Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen KJ Hydraulik, sum hevur høvuðssæti á Kambsdali, hevur í seinastuni arbeitt nógv umborð á íslendska nóta­bátinum Børkur, sum Silda­vinnslan í Neskaupstaði eigur. Fyri trimum vikum síðan vóru menn hjá KJ í Íslandi, og hetta var í skiftinum hjá Børki millum makrel- og silda­vertíðina, tá skipið lá í eina viku ella so. Nú sildavertíðin er liðug, liggur skipið á Fuglafirði, og aftur eru menn hjá KJ um­ borð og arbeiða. Sama verður eisini seinni í ár og í januar, nú lagt verður um til veiði eftir svartkjafti. Jóannes Mørkøre, sølu­ leiðari hjá KJ, sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at fyritøkan á Kambsdali arbeiðir umborð á skipum hjá Sildavinnsluni. – Vit hava gjørt ymiskar uppgávur umborð á skipum hjá felagnum gjøgnum eini 10 ár. Samstarvið millum part­ arnar hevur verið og er fram­ vegis sera gott, og ís­lendingar eru nøgdir við okkara arbeiði og tænastu, sigur hann. Hydraulikkur og spøl Jóannes Mørkøre sigur, at umbyggingin av Børki skal gera tað møguligt hjá skip­ inum at hava posan afturút, tá fiskurin verður pumpaður umborð. – Vit gjørdu eisini hesa somu umbygging umborð á Christiani í Grótinum fyri hálvum øðrum ári síðan, og nøkur onnur føroysk nótaskip pumpa eisini úr pos­ anum, meðan hann hongur afturút, eitt nú Norð­borg, Tróndur í Gøtu og Atlants­ farið. Søluleiðarin vísir á, at ein smiðja á eysturlandinum í Íslandi hevur gjørt stál­ arbeiði umborð á Børki eft­ir tekningum hjá KJ, og parturin hjá KJ fevnir serliga um rør- og hydraulikarbeiði, umframt levering og ísetan av fimm ymiskum spølum. Fimm ymisk spøl Børkur skal í fyrsta lagi hava eina netatrumlu á 100 tons, eitt 75 tons stórt neta­spæl og trý onnur spøl, eitt fiskaslanguspæl, eitt hydraulikslanguspæl og ein krana við spæli til at taka fiskapumpuna inn við. Jóannes Mørkøre sigu­r, at arbeiðið, sum KJ í hes­um førinum ger fyri Silda­vinn­ una umborð á Børki, snýr seg um nakrar miljónir krónur og hevur soleiðis stóran týdning fyri virksemið hjá teimum. – Við umbyggingini og pump­ing úr posanum, meðan hesin hongur afturút, verður hesin parturin av arbeiðnum umborð nógv effektivari og lættari, umframt at hetta gevur møguleikar fyri at loysa posan úr trolinum, legg­ur hann aftrat. Umboða vmk- maskinur KJ Hydraulik á Kambsdali um­boðar eisini sonevndu vmk-skerimaskinurnar bæði í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og í Neskaupstaði er stórt uppsjóvarvirki, sum Sildavinnslan eisini eigur. – Virkið hevur nakrar vmk-maskinur og nakrar bader-maskinur, og vit hava selt nakrar vmk-maskinur í Íslandi. Soleiðis hava vit eisini samstarv við Ísland tann vegin og eisini við Silda­ vinnsluna. Jóannes Mørkøre vísir á, at virkið hjá P/F Pelagos í Fugla­firði hevur havt virk­ ið hjá Sildavinnsluni í Nes­ kaupstaði sum fyrimynd, tó at virkið í Íslandi er væl størri og eisini hevur mjøl­ fram­leiðslu við síðuna av sjálv­um uppsjóvarvirkinum. Alibátur til Hetlands Í ár hevur KJ havt sáttmálar upp á tilsamans seks ali­ bátar, fýra til Bakkafrost, ein til Luna og ein til Marine Har­vest Føroyar. Hin seinasti av hesum verður leveraður í januar. – Vit hava eisini gjørt sátt­ mála við alifelag í Hetlandi um ein stóran alibát, sum skal leverast í apríl, og vónir eru um, at hetlendingar fara at bíleggja onkran ali­ bát aftrat, sigur Jóannes Mørk­øre, søluleiðari hjá KJ Hydrau­lik. KJ umbyggir íslendskan nóta­ bát fyri miljónir Í ár hevur KJ havt sáttmálar upp á tilsamans seks alibátar, fýra til Bakkafrost, ein til Luna og ein til Marine Harvest Føroyar. - Vit hava eisini gjørt sáttmála við alifelag í Hetlandi um ein stóran alibát, sum skal leverast í apríl, sigur søluleiðarin, Jóannes Mørkøre Stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur A. Olsen, gongur í land av íslendska nótabátinum Børki, sum nú liggur á Fuglafirði Mynd: Jonhard Hammer KJ byggir seks alibátar í ár, og næsta ár skal felagið eisini byggja ein stóran alibát fyri alifyritøku í Hetlandi. Kanska gerast bátarnir til Hetlands fleiri í tali Mynd: Vilmund Jacobsen tíðindi