hon eisini hevur ført fram,
at samgongan ætlar at taka
frá teimum ríku pensjónist
unum so tey, ið hava minni
fáa meir. Sama ljóðar nú frá
landsfundi Fólkafloksins,
at ongin, ið er pensjónistur
í dag, verður raktur.
Tað er trupult at fáa
eyga á, hvussu hesar út
sagnir kunnu hanga saman,
ikki minst tá ið landsstýr
iskvinnan sjálv upplýsir,
at sparast skulu tilsaman
28 milliónir í pensjónum í
2016.
Byrja við javningini
Hóast tann upphæddin,
ið verður strikað við javn
ingini, ikki er ein stór upp
hædd fyri hvønn einstak
an pensjónist, so er hon við
til at tryggja, at virðið av
pensjónini ikki minkar. Tí
hevði javningin, saman við
tí hækkingini av viðbótini á
3000 krónum pr. ár til giftar
pensjónistar og 4.200 krón
ur til ógiftar pensjónistar,
ið vit skjóta upp, verið ein
fíggjarligur bati fyri pen
sjónistarnar.
Sum gongdin er nú, har
samgongan støðugt hevur
minkað javningina fyri nú
at strika hana, er virðið á
pensjónini støðugt fallandi.
Eitt slagorð hjá sam
gonguni
hevur
verið
”meira fyri minni”, okkara
pensjónistar merkja nú og
komandi ár, at tey bert fáa
minni og minni, og tað gev
ur so ikki meira at lívbjarga
sær fyri.
Inklusjón viðurkennir
fjølbroytni
Ongin
javning av
almanna
veitingum
í 2015