Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Framsókn Kjak 12 Skulu goyma upp­lýs­ing­ ar sjálvi Elsebeth M. Gunn­leygs­ dóttir kjak síða 12 Til­ feing­is­ gjald til pensjón Tað var formaðurin í Føroya Hand­ verk­ara­felag, sum setti hol á kjakið um at skipa ar­beiðs­markn­aðin bet­ur og øðr­vísi – og kanska á eins pro­fess­jó­nellum grund­ar­lag, sum ar­beiðs­gev­ar­ar­nir hava skipað seg. Tað gjørdi Suni Simonsen við at halda fast við kravið um, at hand­ verk­arar vilja vera við til tær sam­ ráð­ingarnar, sum leggja løn­ar­karm­ in. Siðvenja er, at tað er sáttmálin á pri­v­ata arbeiðsmarknaðinum mill­ um arbeiðarafeløgini og Føroya Ar­beiðs­gev­ar­ara­felag, sum leggur støðið, sum øll hini – oman fyri 30 – feløgini síðani mugu góðtaka sum karm um teirra samráðingar. Tað vil siga, at tá arbeiðarasáttmálin er ting­aður upp á pláss, og Georg, Hans og hini eru nøgd, so skal restin á priv­ata arbeiðsmarknaðinum eis­ ini verða nøgd. Í øðrum londum er vanligt við fak­fel­ags­sam­starvi. Í norð­ur­lond­ um er hetta skip­að í eini lands­ fel­ags­skapi, Lands­org­a­ni­sa­tion, vanliga stytt LO. Breiðar semju eru ikki júst tað, sum før­oyingar duga best. Tað duga før­oysku fakfeløgini heldur ikki ser­liga væl. Tey vilja heldur stríðast hvør í sín­um lag. Og eru tey ikki samd, so skipa tey bara enn fleiri fakfeløg inn­an somu vinnugrein. Arbeiðsgevararnir eru hinvegin sera væl skipaðir. Tað er gjørt gjøgn­ um Vinnu­hús­ið – sum pro­fess­i­o­nelt skipar fyri øll­um sam­ráð­ing­u­num vegna arbeiðsgevarafeløgini. Og sum Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum sigur í Vinn­uni í blaðnum í dag, so ynskja ar­beiðs­ gev­ar­ar­nir sær skipað mótspæl. Hon vísir á, at samahald millum fak­fel­øg­ini ger tey sterkari og møgulig verkføll meira umfatandi. Men kortini sær hon tað sum eitt greitt framstíg, um fakfeløgini standa saman og megna at standa sam­an og samráðast í felag. Tað hava arbeiðsgevararnir gjørt í fleiri ár við sera góðum úrsliti. Tað er best fyri øll, at báðir part­ ar eru væl skipaðir. Tað er ikki ein fyri­munur fyri ar­beiðs­gev­ar­ar, at fak­fel­ags­rørsl­an er ó­samd og spjadd, líka so lítið sum fak­fel­øg­ini vinna nakað upp á tað. Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, heilsar hesum stigi væl­ komn­um. Hon vísir á, at tað merkir, at fak­fel­øg­ini skulu fækka úr um­ leið 55 niður í 10. Allan rættin hevur hon. Fak­fel­ ags­rørsl­an hevur nú gylt høvi at taka eitt megnar stig fyri allan tann før­oyska arbeiðsmarknaðin. 45 fakfeløg fara í søguna Útvarpsrásirnar KissFM og VoxPop kunnu nú eisini hoyr­ast á FM-bandinum í Klaks­vík. KissFM hoyrist á 88,7, meðan VoxPop hoyrist á 90,7. Fólk frá VoxPop og KissFM hava um vikuskiftið ver­ið uppi á Brúnaskarði og sett antennur og sendarar upp soleiðis, at VoxPop og Kiss­FM nú eisini hoyrast norð­an­fyri. Tónleikarásirnar VoxPop og Kiss­FM byrjaðu at senda í Havn fyri einum lítlum ári síðani, og undirtøkan hev­ur verið sera góð millum lurt­ ar­ar. – Nú er sendinetið víðkað til eis­ini at umfata Klaksvík, og vón­andi fara lurtarar og lýs­arar í Klaksvík at taka væl ímóti nýggju útvarprásunum, sig­ur Petur Slyne frá KissFM og VoxPop. Útvarpsrásirnar Rás2, Vox­ Pop og KissFM gjørdu fyrr í vikuni av at leggja sam­an í eitt feleg fyri millum ann­ að at geva lurtarunum betri útvarp og lýsarunum ein betri lýsingarmøguleika. Og nú er so fyrsta stigið tikið við at VoxPop og KissFM nú eis­ ini hoyrist á FM-bandinum í Klaks­vík. – Við trimum útvarps­rás­ um fær nýggja útvarpsstøðin størri møguleikar at raka ymsu málbólkarnar í sam­ fel­ag­num til gagns fyri bæði lurt­ar­ar og lýsarar, sigur Pet­ ur Slyne. Fyribils fram til nýggj­árs fara tær tríggjar út­varps­ rás­ir­nar, Rás2, VoxPop og KissFM at senda eftir nøku­ lunda sama leisti sum hig­ ar­til. Ein arbeiðsnevnd er far­in til verka at gera eina størri ætlan fyri allar tríggj­ar rásirnar. Munandi broyt­ingar í skrá, sendingum og sendi­ flatu fara at verða gjørdar longu frá fyrst í komandi ári. Tað eru dóttirfelagið hjá Sos­i­alinum, Sp/f Miðlavarpið og Sp/f Vox Entertainment, sum eiga 50 prosent hvør í nýggju útvarpstøðini. VoxPop og KissFM nú eisini í Klaksvík Gylt høvi at skipa arb­eiðs­ markn­að­in professiónelt Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin frískur vindur av landsynningi og regn eitt skifti. Fríggjadagin yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 6 stig. Veðrið mánamorgunin: Eitt brúgvalag vestanfyri Føroyar kemur hendavegin. Veðrið týsnáttina: Ein veikur hátrýstryggur yvir Íslandi fer í landnyrðing. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinapartin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Í MIKUDAGIN MÁNADAG TÝSDAGIN 8-13 m/s 8-13 m/s 10-15 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, um kvøldið minni vindur. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 1 og 4 stig.