Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 19. november 2014 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000     Stjóri til Tjóðpall Føroya Tjóðpallur Føroya søkir eftir stjóra at seta í starv frá 1. februar 2015. Tjóðpallastjórin hevur listaligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av týdningarmesta almenna mentanarstovninum, tá ræður um føroyska leiklist. Førleikakrøv Vit vænta at umsøkjarar hava: - Leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella drúgvar royndir innan leiklistaliga økið. - Útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring. - Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin. - Evnini og viljan at samstarva breitt, við allar týðandi tættir í føroyska leiklista- og mentanarumhvørvinum. Lønar- og setanarviðurskifti Starvið er áramálssett til 5 ár, og lønt sambært 36. lønarflokki í sáttmála millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til forkvinnuna fyri Leiklistaráðið, Elsu Johannu Høgenni, á telefon 214562 ella á elsajohanna@input.fo. Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast til input@input.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. Desember kl. 12.00. Tjóðpallur Føroya hevur eina árliga fíggjarætlan á 5,1 mió. kr. við 4,3 .mió.kr. í almennari rakstrarjáttan og umleið 800.000 kr. í eginfígging. Á stovninum starvast, umframt stjóran, 1 skrivstovufólk og í ársmiðal 8-10 verkætlanarsett starvsfólk í styttri ella longri tíðarskeið. Tjóðpallurin setur í miðal 4 leikverk upp um ári. Karmar fyri Tjóðpallin eru at finna í Lóg um Tjóðpall Føroya frá 2003.