týsdagur 25. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRAMGONGD
Skatturin í Vági
lækkar næsta ár
Fyri fyrstu ferð í eini 25 ár,
fer skattaprosentið í Vági
nú niður um 23 prosent
Áki Bertholdsen
Næsta ár lækkar kommunu
skatturin í Vági.
Tað samtykti Vágs Býráð
einmælt í gjárkvøldið.
Kommuskatturin er 23,15
prosent í ár, men næsta ár
lækkar hann niður í 22,95
prosent.
Vágs Býráð hevur sam
tykt
fíggjarætlanina
fyri
næsta ár og tað er í hesum
sambandi, at tað er samtykt
at lækka skattin.
Hetta er fyrstu ferð í eini
25 ár, at skattaprosentið í
Vági fer niður um 23 pro
sent og hetta er annað árið
á rað, skattaprosentið í Vági
lækkar, tí í 2013 var skatta
prosentið í Vági 3,25 prosent.
Tað var í djúpu kreppuni
fyrst í nítiárunum, at skatta
prosentið í Vági reyk upp
um 23 prosent og tað hevur
ongantíð eydnast at fáa tað
niður um aftur.
Partvís
hevur
Vágs
Kommuna havt stóra skuld
at dragast við, men komm
unan hevur eisini bygt nógv
út, bæði vatnveiting, barna
garð, sambýli, ellis- og røktar
heim, eina stóra djúphavn og
annað.
Samstundis verður barna
frádrátturin verandi 4.000
krónur fyri hvørt barnið,
men barnaansingin er ein
tann bíligasta í landinum.
Í sambandi við fíggjar
ætlanina, hevur Vágs Býráð
samtykt at taka av einum
tilboði frá Suðuroyar Spari
kassa um at umfíggja skuld
hjá býráðnum.
Umfíggingin
merkir,
at kommunan skal rinda
munandi minni í rentum og
avdráttum.
Stór sparing
Í sambandi við fíggjarætlan
ina hevur Vágs Býráð bjóðað
fíggingina hjá kommununi
út og tað útboðið vann
Suðuroyar Sparikassi.
Tað merkir eina munandi
sparing hjá kommununi.
Í ár rindar Vágs komm
una einar 4,9 milliónir í av
dráttum og 1,5 millión í rent
um, men næstu árini verða
avdráttirnir
2,3
milliónir
krónur um árið og renturnar
600.000 krónur.
Saman við fíggjarætlanini
annars,
gevur
tað
Vágs
kommunu eitt rásarrúm upp
á 4,6 til íløgur næsta ár og tær
verða brúktar til nógv ymisk
endamál, eitt nú vatnveiting,
vegagerð, samstundis sum
arbeiðið at fríðka um í mið
býnum heldur fram, har nýtt
býartorg skal gerast.
Annars
skulu
ábøtur
gerast á skúlan, har eisini
nýtt spælipláss skal gerast,
eins og ábøtur skulu gerast
á bátahylin á Oyrunum og
sjøtul verður settur á at gera
kirkjugarðin størri.
Næsta ár verða eisini
nýggju
tilboðunum
um
rørslu og ítrótt í dagstovn
inum Eikilund og í Vágs
Skúla, ment enn meiri og
í næstum letur eisini ung
dómshús í Vági og harum
framt verða ymisk tilboð til
eldri eisini sett í verk.
Hóast
skattaprosentið
lækkar, vera inntøkurnar
hjá Vágs Kommunu næsta
ár mettar at verða áleið
tað sama sum í ár, ella 37,7
milliónir krónur Raksturin
av Vágs kommunu verður
í 2015 mettur at verða
smáar 26,0 milliónir og tað
eru góðar tvær milliónir
krónur minni enn hann varð
mettur at verða í fíggjar
ætlanini í ár.
aki@sosialurin.fo
Taka óvanlig stig fyri at fáa inntøkur
Áki Bertholdsen
Vágs Kommuna hevur gjørt
stórar íløgur í nýggja havn,
men tað er Tórshavnar
Kommuna sum fær allar
inntøkurnar.
