týsdagur 25. november 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðgunn
Samuelsen
Seinastu dagarnar hevur
kringvarpi gjørt nógv burt
urúr, at serlæknar støðast
ikki á Landssjúkrahúsinum
og at leiðslan í summar ætl
aði at nokta giktasjúklingum
dýran heilivág. Hesir trupul
leikar verða so knýttir sam
an við at vit hava trý sjúkra
hús, einamest orsaka av
lokalpolitikki, og tí eru allir
trupulleikarnir íkomnir.
Uttan mun til, hvat ein
annars heldur um mátan
okkara heilsuverk er skipað,
so undrar tað stórliga, at ong
in knýtir trupulleikarnir á LS
saman við eini fíggjarligari
niðurlaging, ið hevur staðið
við og versnað, seinastu ár
ini og sum ikki sær út til at
halda uppat komandi árini,
tvørturímóti so verða spari
krøvini bara herd. Í kom
andi árið skulu góðar 13,4
milliónir sparast og í 2016
er sparikravið 15,9 milliónir,
tilsamans ein sparing á 30
milliónir komandi 2 árini.
Miðvís niðurpíning
At ein niðurbræðing fer
fram sæst, millum annað,
av at tað eru smá 20 ársverk
færri í 2013 enn í 2010 inn
an sjúkrahúsverki. Lands
sjúkrahúsið metir, at eini
3 til 4 mió. kr. vænta í til at
fáa grundraksturin at hanga
saman komandi ár. Lagt er
ikki upp fyri lønarvøkstri,
frá oktober 2015. Prísvøkstur
er ikki játtaður, hann er
mettur til 4,1 millión í 2015.
Tað vil siga, umframt spar
ingar á góðar 13 milliónir í
2015 mangla, í hvussu so er,
einar 8 milliónir í játtanini
til verandi virksemi.
Viðvíkjandi
raðfesting
unum, sum eru ásettar í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri 2015, vísir landsstýr
ismaðurin á, at hesar eru
treytaðar av, at búfólkini á
Psykiatriska deplinum fáa
annað bústaðartilboð. Rað
festingarnar til bróstkrabba-
screeningarnar, serlækna í
eldrasjúkum og økispsykiatri
í Suðuroy eru beinleiðis
tengdar at hesum.
Fíggjarliga avbjóðingin
er størsta avbjóðingin
Tí skal tað undra meg, um
omanfyrinevndu avbjóðing
ar ikki eru munandi størri
fyri okkara heilsuverk her
og nú, enn hvussu bygnað
urin er. Skal heilsuverki, alt
sum tað er, ikki kollsigla, má
henda fíggjarliga seigpíning
in halda uppat, áðrenn til ber
at taka neyðuga kjakið um
leiklutin hjá heilsuverkinum
í framtíðini.
Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur
løgtingslimur
Aftur og aftur, tá tosað verð
ur um Klaksvíkar Sjúkra
hús, so verður orðið lokal
politikkur brúkt. Soleiðis
var enn einaferð í tíðinda
sendingini í útvarpinum í
gjárakvøldi. Hesuferð tosaði
útvarpskvinnan við fyrrv.
landstýrismannin í heilsu
málum, John Johannesen.
John
Johannesen
gav
lokalpolitikkinum og lokal
politikarum skyldina fyri,
at loysn ikki bleiv funnin á
sjúkrahúsøkinum, tá hann
sat sum landstýrismaður.
Lokalpolitikkur
Lokalpolitikkur verður al
tíð brúkt sum nakað nega
tivt. Sannleikin er, at Føroy
ar høvdu ikki verið so væl
útbygdar í dag uttan lok
alpolitikkarar runt úti um
landið, sum kempaðu fyri
sínum øki. Vit høvdu helst
ongan
Vágatunnil
havt,
ongan Norðoyatunnil, onga
brúgv um Streymin, ongan
Norðskálatunnil,
Leirvíks
tunnil og eg kundi hildið á.
Alt var bara dottið niður á
Vaglið í Havn.
Soleiðis eisini við sam
ferðsluni. Ongin politikari
í
miðstaðarøkinum
vildi
funnið uppá at grenja um
samferðsluna út til Fugloyar
og út í Mykines. Tí eru lok
alpolitikarar gull verdir fyri
økini runt í Føroyum, men
ein tornur í eygunum á "lok
alpolitikarum" í miðstaðar
økinum.
