Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. november 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. november 2014 · Nr. 135 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ráðgevin hjá løgmanni skrivaði fyri Johan Dahl politiskt spinn Johan Dahl nýtti høvið at koma út við tíðindunum um niðurstøðuna hjá Landsstýrismála­ nevndini tveir dagar áðrenn løgtingssrkrivstovan fór at kunngera niðurstøðuna. At hjálpa sær at orða boðskapin hevði Johan Dahl kunningarráðgevan hjá løgmanni Eirikur Lindenskov Tað hevði skund hjá Johan Dahl hendan seinnapartin fríggja­dagin 24. oktober, at fáa boðskapin út um, at hann var fríkendur av lands­stýris­ málanevndini. Tað helt hann í øllum førum sjálvur, hóast hann kanska ikki heilt var reinsaður – so hevði hann »bara« fingið eina »nøs«, ella eitt »neps« ella kanska bara eina »átalu«. Í øllum førum vildi lands­ stýrismaðurin hava boð­ skapin út áðrenn døgurða leygar­dagin 25. oktober, so­leiðis at útvarpið kundi bera boð­skapin – og kanska svølgja honum lutvíst ráan, tí fá fólk eru til arbeiðis í Kring­varp­inum um viku­ skiftið. Eisini eru nógvir kritik­leysir portalar, sum uttan spurn­ingar og uttan journalist­iska viðgerð bera boð­skap frá politikarum víð­ ari sum ævigan sannleika. Tí hevði lands­stýris­mað­ urin nú gylt høvi sjálvur at forma, hvussu boð­skap­urin kom út. Frá løg­tings­skriv­ stovuni hevði hann fingið at vita, at tey fóru ikki út við tíð­indunum fyrr enn mána­dagin 27. oktober, tá frá­greiðingin hjá Lands­ stýrismálanevndin fór at verða almannakunngjørd á heima­síðu løgtingsins. Freist til í morgin á middegi Sosialurin kann í dag av­ dúka, at Johan Dahl og Vinnu­mála­ráðið ikki hava keypt sær uttan­hýsishjálp at skriva tíðinda­skrivið hend­an leygar­morgunin. Tí ta hjálp­ ina fekk Johan Dahl frá løg­ manni. Kunningar­ráð­gevin hjá løgmanni, Páll Holm Johannsen, skriv­aði tíðinda­ skrivið fyri lands­stýris­ mann­in. Tað vil við øðrum orðum siga, at kunn­ingar­ ráðgevin hjá løgmanni, sum hevur eftir­litið við Johan Dahl, lands­stýris­manni, skriv­aði og orðaði tíðinda­ skriv­ið, sum skuldi prógva, at lands­stýris­mað­urin var ósekur í skuld­seting­unum. Samskiftið um hetta tíð­ inda­skrivið byrjar seinna­ partin fríggjadagin 24. oktober klokkan 17:02, tá Johan Dahl sendir ein teldu­ post til Bjørgfríð Ludvig, aðal­stjóra í Vinnu­mála­ ráð­num, Sørin P. Sørensen, leið­andi løgfrøðing í Vinnu­ málaráð­num, og Gunnelyg Árnafjall, fíggjarfulltrúa í Vinnu­málaráðnum. Landsstýrismaðurin skriv­ar soleiðis: »Her má gerast eitt tíðinda­skriv til í morgin á mid­degi. Lesið og sigið mær, hvat tit halda.« Tú hevur fingið eina »nøs« Saman við hesum teldu­ posti víðarisendir lands­ stýris­maðurin teldupostin frá løg­tings­skrivstovuni við niður­støðuni hjá Lands­ stýris­mála­nevndini. Um­ sitingin í løg­tinginum sigur í teldu­postinum, at frágreið­ ingin verður send á pappíri eis­ini, og at hon verður kunn­gjørd á heimasíðu løg­tingsins mánadagin 27. oktober. Tað vil siga, at lands­ stýris­maðurin setir um­ siting­ina hjá sær at gera eitt tíðinda­skriv klárt, sum skal al­manna­kunngerast tveir dagar áðrenn Løg­tingið al­ manna­kunnger niður­støð­ una. Leiðandi løgfrøðingurin í Vinnumálaráðnum, Sørin Pram Søresen, svarar hálvan annan tíma seinni, fríggja­ kvøldið klokkan 18:27, lands­ stýris­manninum soleiðis: »Tú hevur fingið eina »nøs«, sum tó ikki kann hava rættarligar fylgir eftir lóg­ ini um ábyrgd lands­stýris­ manna, og eigur tí heldur ikki at hava við sær politiskar fylgir, sum t. d. misálit.« Fríggjakvøldið klokkan 21:23 er kunningarráðgevin hjá løgmanni komin teimum í Vinnumálaráðnum til hjálpar. Hann sendir tá lands­ stýris­manninum – gjøgnum teldupostin á Løgmans­skriv­ stov­uni – eitt uppskot um, hvussu landsstýrismaðurin kann forklára seg burtur úr fløkjuni. Páll Holm Johannesen hevur tá orðað eitt uppskot um tíðindaskriv, sum lands­ stýris­maðurin skal senda út fyri middag dagin eftir. Í teldupostsamskifit kjak­ ast aðal­stjórin í Vinnu­mála­ ráð­num, leiðandi løgfrøð­ ingurin í Vinnumálaráðnum, lands­stýrismaðurin og kunn­ ingarráðgevin hjá løgmanni um, hvat skal sigast og hvussu. Ávísar orðingar verða vendar. Eitt nú sigur Bjørgfríð Ludvík, at hon ikki er samd í, at tað stendur, at lands­stýris­maðurin hevur handlað í ósamsvari við stýris­skipanar­lógina og spyr, hvar tað stendur. Kunningarráðgevin hjá løgmanni heldur, at tað var Sirið Stenberg, sum segði tað. Aðalstjórin í Vinnu­mála­ ráðnum savar, at tað heldur hon ikki. Hon skrivar síðsta teldu­postin fríggjakvøldið klokkan 23:05 Verjurøðan fær skap Leygarmorguin 25. oktober klokkan 7:14 lesur kunn­ ingar­ráðgevin hjá løg­manni svarið frá Bjørgfríð Ludvig, aðal­stjóra í Vinnu­mála­ráð­ num. Hann spyr, um hann ella tey so skulu broyta orð­ ing­ina í endaliga tíðinda­ skriv­inum. Klokkan 8:43 sama morg­ un svarar Bjørgfríð Ludvig, at hon hevur um­orðað síðsta setningin í tíðinda­skriv­inum. – Eg havi strikað, at lands­ stýris­maðurin hevur handl­ að í stríð við stýris­skipanar­ lógina, er tað í lagi? spyr aðalstjórin í teldupostinum, sum hon sendir til Johan Dahl, Gunnleyg Árnafjall, Sørin Pram Sørensen og Páll Holm Johannesen, kunn­ ingar­ráðgeva hjá løgmanni. Leiðandi løgfrøðingurin í Vinnumálaráðnum, Sørin P. Sørensen svarar leygar­morg­ unin klokkan 8:59: »Hatta er ok«. Kunningar­ráð­gevin hjá løgmanni, Páll Holm Johannsen, skriv­aði tíðinda­skrivið fyri lands­stýris­mann­in