Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Norðoyggjar eru týðandi øki fyri føroyska samfelagið og Eik. Tí er umráðandi, at tú hevur áræði til at átaka tær ábyrgdina av at styrkja støðuna hjá Eik Banka í Norðoyggjum. Sum leiðari mást tú duga og vilja standa fram sum umboð fyri bankan. Á deildini í Klaksvík veita vit kundum okkara fjølbroyttar banka tænastur. Tú verður leiðari hjá fimm dugnaligum starvs fólkum, og saman skulu tit tryggja, at Eik veitir bestu ráðgevingina soleiðis, at vit verða fremsta val hjá kundanum. Tú fært ábyrgdina av at: • samskipa og tilrættisleggja arbeiðið á deildini • sparra við starvsfólkini um kundaviðurskifti • tryggja, at ásett mál verða nádd Harafturat hava trivnaður, arbeiðs gleði og toymisandi hjá starvs fólkunum avgerandi týdning fyri okkum, og eisini á hesum økjum skalt tú sum leiðari vera virkin. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. oktober 2014 og skulu sendast til starv@eik.fo. Les meira um starvið á www.eik.fo Eik Banki vil verða fremsta val føroyinga, bæði tá ræður um privat kundar og vinnukundar. Í Eik starvast uml. 190 fólk. Kundavinarligur og kappingarsinnaður leiðari til Eik í Klaksvík www.eik.fo Vilt tú hava ábyrgdina av at røkja og styrkja sam bandið við verandi og nýggjar kundar í Norðoyggjum? Vit sókn ast eftir virkisfýsnum leiðara at standa á odda fyri Eik í Klaksvík Tað er Mentamálaráðið, sum hevur bjóðað teimum til Ís­ lands at umboða Føroyar. Sóley Danielsen, sjónleikari, og Jenný Lára Arnórsdóttir, leikstjóri, eru bodnar við, tí tær vísa leikin “Einki orð” eftir Wendy Graft á Tjóðpallinum síðst í oktobur. Bárður í Baiansstovu um­ boðar LISA, sum stendur fyri Listafólkasamband Føroya. Fyrsta ráðstevnan er í opera­húsinum Harpa í ís­ lendska høvuðsstaðnum. Hon eitur Arts and Audiences, t.e. list og áskoðarar, og snýr seg um tøkni og hvussu lista­ fólk kunnu nýta tøkni til at fáa list sína út til fleiri áskoð­ arar. Hetta heldur Sóley Dan­iel­ sen vera serliga viðkomandi fyri føroysk listafólk. – Vit hava nakrar heilt serligar landafrøðiligir av­ bjóðingar í Føroyum, tá tað kemur til at fáa list okkara út til fleiri áskoðarar. Vit liggja í útjaðaranum og tí røkkur listin ikki so nógvum fólkum, um vit ikki nýta tøkni og tal­ gildar miðlar. – Tí er tað gott at koma her á ráðstevnu at fáa íblástur og vitan um, hvussu eg sum listafólk kann brúka tøkni og talgildar miðlar betur, sigur Sóley Danielsen. Tað er Norðurlandaráðið, sum skipar fyri ráðstevnuni, og hon er serliga ætlað norð­ ur­lendskum listafólk­um. Næsta ráðstevnan er eis­ ini ein norðurlendsk ráð­ stevna. Hon eitur Mark­leys orka og byrjar fríggja­dagin. Endamálið við henni er at byggja sterkari mentan­ar­ sam­bond millum norður­ lond­ini. – Henda ráðstevnan verð­ ur serliga spennandi fyri meg og Jenný Láru, tí vit ætla at taka “Einki orð” á ferð, tá vit eru lidnar at spæla á Tjóðpallinum, so vit vóna sjálvandi at knýta nøkur sambond her, sigur Sóley Danielsen. Sóley Danielsen og Jenný Lára Arnórsdóttir í Hørpu Umboða føroyska list á mentanarráðstevnum í Íslandi Sóley Danielsen, íslendska Jenný Lára Arnórsdóttir og Bárður í Baiansstovu eru í hesum døgum í Íslandi, har tey umboða føroyska list á tveimum mentanarráðstevnum.