týsdagur 21. oktober 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Sjálvstýrisflokkurin stillar ikki upp
til komandi fólkatingsval. Hesum
boðaði flokkurin frá á landsfundi
mánakvøldið.
Næsta fólkatingsval verður í sein
asta lagi 15. september næsta ár – 100
ár eftir, at Sjálvstýrisflokkurin sein
ast fekk umboð valt á fólkating. Tað
var, tá Edward Mitens tann 7. mai
1915 varð valdur sum tann higartil
seinasti sjálvstýrismaðurin í Føroy
um á fólkating.
Hóast eingi útlit at fáa umboð
valt á fólkating, so plaga smærru
flokkarnir kortini at stilla upp. Hjá
teimum flestu er veruliga grund
gevingin, at um teir ikki stilla upp,
freista teir veljaran at velja annan
flokk. Og velur tú annan flokk til
fólkatingsval er potentiellur vandi
fyri, at tú eisini gert tað til løgtings
val.
Avgerðin um ikki at stilla upp
kann benda á, at ómegd er at hóma
í baklandinum hjá Sjálvstýrisflokki
num. Á landsfundinum boðaði Jógv
an Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík
– og fyri mong framtíðarvónin hjá
flokkinum – frá, at hann ikki stillar
upp til næsta løgtingsval, tí hann vil
nýta allar sínar kreftir upp á býráðs
arbeiðið í Klaksvík.
Nógvir av nýggju stuðulunum og
spírunum hjá Sjálvstýrisflokkinum
frá løgtingsvalinum í 2008 eru burt
ur. Eftir situr gamla gardan so dánt.
Eitt eyðkenni fyri flokkin er, at
fleiri av fyrrverandi formonnunum
eru burtur: Kári á Rógvi, Sámal Pet
ur í Grund, Helena Dam á Neystabø
og Lasse Klein eru øll rýmd. Fleiri
teirra eru ella hava verið aktiv í
øðrum flokkum – tó at síðstnevndi,
sum hevur umboðað Kristiliga Fólk
aflokkin á tingi, nú er aftur í flokk
inum sum skrivari.
Eisini høvuðsvalevni floksins í
Suðurstreymoy tykist vera fallin
í fátt. Tí hon sigur, at øll valevnini
har hava boðað frá, at tey stilla ikki
uppaftur. Eisini hava fleiri veljarar
sagt henni, at teir ikki aftur fara at
velja Sjálvstýrisflokkin.
Tí er lítil vón hjá lítla flokkinum.
Avgerðin hjá Jógvan Skorheim um
ikki at stilla upp kann tí gerast ban
ahøggið hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Vildi hann flokkinum væl, so stillaði
hann upp og boðaði samstunds frá,
at hann tók borgarstjórasessin fram
um løgtingssessin. Tað er ein boð
skapur, sum allir veljarar skilja og
ein avgerð, sum uttan iva hevði borið
flokkin styrktan inn á ting.
Spurningurin er so, um Jógvan
Skorheim hevur aðrar framtíðarætl
anir í landspolitikki, enn at stilla upp
fyri Sjálvstýrisflokkin.
At Kristianna Winther Poulsen
ikki vil siga, um hon stillar uppaftur
bendir á, at hon eisini hevur aðrar
ætlanir – ella at hon kanska skiftir
flokk.
Martýrleikluturin hjá Kára P.
Højgaard í kjalarvørrinum av Skála
fjarðartunlinum ber valla gamla
Sjálvstýri inn á ting.
Uttan Kristiannu og Jógvan
er lítil vón hjá Sjálvstýrisflokki
sjálvstýri í klønum tráð
Sam
haldsføst
pensjón
tíðargrein
síða 14
Gott
hjá ættar
gransk
arum
Síða 22
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Kristianna Winther Poulsen,
sum í fleiri umførum hevur
havt sæti á Føroya Løgtingi,
tekur aftur sæti nú Kári
P.
Højgaard,
tingmaður
er farin í farloyvi, tí hann
skal umboða Løgtingi á ST
aðalfundinum í New York.
Kristianna Winther Poul
sen er útbúgvin cand. mag.
frá Roskilde Universitets
center og Robert Gordon
University í Skotlandi.
Hon fekk flestar per
sónligar atkvøður á listanum
hjá Sjálvstýrisflokkinum í
Tórshavn við seinasta val.
Kristianna á ting fyri Kára
Fyrst í komandi viku verður
føroyska nýggja barnabókin,
Karlo og Luddi, at fáa í øllum
bókahandlunum runt landið,
og er tað Niclas Heri Jákups
son, sum er høvundur.
Bókin, sum er 47 síður, er
ein litrík og spennandi bók,
og er um at tora at bjóða sín
um ótta av, um at trúgva upp
á egin evni og dreymar - og um
at síggja møguleikar fram um
forðingar.
Søgan er um lundarnir
Ludda og Karlo, sum eru tví
burðar. Hvørt heyst leitar
Karlo sær saman við øllum
hinum flytifuglunum til heit
ari lond. Men av tí at Luddi
hvørki torir at flúgva ella at
svimja, so verður hann verandi
eftir. At Luddi ikki torir á flog,
er ikki gott fyri ein lunda, og
tað kemur hann at sanna eitt
várið, tá flytifuglarnir koma
aftur, og Karlo ikki er við.
Hvat skal Luddi nú gera?
Jú, hann bjóðar sínum ótta
av og flýgur í sínum heima
gjørda luftskipi yvir um høv
fyri at finna beiggja sín.
Á hesari spennandi ferð
møtir Luddi einum ljósareyð
um hvali, sjórænarum og
einum gomlum sjórænara
skatti. Hvat søgan endar við,
fara vit ikki at avdúka her,
men endin verður hvørfall
ikki sum ein kundi vænta.
Tað er Niclas Heri Ják
upsson sum hevur skrivað
bókina og franski teknarin
Thierry Capezzone, sum hev
ur teknað.
Svenbjørn Kvilt Olsen hev
ur samskipað hesa verkætlan
og er tað Bókadeild Føroya
Lærarafelags sum gevur bók
ina út. Bókin er prenta og
uppsett á Føroyaprent. Bókin
verður at fáa í øllum bóka
handlum í komandi viku.
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi
og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin
millum 2 og 5 stig.
Fyrrapartin strúkur í vindi upp í
hvassan vind av suðri og regn.
Seinnapartin nakað minni vindur av
útsynningi og sólglottar, men eisini
ælingur. Hitin millum 8 og 11 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi
og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin
millum 6 og 9 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Fríggjadagin upp í ein strúk av
útsynningi, leygardagin upp í skrið
ella storm. Ælingur og hitin millum
4 og 8 stig.
Veðrið týsnáttina:
Eitt lágtrýst, 981 hPa. við
Hebridurnar fer eystureftir.
Veðrið mikunáttina:
Eitt brúgvalag sunnanfyri Ísland
verður yvir Føroyum mikudagin.
TÝSDAG
MIKUDAGIN
HÓSDAGIN
5-10 m/s
5-10 m/s
10-15 m/s
13-18 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s
Barnabók um Ludda og Karlo