mánadagur 24. november 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
nr. 9
I
24. november 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
að kann vera ein fyrimunur,
at fleiri fakfeløg samráðast
saman, heldur Terje Sigurðsson,
semingsmaður. Hann hevur ikki
hoyrt um ætlanina hjá Snorra
Fjallsbak, stjóra á Lønardeildin,
at savna tey størstu feløgini á
almenna arbeiðsmarkninin til
felagssamráðingar, men kann
ímynda sær ta støðuna.
Terje Sigurðsson dugur eisini at síggja
mynstrið, sum hevur verið, at eitt felag leggur
grundarlagið og so kann verða ringt at koma
sum felag nummar tvey ella trý.
– Trupulleikin hevur onkuntíð verið, at
feløg, sum koma aftan á fyrsta felagið, hava
havt eina ávísa kenslu av, at samráðingarnar
ikki eru reellar, tí onkur hevur longu samráðst
fyri tey. Tað kann skapa trupulleikar. Tí
kann tað vera ein fyrimunur, at fleiri feløg
leggja grundarlagið, so øll hava ein kenslu av
medogn, sigur hann.
Fyri leiklutin hjá Semingsstovninum er
ikki víst, at tað fær ta stóru ávirkanina, um
feløgini samráðast hvør sær ella saman.
– Tá Semingsstovnurin kemur upp í einar
samráðingar, so kemur hann til eitt blankt
pappír – ella kanska til eitt pappír, sum
partarnir hava skrivað ella teknað, ger Terje
Sigurðsson greitt.
– Tá er okkara uppgáva bert at finna eina
semju.Vit eru ikki bundin á nakran hátt
av, hvat aðrir partar hava verið samdir um
frammanundan. Vit skulu bara taka atlit til
partarnar í tí ítøkiligu ósemjuni, sigur Terje
Sigurðsson.
– Vit gera status, tá vit byrja, og partarnir
vilja í eini semingsroynd vísa til alt møguligt.
Eisini til aðrar sáttmálar og aðrar semjur og til
tey serligu viðurskifti, sum tey halda eru júst
á teirra øki. Hesi viðurskifti verða øll partur
av eini seming. Vert er eisini at minnast til,
at semingsmaðurin ikki hevur til uppgávu at
neutralisera tað styrkislutfall, sum er millum
partarnar, sigur hann.
Ongin sjálvfylgja
Semingsmaðurin er greiður yvir, at tað er
vanliga fatanin, at fyrsta felag, sum fer til
samráðingar leggur eitt støði, og sjálvandi
liggur tað onkrastaðni í medvitinum hjá
pørtunum.
– Man byrjar eitt samráðingarumfar, sum
verður til eitt ítøkiligt tal ella til eitt virði – og
so verður tað til eitt prosenttal, og tað kalla
vit ofta fyri karm. At tað verður til ein karm,
er bara tí, at báðir partar hava viðurkent, at
tað er ein karmur, og er tað sostatt ikki nøkur
sjálvfylgja, sigur Terje Sigurðsson.
Hann leggur eisini dent á, at
sáttmálasamráðingar eru annað enn
lønarkarmur, so har verður altíð munur á
sáttmálunum hjá tveimum ymiskum feløgum,
sum samráðast hvør sær. Tí karmarnir
skulu fyllast út við avtalum við einstøku
feløgini.
– At fyrsti sáttmálin, sum verður undir
skrivaður, er grundarlag, er ikki so løgið,
tí um ein arbeiðsgevari gevur meiri til eitt
annað felag, kann tað skapa trupulleikar við
fyrra felagið, vísir Terje Sigurðsson á.
– Heimurin sær ikki eins út úr báðum
heraðshornum. Fakfeløg samráðast vegna
sínar limir og hava bara ein arbeiðsgevara yvir
av sær, og so er tann sáttmálin liðugur. Sami
arbeiðsgevari skal samráðast við fleiri feløg.
Um tað verður latið ymiskt til ymisk feløg,
kann tað hava trupulleikar við sær – bæði í
sáttmálaskeiðnum og til næstu samráðingar,
sigur hann.
Semingsmaðurin vil kortini ikki kennast
við tey sjónarmið, sum siga, at fríi samráð
ingarrætturin er í vanda.
– Tað er fríur samráðingarrættur. Ongin
ivi um tað. Ongar bindingar eru á pørtunum,
tá samráðingarnar byrja. Einastu bond eru
tey, sum partarnir leggja á seg sjálvar, sigur
Terje Sigurðsson.
Samantvinning
Í einum samráðingarumfari kann vera eitt
sindur ymiskt, um tað eru fakfeløg á tí privata
ella almenna arbeiðsmarknaðinum, sum
samráðast fyrst. Men ofta verður sagt, at
lønarstøðið verður lagt av teimum privatu.
– Skilnaðurin millum alment og privat er
ikki so stórur í Føroyum. Siðbundin fak
feløg fyri alment lønt gera eisini sáttmálar
við privatar arbeiðsgevarar og umvent. Vit
kunnu ikki siga beinleiðis, at tað er almenni
ella privati arbeiðsmarknaðurin, sum setur
karmin. Báðir partarnir eru samantvinnaðir í
dag, sigur Terje Sigurðsson.
Um eitt ella fleiri feløg hava samráðast seg til ein felags lønarkarm, ávirkar ikki arbeiðið hjá seminginstovninum
í øðrum samráðingum, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður. Einhvør seming byrjar við einum blonkum pappíri
Øssur Winthereig – PRESS
Fyrimunur um feløg samráðast saman
T
Lunnar undir føroyskt LO
– At fyrsti sáttmálin, sum fyrst verður
undirskrivaður, er grundarlag, er ikki
so løgið, tí um ein arbeiðsgevari gevur
meiri til eitt annað felag, kann tað skapa
trupulleikar við fyrra felagið, heldur
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Semingsmaðurin