hósdagur 20. november 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. november 2014 · Nr. 133
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hýruvognsloyvi
Í Tórshavnar kommunu eru tvey hýruvognsloyvi leys at søkja.
Loyvini eru knýtt at bilstøðini Bil Mini Taxi.
Umsóknir skulu skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella
á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo.
Saman við umsóknarblaðnum skulu latast
• avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og
• revsiváttan
Umsókn
Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110
Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 4. desember 2014.
Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýru-
vognsreglugerð, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember
1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66
hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu.
www.torshavn.fo
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og
vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski
vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av
havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 201315 við
fleiri undirpunktum, umsóknarbløð,
veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging ella onnur fígging er
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans
2,208 mió. kr í 2015 til nýggjar og verandi
verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni
at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp
til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 1. desember 2014, kl. 12.00.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.:
35 30 30
fartel.: 55 32 48
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2015.
FISKIVINNUROYNDIR 2015
Lýsing eftir umsóknum
NOVEMBER-KAPPINGIN
Hvønn dag í november mánaða verða Sudoku uppgávur
at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika
hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin 8. desember
2014 kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst.
Vinningurin er eitt
gávukort frá Hvonn
virði 500 krónur
Vinn eitt
gávukort
á 500,-
frá