Fyri nøkrum árum síðani
gjørdi Vágs Kommuna stór
ar íløgur í eina djúphavn í
Vági.
Tað varð gjørt við tí fyri
eyga at skapa virksemi í
býnum og endamálið var
eisini, at djúphavnin skuldi
geva Vágs Kommuna inn
tøkur frá vøru- og havnar
gjaldi av tí, sum verður
lossað og lastað umvegis
havnina.
Men tað er ikki hent, tí
at kalla allur farmur verður
uppskipaður og avskipaður
í Havnini.
– Sostatt skal øll fiska
framleiðsla, og onnur fram
leiðsla, sum verður útflutt
úr Vági, fyrst førast til
Havnar við Smyrli og hað
ani verður hon so flutt av
landinum.
Sama
støða
ger
seg
galdandi næstan allastaðni
í Føroyum, tí næstan allur
farmaflutningur til og úr
Føroyum verður miðsavn
aður í Havnini.
Tað merkir, at tað er
Tórshavnar Havn, sum fær
næstan
inntøkurnar
av
vørugjaldi og havnargjaldi
av øllum útflutningi úr
Føroyum, sama hvar vøran
er framleidd. Samstundis
fær Tórshavnar Havn at
kalla
allar
inntøkurnar
av øllum innflutningi til
Føroyar, sama hvagar í land
inum hann skal.
Ongar inntøkur
Støðan er tann, at flutnings
feløgini eru givin at koma
kring landið eftir vøru og
við vøru, tí nú skal alt mið
savnast í Havn og sostatt
missa
havnirnar
kring
landið stórar inntøkur í
vørugjaldi o.s.fr.
– Hetta hevur havt stóra
ávirkan á inntøkurnar hjá
havnunum kring landið,
eisini hjá Vágs Havn, segði
Dennis Holm, borgarstjóri
á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Spurningurin
er
so,
hvussu vit kunnu tryggja
Vágs Havn fáa nakrar inn
tøkur, hóast út- og innflutn
ingur ikki fer um bryggju
kantin her.
Dennis Holm sigur, at
hendan spurningin hava
tey viðgjørt í eina tíð, eisini
saman við serkønum.
Tí samtykti Býráðið í
gjárkvøldið, at Vágs Havn
skal leggja eitt avgjald upp á
10,75 krónur á hvørt tons av
vøru, sum verður framleitt
í Vági og sum verður flutt
aðrastaðir.
– Tað merkir, at seta
flutningsfeløg bingjur á
Vágs Havn at fylla vørur í,
skulu tey rinda 10,75 krónur
í avgjaldi fyri hvørt tons,
sum fer í bingjurnar, sigur
Dennis Holm.
Hann sigur, at hetta er
ikki galdandi, tá ið skip
og bátar koma til Vágs at
avreiða fisk, sum síðani
verður fluttur aðrastaðir, tí
tað er ein skipan, sum hevur
verið galdandi leingi.
Borgarstjórin
sigur,
at hann hevur tosað við
vinnuvirki og tey siga, at tey
skilja væl støðuna.
– Sum støðan er nú, fær
skattgjaldarin í Vági ongar
inntøkur burtur úr øllum
teimum íløgunum, hann
hevur gjørt í havnarlagið, tí
tað er Tórshavnar Komm
una, sum fer við øllum
inntøkunum, legði Dánjal
Bjarkhamar,
býráðslimur
afturat.
Tað er framleiðsla, sum
er skapt kring landið, sum
fíggjar tað stóru havnar
útbyggingina, Tórshavnar
Býráð nú ætlar sær undir,
siga býráðslimir í Vági.
Vágs Býráð var ikki full
samt um hetta, tí teir báðir
býráðslimirnir á lista A, Heri
Hjelm og Olgar Mortensen,
sum hevði sæti í býráð
num fyri Conrad Gaard
Joensen, hildu, at hetta var
steinur oman á byrðu hjá
vinnulívinum.
aki@sosialurin.fo
4,6 milliónir
Næsta ár verða íløgur gjørdar fyri 4,6 milliónir krónur og ein stórur partur av tí fer til trivnaðin hjá vágbingum