mánadagur 24. november 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
nr. 9
I
24. november 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
– Men tað er so sanniliga eisini ein stór
avbjóðing, at vit ikki standa okkum í kapping
ini um tey sera dugnaligu fakfólkini, vit sjálv
hava í Føroyum, tí so stórur eftirspurningur
er eftir teimum aðrastaðni, har tey eisini hava
møguleika til at forvinna meira, enn tey gera
her.
Her sipar Marita til ta sannroynd, at tað er
ikki lætt at halda upp á fakfólk, sum kunnu
fara til Norra at arbeiða og har hava meira
eftir av hvørjari krónu eftir skatt, enn tey hava
tað í Føroyum, og tað vísir hon á sum ein sera
stóran trupulleika hjá føroyskum vinnulívi at
dragast við.
– Tað kunnu sjálvandi vera ymsar orsøkir
til, at vit ikki halda upp á tey góðu og dugna
ligu fólkini, og lønarlagið kann sjálvandi vera
ein orsøk. Men meðan fyritøkurnar siga seg
vera til reiðar at kappast um løn, so síggja tær
seg ikki førar fyri at kappast ímóti skatti sigur
hon.
– Tí er skipanin ikki bara ein stór avbjóð
ing fyri vinnufeløgini, men fyri alt samfelagið.
Hevur tú ikki fakfólkini her, fært tú heldur
ikki havt teir lærlingar, vinnan hevur brúk
fyri, og tá er tað so skjótt, at hon kann koma
til at eta seg sjálva upp.
Ov fá lærupláss
Eisini vísir Marita Rasmussen á, at hóast
skipanin, sum er galdandi fyri fyritøkur í
byggivinnuni, so tær kunnu rekruttera hand
verkarar úr øllum Europa, so hjálpir tað bara
eitt sindur, uttan tó at gera nóg stóran mun.
– Eitt er, at tað eisini eru aðrar vinnur, ið
hava brúk fyri atgongd til fakfólk, men verri
er, at fyri teir dugnaligu føroyingarnar, ið fara
av landinum við síni fakligu vitan og sínum
førleikum, skulu vit altso ikki rokna við at fáa
líka dugnalig fólk innaftur úr øðrum londum,
sigur stjórin í Vinnuhúsinum.
– Tað er bara ein veruleiki, at fakfólk úr
øðrum londum hava ikki møguleika fyri at
muna líka væl, sum okkara egnu fakfólk
kunnu gera tað her. Tey kenna ikki amboð
ini og tilfarið, sum hinvegin hevur verið ein
náttúrligur partur av arbeiðinum hjá føroysk
um fakfólkum. Og kanska júst tað er ein hin
størsta avbjóðingin, vit hava.
Marita sigur, at tað eisini kann koma at
kosta samfelagnum í síðsta enda, at ov fá
lærupláss eru, tí tað hevur alstóran týdning,
at vit blíva við at taka fólk í læru.
– Her hevur vinnan sjálvandi eisini eina
ábyrgd sjálv, tí vit mugu ikki missa tað, ið
kann lærast á einum læruplássi, heldur enn
bara á skúlabonki. Vit mugu fyri alt í verðini
varðveita ta skipan, vit hava, har fólk kunnu
koma í læru og upp á tann mátan koma at
kenna sítt fak og sítt handverk í verki, sigur
Marita.
– Tað er ein skylda hjá vinnufeløgum at
taka lærlingar, og nógvar fyritøkur eru eisini
óførar at taka lærlingar, men tað eru eisini
fleiri, ið ikki gera tað. Hinvegin kundi tað
kanska verið skilagott, at lærupláss vóru eitt
krav, tá fyritøkur skuldu bjóða upp á almenn
arbeiði.
Fingið góðar karmar
Samrøðan er farin at halla, og hesin lítli tímin
í tríkantaða hølinum beint uppi yvir inn
gongdini í nýggja Vinnuhúsið er skjótt farin.
Marita skal víðari á ein fund og blaðskrivarin
hevur eisini annað, hann skal náa, so nú tað
er farið at fjara í kaffikrússinum, reisast vit
mestsum í senn úr góðu stólunum.
– Ja, sum tú sært, hava vit fingið allarbestu
umstøður her á Óðinshædd, og hetta eru
umstøður, ið bæði fara at gagna okkum,
sum starvast her, og teimum mongu, sum
hava sína meira ella minni dagligu gongd hjá
okkum, sigur Marita.
Hon er sjónliga nøgd við tað, Føroya
Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverks
meistarafelag hava fingið fyri tær 16,4
milliónir krónurnar, sum hetta nýggja
Vinnuhúsið kostar, og hon fortelur fegin um,
hvussu stórur munur tað er á hesum nýggju
hølunum og so teimum gomlu í Smærugøtu.
– Sjálvt um vit høvdu tað øgiliga gott í
Smærugøtu, so høvdu vit ikki nóg mong og
nóg góð fundarhøli, umframt at tað hoyrdist
betur ímillum har. Tað riggar ikki so væl, tá
samráðingar og annað er á skránni, tí tá er
umráðandi, at allir partar skulu kunna sita
trygt og gott. Tá meini eg við, at her hoyrist
einki ímillum, so tú fært ongan varhuga um,
hvat gongur fyri seg handan stongdar dyr,
tí eitt nú látur ella annað hoyrist út, sigur
stjórin í Vinnuhúsinum.
– Onkuntíð var tað so trongligt, at sjálvt
køkurin kundi hýsa onkrum fundi, og tá
kundu starvsfólkini næstan ikki sleppa fram
at einum kaffimunni, uttan at skula bróta tey
av, sum sótu í køkinum. Nú skuldu vit ikki
rent okkum í tann trupulleikan, men hava
eina húsaloysn, sum er innrættað og gjørd til
endamáli, og yvirhøvur haldi eg, at vit bara
eru stak væl nøgd við nýggju karmarnar.
Blá bók
Marita Rasmussen er 47 ára gomul, fødd í Froðba. Hon er gift við gjáarmanninum,
Símuni Joensen, og hava tey trý vaksin børn, sum eru Eyð (fødd í 1991), Regin (føddur
í 1995) og Ólavur (føddur í 1996). Tey búgva í Havn. Umframt at Marita hevur starvast
sum ráðgevi og samskipari í Vinnuhúsinum, áðrenn hon tók við sum stjóri har í
2008, hevur hon eisini fingist við annað arbeiði. Nevnast kann, at hon hevur arbeitt
í Fiskimálaráðnum, og annars hevur hon eisini arbeitt við sølu- og marknaðarføring
av alifóðuri, verið samskipari innan fiskivinnugransking, arbeitt sum ráðgevi og
byrjaði annars yrkisleið sína sum góðskuleiðari hjá Føroya Fiskavirking. Umfram
útbúgving sum fiskivinnufrøðingur frá lærda háskúlanum í Tromsø í 1993, hevur Marita
Rasmussen tikið Master of Management við Robert Gordon Universitetið í Aberdeen.
Profilurin: Marita Rasmussen
Vit fingið allarbestu
umstøður her á Óðinshædd,
og hetta eru umstøður,
ið bæði fara at gagna okkum,
sum starvast her, og
teimum mongu, sum hava
sína meira ella minni
dagligu gongd hjá okkum