mánadagur 24. november 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. november 2014 · Nr. 134
F
yri tveimumárum síðani var um reppið, at
“Ársins spælara” tiltakið, sum Miðlahúsið
skipar fyri í samstarv við FSF av álvara fór
á flog. Seinnu árini hevur tiltakið verið ein
sending á Rás2, sum hevur verið støð sum
í Bowinghøllini á Hálsi, Hvonn og nú í No12, sum er
nýggja matstovan í FSF-húsinum.
Fyri tveimum árum síðani var ætlanin, at tiltakið
eisini skuldi umfevna eitt satt fótbóltsgallakvøld, har
øll liðini møttust til eitt risa gallakvøld, sum byrjaði
við Ársins spælara tiltakinum.
Tað kemur meir enn so fyri, at fólk í føroyska
fótbóltsheiminum spyrja um eitt líknandi tiltak ikki
verður veruleiki skjótt. Tað hevur verið og verður
í framtíðini arbeitt við skipa fyri einum líknandi
tiltaki. Í løtuni manglar fótbólturin eitt tiltak, har
alt fótbóltsføroyar samlast eftir eitt kappingarár.
Vónandi verður tað veruleiki.
Eisini verður tosað um til komandi ár at heiðra
ársins landsliðsspælara hjá monnum og kvinnum,
umframt ársins U21 landsliðsspælara hjá monnum.
FSF skipar eisini fyri atkvøðugreiðslu fyri ársins máli,
sum helst eisini verður ein partur av einum framtíðar
tiltaki.
Aftur í ár blíva allar atkvøðurnar kunngjørdar
í Sosialinum mánadagin eftir tiltakið. Hetta varð á
fyrsta sinni gjørt í fjør. Høvðusorsøkin til hetta er at
fáa gjøgnumskygni, so øll kunnu síggja hvør hevur
atkvøtt fyri hvørjum.
Ársins spælarar í ár blivu Lukasz Cieslewicz hjá
B36 og Heidi Sevdal hjá HB.
Ársins
spælara
tiltakið á
veg á flog
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Jákup
Mørk
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Fríggjakvøldið skipaði Miðla
húsið í samstarvið við Fótbólts
sambandið fyri árliga »Ársins
spælari« tiltakinum, sum varð
sent beinleiðis á Rás2
Lukasz og Heidi
ársins spælarar
Blé og Atli í KÍ
troyggju komandi ár
ítróttur
Tróndur Arge
Størsti
spenningurin
er
mangan um hvør verður
ársins spælari. Í ár blivu tað
Lukasz Cieslewicz hjá B36 og
Heidi Sevdal hjá HB.
Her er ein listi yvir tey, ið
vunnu. Inni í blaðnum ber til
at síggja hvør atkvøddi fyri
hvøjum.
Ársins málverjar:
Randi S. Wardum, KÍ
Teitur M. Gestsson, HB
Ársins verjuspælarar:
Malena Josephsen, KÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB
Ársins miðvallarar:
Fríðrún Danielsen,
EB/Streymur-Skála
Lukasz Cieslewicz, B36
Ársins framherjar:
Heidi Sevdal, HB
Adeshina Lawal, B36
Ársins ungu spælarar:
Milja Simonsen, HB
Bárður J. Hansen, Víkingur
Ársins venjarar:
Alexander Djordjevic, KÍ
Sámal Erik »Bagge« Hentze,
B36
Ársins dómarar:
Elsa Andreassen
Lars Muller
Fari Play:
B36
Ársins spælarar:
Heidi Sevdal, HB
Lukasz Cieslewicz, B36
Tróndur Arge
KÍ hevur um vikuskiftið
kunngjørt, at Evrard Blé
skiftir til felagið frá B68,
og at Atli Danielsen tekur
gaggurnar fram aftur. In.fo
hevur fyrr í ár skrivað, at KÍ
vóru áhugaðir í at fáa Evrard
Blé til felagið. Hann hevur í
fjør spælt við B68, sum flutti
niður. KÍ verður sostatt tað
sjeynda felagið, ið Evrard
Blé fer at umboða í Føroyum.
Áður hevur hann spælt við
VB/Sumba, AB, Víkingi, 07
Vestur, B36 og B68.
Eisini er greitt, at Atli
Danielsen tekur gaggirnar
fram aftur. Hann valdi í fjør
at gevast við at spæla, men
hevur nú tikið gaggurnar
framaftur, skrivar Norðlýsið
um vikuskiftið.
Venjari hjá KÍ er Mikkjal
Thomassen.
Hann
hevur
verið venjari hjá bæði Evrard
Blé og Atla Gregersen fyrr, tá
hann var venjari hjá B36.
trondur@sosialurin.fo