Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mørk Talan var um nýggjan aktør á fjølmiðlamarknaðinum, tá Knassar í fjør summar keypti portal.fo frá Føroya Tele fyri 5,5 milliónir krónur. Fíggjarliga hevur felag­ið tó havt tað srævið. Í sam­ bandi við keypið av portal. fo fekk Knassar eina kapital­ innspræning, tá nýggir íleggj­ arar teknaðu parta­pening til yvirkurs. Hetta økti egin­ peningi við 1,67 millión krón­ ur, men longu nú er tann pen­ingurin at kalla burturi. Í ársfrásøgnini verður skriv­að, at felagið hevði nógv­ ar eingangsútreiðslur, og at raksturin nú er komin í so mikið trygga legu, at roknað verður við avlopi komandi roknskaparár. Longdar avskrivingar Roknskapurin seinasta rokn­skaparár vísir eitt hall á 713.000 krónur, og tað ber við sær, at eginognin nú er 246.000 krónur. Og við at hyggja at rokn­ skapinum sæst, at tað bert er við at leingja av­skriv­ingar­ tíðarskeiðið fyri goodwill, at eginognin verður verandi posi­tiv. Goodwill stavar í hesum førinum frá keypinum av portal.fo. Vanliga verða ikki-materiellar íløgur av­ skriv­aðar yvir 5 ár, men Knass­ar hava tó valt, at av­ skrivingartiðarskeiðið er longt upp í 20 ár. Tað hevur felagið møgu­ leika at gera sam­bært árs­ rokn­skapar­lógini, og í árs­ frásøgnini verður eis­ini sagt, at avskrivingar­tíðar­skeiðið er longst fyri ognir, sum eru keyptar við strateg­isk­um endamáli fyri eyga, og sum hava eina sterka markn­ aðarstøðu og langan inntøku­ profil. Goodwill er í seinasta roknskaparári avskrivað við 150.000 krónur. Varð áramálið fyri avskrivingartíðarskeiðið fimm ár, hevði talan verið um avskrivingar fyri 733.000 krónur. Ella sagt øðrvísi, so vildi eginognin tá verið negativ. Avbjóðingar við gjaldførinum Í leiðslufrágreiðingini hjá Knassum verður sagt, at tey rokna við positivum úrsliti í roknskaparárinum 2014/15, og er hetta so, so verður egin­ ogn felagsins ikki hótt. Men tað tykist, sum er gjaldførið heilt stóri trupul­ leikin hjá felagnum. Longu í fjør heyst kom fleiri ferðir fram, at starvsfólk áttu løn tilgóðar, og felagið fyri før­ oysk miðlafólk kom enntá út við ávaring til limir sínar. Í grannskoðanarátekn­ing­ ini verður skrivað, at felagið ikki hevur goldið mvg til tíð­ ina, og við at hyggja at lang­ freistaðu skuld felagsins, sæst, at felagið ikki megnar at gjalda hesa, sum støðan er í løtuni. Felagið hevur langfreist­ aða skuld upp á íalt 4.670.000 krónur, og sambært rokn­ skap­inum verða eingir av­ dráttir goldnir av hesum fyrsta árið. Skuld til pen­inga­ stovnar er 870.000 krónur, meðan restin er skuld, sum er komin í sambandi við keypið av Portalinum. Og stuttfreistaðu skyld­ ur­nar tykjast eisini tungar at røkja hjá felagnum. Skuld­ arar, arbeiðir fyri fremmandi rokning og tøkur peningur vóru íalt 544.000 krónur við roknskaparárslok. Stutt­ freist­aða skuldin, sum hesar ogn­ir skulu røkja, var tá 1.178.000 krónur. Føroyskar ommur klumman hjá høgna Djurhuus Føroyskur FotograFur hevur síðani 2010 avmynDað elDri kvinnur í Føroyum. tað byrjaði sum skúlauppgáva í lonDon, men nú eru mynDirnar útgivnar í altjóða tíðarriti. Í teiginum »Umafturafturum« hugleiðir Høgni Djurhuus um gerandisdagin, upplivingar, tíðarrák og annað. Vit presentera nakrar nýggjar føroyskar snið­ gevar og fáa greiði á, hvussu rákið er í løtuni. Les meira um hetta – og síggj myndir í komandi Vikuskifti. nýggir sniðgevar í Sosialinum fríggjadagin Pengarnir streyma úr portal.fo Roknskapur Knassar, sum eigur og rekur portal.fo, fekk í fjør 1,7 millión krónur í nýggjum kapitali. Teir pengarnir eru nú mest sum burturi, og roknskapurin vísir týðiliga, at fyritøkan hevur stórar avbjóðingar fyri framman Niklái Nysted, stjóri í Knassum