mánadagur 24. november 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
nr. 9
I
24. november 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Nýggj útvarpsstøð
við trimum rásum
Rás2, VoxPop og KissFM hava lagt saman í eitt felag, sum fer at
reka nýggju útvarpstøðina. Og við trimum sjálvstøðugum rásum
kemur nýggja útvarpsstøðin at hava enn størri møguleika at raka teir
ymisku málbólkarnar í samfelagnum til gagns fyri bæði lurtarar og
lýsarar. Hetta letur eisini upp fyri, at tað í størri mun verður lurtarin,
sum sleppur gera av, hvat hann vil hoyra.
Fyrst í komandi ári fara munandi broytingar og betringar at verða
gjørdar í skrá, sendingum og senduflatu á øllum trimum rásunum.
Tað eru dóttirfelagið hjá Sosialinum, Sp/F Miðlavarpið og Sp/f Vox Entertainment, sum nú hvør eiga 50 prosent í nýggja felagnum,
sum fer at reka útvarpsstøðina.