Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 nr. 9 I 24. november 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, sosialurin Vinnan hesaferð setir sjóneykuna á arbeiðs­marknaðin. Vit spyrja, um øll fakfeløg á privata arbeiðs­marknað­ inum skulu verða við til at leggja lønarkarmin, ella um tað framyvir skal vera ein spurningur, sum arbeiðs­ gevarar og arbeiðarafeløg taka sær av. Vit spyrja í hesum sambandi, um áhugi er fyri at savna øll fakfeløg í einum landsumfevnandi fakfelagssamstarvi. Vinnan hesuferð... tað hendir... Vaktu ans í Barcelona Visit Faroe Islands hevur seinastu vikuna havt framsýning í Barcelona, har fleiri enn 2800 framsýnarar vístu seg fram sum eitt stað, at halda fundir og ráðstevnur í. Keyparar vóru ógvuliga áhugaðir fyri básinum hjá Visit Faroe Islands, og hetta gav nógvar vitjanir á føroyska básinum. Til eina slíka sølu­messu verða fundir bókaðir undan messuni, og her vísti tað seg, at Føroyar, hóast ókend og nýggj á messuni, kortini fingu fleiri enn 200 fundir. Afturmeldingarnar frá teimum vitjandi vóru, at tað er spennandi við nýggjum ferðamálum, sum júst kunnu bjóða nakað ókent, har fólk kunnu fáa heilt serligar upplivingar, sum tey ikki kunnu fáa aðrastaðni. Føroyska ferðavinnubrandið fekk nógv rós, og sagt varð ofta, at tað rakað sera rætt í mun til rákið á altjóða ferðavinnumarknaðinum í løtuni. Tey vitjandi eru í stóran mun innbodnir keyparar, har 80 prosent eru úr Europa og 20 prosent úr restini av heiminum. Tí er hetta ein sølumessa, sum tað hevur stóran týdning at luttaka á. Endamálið við føroysku lut­ tøkuni er at fáa gestir til Føroyar vetrarhálvuna, tá hotell annars ofta standa heldur tóm. Vinnu­ ferða­vinna er eitt sera spennandi segment, sum Visit Faroe Islands nú í nógv størri mun er farið undir at arbeiða við. Hesir gestir hava eina trýfaldaða døgnnýtslu í mun til vanlig ferðafólk. 500 fermetrar til arbeiðsmenn í Havn ósdagin vórðu fløggini vundin í húnarhátt á ovastu hædd á nýggja bygninginum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Tinghúsvegnum í Havn. Orsøkin var, at arbeiðs­ menn hildu reisigildi. Nýggi bygningurin er nú – um ikki restur í traditionellan forstand – so er hann nú komin upp í ta hædd, hann skal verða. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur í mong ár átt gamla Farodane-bygningin, sum stóð norðan fyri gamla bygnignin hjá Havnar Arbeiðs­mannafelag. Men tað er Landsverk, sum í størstan mun brúkar ogningar hjá arbeiðs­monnum í Havn. Og tað verður eisini Lands­verk, sum skal hava meginpartin av teimum 1.700 fermetrunum, sum nú verða bygdir. Tað er Búsetur, sum byggir fyri Havnar Arbeiðsmannafelag. Og arbeiði líður nú væl. – Vit eru nakað framman fyri tíðar­ ætlanina, og tað verður leygardagin tann 8. august, at húsið verða liðug sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðs­manna­ felag. Nýggja húsið er sum nevnt 1.700 fermetrar. Teir eru í fimm hæddum, og har skal Havnar Arbeiðmannafelag eisini hava síni høli. Men 1200 fermetrar verða leigaðir út til Lands­verk, sum frammanundan leigar í gamla bygninginum hjá Arbeiðsmannafelagnum, og sum eisini leigaði í gamla Farodane bygning­ inum, sum stóð á sama stað, sum nú verður bygt. Nýggi bygningurin kostar 35 milliónir krónur, men Hans Joensen sigur, at talan er um eina góða íløgu hjá Havnar Arbeiðs­ manna­felag, helst tí at húsið liggur so væl fyr, mitt í hjartanum í Havnini. H Arbeiðsmenn í Havn byggja hús fyri 35 milliónir krónur Eirikur Lindenskov Hósdagin vórðu fløggini vundin í húnarhátt á ovastu hædd á nýggja bygninginum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag