Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. november 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014 4 VIKUSKIFTI Samrøða Annika Kunoy Im annikak@sosialurin.fo Steinvør Fonn lýsir seg sjálva sum ítøkiliga, bersøgna, treiska, viljasterka og indigneraða – hon torir at orðføra seg. Hetta verður ofta tulkað skeivt, sigur hon, tí hon meinar sjáldan nakað ilt. Bóndin Levi Joensen, sjeikurin hjá Steinvør, leggur aftrat, at Steinvør er altíð »on«. Hon hevur altíð eina meining, og tað kann tykjast stravið hjá øðrum, tí tað er ikki altíð tey tíma at hoyra hennara meining. Netta klaksvíksdáman við bláa neglalakkinum og stóru oyraringunum fyllir nógv hjá nógvum. Hon er mest kend frá tónleikalívinum, har hon hevur gjørt vart við seg í 17 sangarum, kórinum Suð, Betesdakórinum og kór­ inum hjá symfoniorkestrinum. Hon greiðir frá, at hon byrjaði at spæla klaver sum átta ára gomul og gleddi seg sum smágenta til at sleppa upp í Betesda­kórið. Tað var eisini ein stór uppliving at spæla sello í flotta symfonior­kestrinum. Nú hevur hon fingið heitið bóndakona aftrat og gong­ ur á fjalli, flettir, ger blóðpylsu og alt annað, sum hoyrir bóndalívinum til. Tey sum kenna Steinvør vita, at tað er bara ein sum er sum hon. Steinvør tosar og flennir hart, og armanir flyta seg í tráð við spenningin í røddini. Hon má ofta halda sær, so hon ikki altíð sigur, hvat hon heldur. Tí sum hon sjálv sigur, so hevur hon eina meining um alt. Tað er ikki bert mein­ingarnar hjá Steinvør sum fylla nógv, tí ímeðan hon greiðir frá um lívið við tónleikinum, soni sínum Leivur og sjeikinum Levi brestur hon út í smitt­ andi látur. Steinvør er dragandi og dámlig. Steinvør gongur ongantíð við gron. Hon øsir seg um tað, sum øsir hana, og síðani fyrigevur hon ella biður um umbering. Levi heldur, at henni dámar væl ósemjur. Hon sigur tað, sum hon hugsar, og sær hon okkurt sum tykist órættvíst, so sigur hon frá beinanvegin. Tá hon hug­leiðir um barndómsárini í Klaksvík, smílist hon og heldur, at hon hevur verið heldur góðtrúgvin. Hon sigur sjálv, at hon hevur havt tað so gott heima og hevur altíð hildið, at soleiðis er normurin. Tað var so gott og trygt, sigur hon. Børnini tyktist henni stravin Steinvør er útbúgvin lærari. Hon sigur sjálv, at hon var nokkso heimføðislig so tað at lesa í Føroyum var upplagt. Har aftrat bar til hjá henni at hava tónleik og mál á linju, sum hon eisini brendi fyri. Hon arbeiddi sum lærari í fimm ár, men valdi síðani at gevast. Steinvør sigur, at hon hevur ongantíð havt áhuga í børnum, og tað hevur ikki fallið henni náttúrligt at fáast við børn. Tí kravdi tað nógv tolsemi og huga at arbeiða við børnum, sum ikki fylgdu undirvísingini ella órógvaðu í tím­anum. Tó hevði hon óivað skilt børnini nógv betur í dag, nú hon sjálv eigur ein son sum gongur í 1. flokki, sigur hon og flennir hart. Tá hon gavst sum lærari fór hon at arbeiða fulla tíð á familjufyritøkuni Fonn Flog. – Tað fall mær náttúrligt at fara har, sigur hon, tí foreldrini átti fyritøkuna. Tað bar eisini til at byrja arbeiðsdagin klokkan 10, og tað passaði betri við einum lítlum barni. Hetta var tó ikki er eitt betri og sunnari lív Vit sita í eini stórslignari kirkju. Tað er friðarligt og fjálgt. Tónleikararnir stemma ljóðførini. So byrja tey at spæla. Tónarnir hjá Dvorak fara beina leið inn í sálina og nema hjartastreingirnar, so eyguni vætast. Eg veri rivin við í øllum teimum ymisku hugløgunum. Eg hyggi upp á Levi og teski við eygunum: »Áh, hetta er vakurt!« Hann skilir tað ikki ordiliga, men samanber mína uppliving við at leiða tvey gimburlomb heim úr Barmi eftir ein strævnan dag, skrivar Steinvør ein dagin á Facebook mynd: Dávur Winther Bóndalívið