Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-24, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. november 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 nr. 9 I 24. november 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum að er komið dátt við hjá føroysku uppsjóvarskipunum, sum fram­leiða umborð, at skotskir fiskiveiðimyndugleikar eftir øllum at døma ikki vilja loyva framleiðslu vísandi til eina kunn­gerð um útblaking frá 1998. Hvørki vinnan, ei heldur lands­stýrismaðurin í fiski­vinnu­ málum, hava verið vitandi um, at hetta kundi gerast ein trupulleiki, fyrr enn føroyska verksmiðjuskipið Christian í Grótinum herfyri varð biðin um at fylgja við til Lerwick í Hetlandi. Skipið lá í Lerwick í eini tvey samdøgur og slapp ikki at loysa aftur, fyrr enn reiðaríið hevði reist eina trygd á umleið 200.000 krónur, og hin 9. desember kemur málið fyri í rætt­inum í Lerwick. Herfyri var fundur millum reiðaríið hjá Christiani í Grótinum og Fiskimálaráðið. Eftir fundin segði Kristian Martin Rasmussen, reiðari, at ítøkiliga rættarmálið fer at ganga sína gongd, og hetta er eitt mál, sum reiða­ ríið noyðist at loysa. Hinvegin verður tað lands­stýrið, sum noyðist at loysa generella spurningin mótvegis ES, um føroysk verk­ smiðju­skip skulu sleppa at framleiða í ES- sjógvi ella ikki. Sum er, hevur reiðaríið í Klaksvík gjørt av, at hvørki Christian í Grótinum ella Norðborg fara at framleiða í ES-sjógvi, so leingi, sum hesi viður­skifti ikki eru greið. Tilgongdin byrjað Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiski­ vinnu­málum, sigur, at tilgongdin at royna at loysa íkomnu støðuna longu er byrjað. – Vit hava dagligt samskifti við røttu fólkini í Brüssel, og tilgongdin at greiða málið við­víkjandi framleiðslu umborð á føroyskum verk­smiðju­skipum í ES-sjógvi er byrjað. Um nakrar dagar fara vit eisini til samráðingar um makrel, og tá fara vit at taka málið upp, sigur lands­stýrismaðurin. Hann vísir á, at sjálvandi eru tað ikki føroy­ingar, ið gera ES-reglurnar fyri skipan av fiski­veiði, men hann dugir illa at ímynda sær, at felagsskapurin ikki ynskir, at tilfeingið í havinum verður gagnnýtt og virðisøkt á bestan hátt. – Soleiðis, sum eg dugi at síggja tað, snýr nevnda kunngerð seg um at byrgja uppfyri útblaking av fiski – og at ikki skrásettur fiskur kann verða verður umgjørdur til slógv við kemiskum evnum. Landsstýrismaðurin heldur, at nevnda kunngerð ivaleyst er komin eftir staðfestingar um útblaking. – Haraftrat høvdu skip ymiskar tangar og kvarnir, har trupult kundi vera hjá eftir­ litinum at staðfesta, hvørji fiskasløgini vóru. Vit hava soleiðis eisini skilt, at mjøl­fram­ leiðsla ikki hevur verið serliga væl sædd í ES-eygum. Neyðug virðisøking Landsstýrismaðurin sigur seg hava fult álit á, at teir, sum reka verksmiðjuskipini, Christian í Grótinum og Norðborg, hava allar neyðugar manna­gongdir og reglur, sum gera, at eisini ES kann hava fult álit á teirra virksemi. – Tað, sum hesi skip gera, er fullkomiliga tað øvuta av útblaking, tí tey brúka bæði tann heila fiskin, virkaða fiskin – og allan fráskurð. Tí harmar tað meg, at skipini nú hava rent seg í hesar trupulleikar, tá fiskað verður í ES-sjógvi. Jacob Vestergaard sigur, at hann fer at gera alt, sum liggur í hansara makt fyri at sannføra ES um, at framleiðsluvirksemið hjá eitt nú Christiani í Grótinum og Norðborg snýr seg um gagnnýtslu av øllum tilfeinginum – og als ikki um útblaking ella »umdoyping« av fiski. – Enn vita vit ikki, hvat úrslitið av dóm­ inum í Lerwick verður. Gongur dómurin føroyska reiðarínum ímóti, kann tað sjálvsagt gerast trupult at broyta lóggávuna í ES, men vit fara at gera alt tað, vit megna til tess, at før­oysk verk­smiðjuskip framhaldandi kunnu virðis­økja tilfeingið, tey veiða í ES-sjógvi, sigur lands­stýris­maðurin. Tilgongdin at loysa málið er byrjað T Fiskirættur Sum er, hevur reiðaríið í Klaksvík gjørt av, at hvørki Christian í Grótinum ella Norðborg fara at framleiða í ES-sjógvi, so leingi, sum hesi viðurskifti ikki eru greið. Rættarmál verður í Lerwick 9. desember – Vit hava dagligt samskifti við røttu fólkini í Brüssel, og tilgongdin at greiða málið viðvíkjandi framleiðslu umborð á føroyskum verksmiðjuskipum í ES-sjógvi er byrjað. Um nakrar dagar fara vit eisini til samráðingar um makrel, og tá fara vit at taka málið upp, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Vilmund Jacobsen – Enn vita vit ikki, hvat úrslitið av dóminum í Lerwick verður, men vit fara at gera alt tað, vit megna til tess, at føroysk verk­ smiðjuskip framhaldandi kunnu virðisøkja tilfeingið, tey veiða í ES-sjógvi, sigur landsstýrismaðurin