Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. oktober 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 landsfundur Áki Bertholdsen – Sjálvstýrisflokkurin má taka eina greiða støðu fyri sam­kyndum hjúnalagi. Tað heldur Kristianna Win­ther Poulsen, vara­lim­ur á Løgtingi fyri Sjálv­stýr­is­ flokkin. Á landsfundinum hjá flokk­inum í gjárkvøldið var tað spurningurin um sam­ kynt hjúnalag, sum fór av stað við einum stórum parti av tíðini. Tað var Kristianna Win­ ther Poulsen, sum reisti mál­ið, og hon mælti til, at Sjálvstýrislokkurin sam­ tykk­ir, at hann tekur undir við samkyndum hjúnalagi. – Tað verður sagt, at tað er tolsemi sum eyðkennir Sjálv­ stýr­is­flokkin. Samstundis stend­ur tað í stevnuskránni, at vit eru ímóti mannamuni, sig­ur varalimurin á tingi. Men hon heldur, at tað má flokk­urin eisini vísa í verki. Tí heitti hon á á lands­ fund­in um at samtykkja, at samkynd skulu kunnu ganga saman í hjúnalag, og hon heitti eisini á flokkin um at staðfesta tað í eini fundarsamtykt. – Vit mugu gera greitt, hvørjum málum vit vilja arbeiða fyri, og meg­in­part­ur­ in av Føroya fólki tekur und­ ir við samkyndum hjúnalagi, legði Kristianna Winther Poul­sen afturat. Vit fara at skammast Tað vóru eisini onkur, sum tóku undir við henni. Ein av teimum var Pet­ur Olivur í Hoyvík, sum hev­ur verið í leiðsluni hjá Sjálv­stýr­ is­flokkinum. Hann sigur, at flokkurin miss­ur nógvar atkvøður, tí at tað ikki ber til at fáa semju um eitt smámál sum sam­ kynt hjúnalag. – Tíðin er komin at av­ greiða slík smámál sum hetta, leggur hann afturat. – Vit eru í ferð við drepa Sjálv­stýrisflokkin upp á eitt mál, sum er so nátúrligt, at vit fara at skammast um, at vit hava verið ímóti tí, legði hann afturat. – Tíðin er komin, har vit flyta okkum so frægt, at vit kunnu góðtaka tey, sum av nát­úrunnar hond eru øðrvísi enn meirilutin. Eg veit væl, at tað er ringt hjá nógvum, men flokkurin er í ferð við at sigla tann seinasta túrin, og vit mugu broyta støðu í nøkr­um málum, segði Petur Oliv­ur í Hoyvík. Til botns við Merkinum á hekkuni Men tað eru ikki øll samd í. Ein av teimum var Ron­ald Poulsen, fyrrverandi bý­ráðs­ lim­ur í Havn og ein av vet­er­ an­un­um í Sjálv­stýr­is­flokk­ in­um. – Samtykkja vit at góð­ taka sam­kynt hjúnalag, eri eg ótrú­liga bangin fyri, at so fer flokk­urin til botns við æla­bog­an­um aft­uri á hekk­ uni, sum hann tók til. Tá ið hann nevnir æla­bog­ an er tað tí, at nettupp æla­ Sjálvstýrisflokkurin fer ikki at stilla upp til næsta fólka­ tings­val. Tað varð endaliga stað­ fest á landsfundi hjá flokk­ in­um í Runavík í gjárkvøld- ið. – Ístaðin fyri at stilla upp til Fólkating, skal Sjálv­ stýr­is­flokk­urin leggja allar kreft­ir í at fáa eitt gott úrslit á næsta løgtingsvali, sigur Kári P. Højgaard. Men at flokkurin ikki still­ar upp merkir ikki, at for­mað­ur­in hevur nak­að til­ mæli til sjálv­stýr­is­fólk um, hvønn tey so skulu velja. – Nei, tað má hvør gera upp við seg sjálvan, men sjálv­ur siti eg heima val­ dag­in og fari ikki á val, sigur Kári P. Højgaard. Spurningurin um at stilla upp til fólkatingsval, hev­ur verið til viðgerar í lands­nevnd­ini og har var full semja um, at flokkurin skuldi ikki stilla upp. Og á landsfundinum varð tann avgerðin staðfest. Men á fundinum kom sam­stundis fram, at hetta er ein avgerð, verri enn so øll eru samd í. Kristianna Winther Poul­sen, sum er varafólk á tingi, held­ur, at tað hevur týdning at stilla upp, fyri at flokkurin kann fáa høvi at føra síni sjón­ar­mið fram. Hon heldur eisini, at tað hev­ur týdn­ing sum eitt slag av pol­it­isk­ari venj­ing, ein að­al­roynd hjá nýggj­um val­ evnum upp undir løgtings­ val­ið. Og hon heldur, at tað er ein skeiv avgerð at lata vera við at stilla upp og sostatt gera flokkin fullkomiliga ósjón­lig­an í einum valstríð­i beint upp undir eitt løg­ tings­val. Hon heldur, at fólka­ tings­val­ið kann eisini geva eina ábending um, hvussu løg­tings­valið fer at ganga. Gongst sum ætlað, verð­ ur fólka­tings­val í september og løg­tings­val í oktober. Hinvegin staðfesti Kári P. Højgaard, at Sjálv­stýr­is­ flokk­ur­in hevur ongan liv­ andi møguleika at fáa fólka­ tings­mann. Og hann heldur, at tað kann fullkomi­liga taka dirv­ ið frá val­evn­un­um at fara í eitt val­stríð til løgtingsval við ei­n­um vánaligum fólka­ tings­vali í viðførinum. Hann vísti eisini á, at tað er ein fíggjarligur spurn­ ing­ur, og tað verður ein dýr søga hjá flokkinum at stilla upp til tvey val. Tí staðfesti hann, at hann tekur fult undir við av­gerð­ ini hjá landsnevndini um at flokk­ur­in skal ikki stilla upp til fólka­tingsvalið. – Sjálvstýrisfólk eiga held­ur at leggja allar ár­ar í sjógv fyri at vinna flokk­in­ um eitt so gott løgtingsval sum til ber, sigur Kári P. Høj­ gaard. Tað var eisini ført fram á lands­fundinum, at tað er mót­stríð­andi, at flokkurin still­ar upp til fólkatingsval, sam­stund­is sum tað stend­ur í stevnuskránni hjá flokk­in­ um, at fólkatingssessirnir skulu av­tak­ast. aki@sosialurin.fo aki@sosialurin.fo Vit mugu taka eina greiða støðu til samkynt hjúnalag, halda summi í Sjálvstýrisflokkinum. Kortanei siga onnur Sjálvstýrisflokkurin fer ikki at stilla upp til næsta fólkatingval, men tað er ein avgerð, sum ikki øll eru samd í Samkynt hjúnalag k Sjálvstýrisflokkin í Vísa tolsemi í verki Spurningurin um samkynt parlag setti dagskránna á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Vit mugu vísa tolsemi í verki, sigur Kristianna Winther Poulsen. So fara vit til botns, sigur ein veteranur í flokkinum Kári fer at sita heima Floksleiðsla Limir í floksleiðsluni hjá Sjálvstýrisflokkinum, frá vinstru eru tey, Arnfríð Hentze, Kári P. Højgaard, Poul Jákup Poulsen, Jógvan Skorheim, Kristianna Winther Poulsen, Petur Olivar í Hoyvík, orðstýrari