Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Hvussu nógvar pengar kunnu vit brúka til at kanna, um politikarar gera sítt arbeiði sum teir skulu? Hetta er ein ógvuliga viðkomandi spurn­ing­ur. Tí í hesum døgum verða nógv­ir pengar nýttir til slíkt endamál. Eitt dømi er kanningin í sambandi við Skála­fjarð­ar­tunnilin, har kann­ ing­ar­stjóri er settur, sum helst fer at brúka milliónaupphædd. Annað dømi er lands­stýr­is­mað­ ur­in í vinnumálum, sum hev­ur nýtt 100.000 krónur til ein utt­an­hýs­is­løg­ frøð­ing at verja seg sjálvan í mál­i­ num um meirnýtsluna hjá Strand­ ferðsl­uni. Tað var ikki gamalt, at lands­stýr­ is­ráðini fór út í býin at keypa sær løg­frøð­i­liga ráðgeving – og ser­liga undr­unarsamt tykist tað, at lands­ stýr­is­maðurin vinnumálaráðið fer út eftir slík­ari hjálp fyri at verja ein lands­stýrismann, sum á einhvønn hátt er komin sær í politiskt ódn­ar­ veð­ur. Hevur handfaringin hjá lands­ stýr­is­mann­inum av Strandferðsluni ikki verið heilt eftir bókini, so hevur hand­far­ingin av burturforkláringini, sum varð løgd á almennu heima­síð­ una hjá Vinnumálaráðnum leyg­ar­ dag­in 25. oktober heldur ikki verið eft­ir bókini. Tað virkar misteinkiligt, at lands­ stýr­is­maðurin í óðum verkum setir alt app­arat­ið í gongd fyri at verja seg – og set­ir freist á til á middegi leyg­ar­ dag – tá hann er vitandi um, at lands­ stýr­is­mála­nevnd­in og umsitingin hjá løg­ting­i­num einki ger við at al­manna­kunn­gera málið fyrr enn mána­dag. Enn løgnari er tað, at umsitingin hjá løg­manni verður brúkt til at orða tíð­ind­a­skriv­ið, sum verður sent út frá Vinnumálaráðnum. Tá tað er løg­ maður, sum hevur ábyrgd og eft­ir­lit við, at landsstýrismenn røkja starv sítt samvitskufult og til fuln­ar, so er tað ikki rætt, at løg­mað­ur letur síni starvsfólk – sína ser­vitan, at orða eina verjurøðu fyri lands­stýr­ is­mann­in, sum skal prógva, at hann er ó­sekur, og at løgmaður tí kann hava álit á honum. Hóast landsstýrismaðurin er spurd­ur um hetta í einum grein 52 fyr­i­s­purningi frá løg­tings­manni, so hevur hann kortini svar­að utt­an­ um. At fáa hjálp frá kunn­ing­ar­ráð­ gev­anum hjá sjálvum løgmanni – frá sama myndugleika, sum hevur eft­ir­ litið við landsstýrisfólkum – er ikki tað sama sum at fara út í býin at keypa sær »uttanhýsis fjølmiðlaráðgeving«, sum landsstýrismaðurin kallar tað í svarinum til grein 52 spurningin. Nógvir leysir endar eru í kjalarvørrinum av málinum um meirnýtsluna hjá Strandferðsluni, sum landsstýrismaðurin kallar fyri »óskilið á Strandferðsluni«. Vónandi verður hetta málið tikið upp í løgtinginum, so greiða fæst á, um hetta linjan hjá løgmanni, ella um fløkjan bara verður fløktari. Er tað uppgáva løgmans at hjálpa Johan Dahl úr knípuni? Tað Kostar at reinsa seg AA á sterkum veingja­ breiði Niels Mortensen síða 24-25 Oyði­ leggja Skansan Marin katrina frýdal tíðargrein Síða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Seinnapartin sunnudagin skip­ar Lions Club Tórshavn fyri árliga jólahugnanum í Við­arlundini í Havn, har jóla­ dek­o­ra­tiónir, drekkamunnur og annað verður selt til frama fyri tiltakið Firvaldar, sum er fimleikur fyri krabba­meins­ rakt fólk. Sunnudagin er fyrsti sunnu­dagur í advent, og 26. árið á rað fara limir í Lions Club Tórshavn at skipa fyri jóla­hugna í Viðarlundini í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 14.00 og heldur fram til klokk­ an 16.30, og sum vanligt er enda­mál­ið, at peningur skal út­vegast til vælgerandi enda­ mál. Í ár er gjørt av, at allur á­góðin av tiltakinum skal fara til til­takið Firvaldar, sum er eitt trý ára gamalt samstarv mill­um Krabbameinsfelagið og fim­leika­felagið Ljósið. Fir­vald­ ar er fimleikur fyri fólk, sum hava havt krabbamein ella eru í við­gerð fyri krabbamein, og teirra avvarðandi. Vant verður tvær ferðir um vik­una, og er talan um bæði venja konditión, styrki og inn­ aru ró, og útgangsstøði verður tikið í, hvat hvør einstakur megnar. Fleiri av teimum, sum eru við, hava verið við frá byrj­an, men fólk leggjast alla tíð­ina aftrat, og í løtuni eru 15 fólk við í Firvaldum. Tiltakið í Viðarlundini er eitt familjutiltak burturav, har øll eru vælkomin, og nógv verður gjørt burturúr at hugna um bæði smá og stór. Serliga kunnu tey yngru gleða seg, tí hóast jólini enn eru ein lítlan mánað burturi, fer jólamaðurin at geva sær stund­ir til at koma ein túr fram­við, og okkurt gott man hann hava í posanum til teirra. Limir í Havnar Horn­or­ kestri fara eisini at hugna um løtuna við jólaligum horn­ tón­leiki, og sjálvt økið verð­ur pyntað við ljósketum, um­ framt at bál verður tendrað og liv­andi ljós eru sett fram við ánni. Kaffi, kakao, bollar, vafl­ur, mandarinir og sunkist til keyps á staðnum, og eis­ini ber til at keypa lidnar jóla­ dekoratiónir og tilfar til dek­ oratiónir, um fólk hava hug at hugna sær víðari heima við hús. Jólahugnin er blivin ein aft­ ur­vendandi táttur, sum verð­ur fyriskipaður í góðum sam­ starvi við Skógrøkt Landsins, og á hvørjum ári hava fólk ver­ið ófør at vitjað og harvið eisini stuðlað einum góðum enda­máli, samstundis sum farið verður inn í adventina og kom­andi jólatíðina. Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin frískur vindur av landsynningi og regn eitt skifti. Fríggjadagin yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 6 stig. Veðrið mánamorgunin: Eitt brúgvalag vestanfyri Føroyar kemur hendavegin. Veðrið týsnáttina: Ein veikur hátrýstryggur yvir Íslandi fer í landnyrðing. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Seinapartin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig. Í MIKUDAGIN MÁNADAG TÝSDAGIN 8-13 m/s 8-13 m/s 10-15 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, um kvøldið minni vindur. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum 1 og 4 stig. Jólahugni í Viðarlundini Aftur í ár skipar Lions Club Tórshavn sunnudagin mill­um klokkan 14 og 16.30 fyri jólahugna í Við­ar­lund­ini í Havn, og hvørja ferð fer ágóðin av til­tak­i­num til eitt vælgerandi endamál