Somuleiðis við skúlaverk
inum og heilsuverkinum.
Klaksvíkar sjúkrahús hevur
leingi verið ein tornur í eyg
unum á mongum og mong
eru tey, sum ynskja tað
niðurlagt, tíverri eisini nógv
ir politikarar.
Fyrrv. landstýrismaður í
heilsumálum og núverandi
formaður javnaðarfloksins
Aksel V. Jóhannesen flutti
føðideildina av Klaksvíkar
Sjúkrahúsi suður á lands
sjúkrahúsið, tí tað var trygg
ari. Eftirtíðin hevur síðan
víst, at vit hava havt fleiri
føðingar á landsvegnum á
veg suður á landssjúkrahús
ið. Hvar er trygdin í at eiga í
bili á landsvegnum ? Tíbetur
spældi alt væl av. Hvat er
spart við, at føðideildin bleiv
flutt úr Klaksvík ? Tað var í
hvussu er ein dáragerð.
Kann upplýsa her, at
WHO mælir til at decentr
aliserað føðideildir í heilsu
verkinum.
Ein annar fyrrv. lands
stýrismaður hjá javnaðar
flokkinum í heilsumálum
John
Johannesen
ætlaði
at
avtaka
lokalu
sjúkrahúsleiðslurnar.
Tað
skuldi bara vera ein sjúkra
húsleiðsla. Vit kunnu bara
gita, hvar hon hevði verið.
Hendan leiðslan skuldi gera
av, hvat bleiv gjørt á hvørjum
sjúkrahúsi. Eg vænti, tað
hevði verið rættuliga skjótt,
at onki virksemi var á KS við
tí leistinum. Hetta vildi verið
enn ein dáragerð.
Hesin flokkurin ger seg
enntá til talsmann fyri tey
sjúku og veiku og tey minni
mentu í samfelagnum. At
senda hesi somu út á lands
vegirnar langa leið og ofta
í torførum umstøðum og í
ringum veðri ger onki.
Vit kunnu bert gita um
framtíðina hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsi um ongar lokal
ar kreftir vilja kempa fyri tí.
Neyvan nakar í miðstaðar
økinum fer at arbeiða fyri tí.
Tað er íhvussu er mín heilt
greiða fatan. Í heila tikið,
hvussu sær framtíðin út í
Føroyum, um ongar lokalar
kreftir eru eftir at kempa
fyri nøkrum runt í landinum
á ymsum økjum. Hvør verð
ur ríkari tá Føroyar ?
Sker ígjøgnum!
Tað verður ikki friður fyrr
enn
landstýrismaður
í
heilsumálum, Karsten Han
sen sker ígjøgnum og sigur,
hvat fyri virksemi skal vera
á hvørjum sjúkrahúsi.
Eg vil heita á landsstýris
mannin í Heilsumálum um,
ongantíð ov skjótt at melda
út, hvat virksemi skal verða á
hvørjum sjúkrahúsi ? Tað er
ótolandi fyri allar partar at
liva í óvissuni, og ikki minst
hjá starvsfólkunum. Hesi
hava krav uppá at vita, hvar
tey skulu arbeiða ella ikki
arbeiða í framtíðini
Landsstýrismaðurin hev
ur fingið mandat vísandi til
samgonguskjalið, har tað
stendur: Sjúkrahúsini skulu
útbyggjast sambært lang
tíðarløguætlanini, og støða
verður tikin til, hvørjar funk
tiónir skulu verða á hvørjum
sjúkrahúsi.
Landsstýrsmaðurin hev
ur minni enn eitt ár at fremja
hetta í verki, so um lands
stýrismaðurin veruliga ætlar
at handla, so hastar tað.
Flyta fokus frá einum
niðurpíndum heilsuverki
til ein spurning um lokalpolitikk
Lokalpolitikkur
og Klaksvíkar Sjúkrahús
kjak
KEYP AMBOÐINI Í B
ORG...
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
Bosch yvurfresari Pof
1200 AE.
69995
Bosch
Borimaskina
PsB 650 re cT
69995
Bosch rundsag
Pks 40
69995