hósdagur 20. november 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014
2
VIKUSKIFTI
sjónleikur
Eirikur Lindenskov
eirkur@sosialurin.fo
Franski rithøvundurin Jean Genet
fjakkaði runt í Europa sum brotsmaður,
biddari og skøkja, men tá hann í 1937
enn einaferð fór í fongsul, spratt
listarliga arbeiði hansara, og hann
skrivaði millum annað yrkingar,
skaldsøgur og leikrit. Eitt av mest
fagnaðu verkum hansara er leikurin
Stovugenturnar, ið nú verður settur
upp í Kommandørhúsunum, og sam
bært fyrireikarunum verður leikurin
framførdur, so hann eisini er viðkom
andi fyri føroyingar.
Við Stovugentunum verður fyri
fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at
vitja forkunnugu Kommandørhúsini,
sum Føroyar fyri stuttum hava yvirtikið
frá danska hernaðarvaldinum.
Men húsini verða nógv meira enn
bara eitt høli at framføra í, tí Komman
dørhúsini og eftirkríggstíðin, tá húsini
vórðu bygd, verða spunnin inn í søg
una. Tey gerast premissin fyri allan
leikin. Í nýtulking síni av leikritinum
flytir Tvazz seg sostatt til ein nýggjan
hátt at skapa leikverk.
Leikurin Stovugentirnar eftir Jean
Genet er ein ræðandi søga um tær báðar
stovugenturnar Claire og Solange, sum
tæna í húsinum hjá Madame. Leikurin
snýr seg fyrst og fremst um teirra
ófrættakenda rolluspæl.
Fyrsta framførsla verður leygadagin
22. november. Sýningar verða í Komm
andørhúsunum fram
til 7. desember.
– Tú ert býttur!
– Tú ert býttari!
Redaktørur: Eirikur Lindenskov
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin
Forsíðumynd: "Skansin"
klumman
Leygakvøldið fer leikbólkurin Tvazz at
frumsýna leikin »Stovugenturnar«
í Kommandørhúsunum yviri við Strond í Havn
Mørk verða flutt alla tíðina. Tað gongur
næstan ikki dagur, at man ikki hoyrir um
fólk, sum bróta múrar og flyta mørk: Onkur
vil hoppa hægri, renna skjótari, kava djúpari,
leggja hvønn fjallatind undir seg og so
framvegis. Alt gott um tað, men tá alt skal
varpast út alla tíðina, so má tann næstbesti
í gongd aftur. Tað eru ikki okkara góðu
ítróttarfólk, eg hugsi um her.
Tað sama sær út at gera seg galdandi,
tá tað snýr seg um at vera ófólkaligur
á tingsins røðarapalli. Tá er tað altíð
onkur, sum vil verða uppaftur betri. Bæði
tónalag og orðalag eru viðhvørt so ljót, at
eg hugsi, at tey munnu hava lært væl av
bæði sosialum miðlum og viðmerkingum á
ymsum portalum, har keðiligar og niðrandi
viðmerkingar verða gjørdar til alt millum
himmal og jørð. Fólk tosa ikki soleiðis
sínámillum. Tað er bara í tinginum, at tey
sum brúka sovorðnan munn. Víst kann tað
viðhvørt í fyrsta umfari tykjast stuttligt, og
tú kanst ikki lata vera við at flenna. Men eg
haldi, at tað er niðurbrótandi ikki at vanda
sær um orðini í almenna rúminum, tí har
verður slóðað fyri, hvussu vit bera okkum at
í orði og talu.
Seinastu vikurnar hava danskir fjølmiðlar
skrivað og tosað um hóttandi og grovar
teldupostar, sum almennir persónar fáa
sendandi. Í hesum sambandi er komið fram,
at í Danmark er orðalagið nógv ljótari enn til
dømis í Svøríki og Noreg. Onkur vil vera við,
at tolsemið í Danmark á hesum økinum er
nógv størri enn í grannalondunum. Tað átti
at fingið okkum til at hugsað og víst varsemi,
tí tað er ikki ein múrur, sum tað loysir seg at
verða skjótastur at sorla.
Samstundis tosa vit um happing millum
børn. Kanningar eru og verða gjørdar í
skúlanum av, hvussu føroysk børn hava tað.
Vit lesa skelkandi søgur úr útlondum um
børn, sum eru fyri so ógvusligari happing,
at barnaár og barnalív verða løgd í sor. Tí er
neyðugt, at skilagóð vaksin eru um og verja
børnini og eru góðar fyrimyndir. Tað vita øll,
sum kenna til happing. Og her standa hesi
fólkini, sum umboða okkum, hvør leggur
annan eftir at vera óhøviskari og bera seg at
sum ótangar, og oman á tað heila halda, at
tað er í lagi! (sí brotið, sum er tikið av in.fo
– http://www.in.fo/news-detail/news/mugu-
sjalvi-tola-utspilling/). Tað tykist sum skilja
tey ikki, hvørjum tey taða við, tá tosað og
skrivað verður á hesum støði:
– Tú ert býttur!
– Tú ert býttari!
– Nei, tú ert nógv býttari!
– Tú ert .....
So segði
hann...
Fronsk mentan við
føroyskum broddi
– Respektin hjá løgmanni fyri løgtinginum
liggur á einum vissum stað. Hann lýsti sína
totalu vanvirðing fyri Strandferðsluni
við at biðja tingið – hoppa og renna
Bjørn á Heygum, advokatur
Simona
Weihe
Mynd: Heinesen myndir