týsdagur 21. oktober 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
S
einastu tíðina hava vit umrøtt
møguleikan at útbyggja Sam
haldsfasta, so hann framyvir
verður almenna pensjón føroyinga
burturav.
Hetta við at leggja tær báðar
almennu skipanirnar saman, Sam
haldsføstu og fólkapensjónina, til
framyvir at vera Samhaldsfasta
Fólkapensjónin (SF).
Við at hækka inngjaldið til
Samhaldsfasta úr verandi 1,75 upp
í 7,5% frá báðum pørtum, kunnu
allir pensjónstar fáa góðar 12.000
kr. mánaðarliga í SF.
Av tí, at fólkapensjónin í løtuni
er áleið 500 mió. kr. á landsins
fíggjarlóg, minkar skatturin við tí,
sum inngjaldið til samhaldsfasta
hækkar.
Fyri løntakaran kann skatturin
lækka í minsta lagi tað, sum inn
gjaldið til SF hækkar.
Arbeiðsgevarin kemur at rinda
5,75% meira inn til SF enn verandi
1,75%. Men hetta er munandi minni
enn tey 15 prosentini, sum sam
gongan við lóg hevur álagt at rinda
inn til eftirløn tey næstu árini.
Meira at liva av á
ungum árum
Fáa øll góðar 12.000 kr. úr SF, er ikki
vist, at tey mongu, sum longu nú
rinda 15-17 prosent í eftirløn, hava
hug at halda fram við hesum.
Hesi prosent eru vunnin gjøg
num frælsar samráðingar, og latið
verður tí upp fyri, at feløgini kunnu
leggja í øllum førum ein part um til
løn, sum kann lætta um hjá fólki
her og nú.
Hetta hevði ivaleyst komið væl
við hjá mongum, sum heldur vilja
rinda húsalán niður, og harvið eisini
spara nógva rentu, sum bankarnir
nú liva væl av.
Onnur
kanska
vilja
heldur
hava ein lætta í gerandisdegnum,
lá lánsútreiðslurnar eru høgar og
børnini eru smá, enn at spara so
nógv upp til aldurdómin, sum í
løtuni.
Ongin mótrokning
SF er ein einføld skipan, har allur
peningurin fer til eftirløn og at
kalla onki fer til umsiting.
Eisini er tað ein umsitingarligur
lætti, at útgjaldið úr SF ikki verður
mótroknað í aðrari inntøku – heldur
ikki hjá hjúnafelaga.
Ongin mótrokning er í aðrari
inntøku. Pensjónistar, sum hava
heilsuna, hugin og møguleikan,
verða tí eggjaðir at arbeiða longri,
uttan at verða fíggjarliga revsaðir.
Framtíðar fólkasamanseting krevur
lutfalsliga størri arbeiðsstyrki, og tí
er tað skilagott at eggja fólki at vera
longri á arbeiðsmarknaðinum, og
gevur hetta eisini hægri skattainn
tøkur og inngjald til SF.
Tey, sum vilja hava hægri pen
sjón at liva fyri, eru vælkomin
at spara meira upp í øðrum skip
anum, eitt nú gjøgnum avtalur
sum fakfeløgini hava. Hetta skal
tað almenna ikki leggja seg útí,
hvørki við frádráttum ella revsandi
tiltøkum.
Alt hetta krevur sjálvsagt eina
lagaliga skiftisskipan, sum má
gerast yvir nøkur ár í tøttum sam
starvi við partarnar á arbeiðsmark
naðinum.
Fer beint í ringrásina
Í løtuni hópa vit eftirlønaruppspar
ingar upp í privatum feløgum, sum
eru sárbær mótvegis búskapar
konjukturum og fíggjarkreppum.
Ein serføroyskur trupulleiki er
tað, at peningurin verður kanali
seraður beint av landinum til
útlendskar íløgur. Hetta er sera
óheppið fyri føroyska búskapin.
Í SF verður peningurin, sum
kemur inn, sendur beint út í umfar
aftur, og hevur tað sjálvsagt positiva
ávirkan á føroyska búskapin. Tað
meirvirðið, sum hetta skapar í
samfelagnum kemur tí øllum til
góðar, her og nú og framyvir.
Skipanin byggir á sosialu kon
traktina, har verandi arbeiðsmegi
rindar fyri verandi pensjónistar. Tá
tey ungu eldast, rinda teirra børn
teirra pensjón. Soleiðis er skipanin
haldfør og byggir á sosialu kon
traktina, sum eisini er ein megin
súla undir norðurlendsku vælferð
ini.
Við at hækka inngjaldið við 5,75
prosentum frá hvørjum parti, og við
teimum fólkaframskrivingum, sum
vanliga verða brúktar, javnvigar
skipanin, eisini uppá sikt.
Eisini er stóri fyrimunurin í
longdini, at SF verður skattað við
útgjaldi, og tískil byrgir upp fyri
tí stóra vælferðarmissi, sum for
skattingin av pensjónum slóðar
fyri.
Ein haldfør
samhaldsføst
fólkapensjón
tíðargrein
Javnaðarflokkurin heldur, at øll eiga rætt til
eina virðiliga pensjón – høg sum lág
Rigmor Dam og Aksel V. Johannesen
Javnaðarflokkurin
10 fyrimunir við Samhaldsføstu
Fólkapensjónini (stytt SF):
1. Allir pensjónistar hava rætt til góðar 12.000 kr. í SF mánaðarliga.
2. Skipanin er samhaldsføst og byggir á sosialu kontraktina.
3. Til ber at leggja partar av verandi pensjónsuppsparing um til løn, og fáa meira at liva fyri.
4. Øllum stendur frítt at spara upp umframt.
5. Ongin mótrokning, hvørki millum hjún ella í inntøku.
6. Eggjar fólki at arbeiða longri.
7. Føroyski búskapurin fær hundraðtals milliónir meira í umsetningi árliga, sum pensjónsfeløgini annars høvdu sent
av landinum til íløgur.
8. SF verður skattað við útgjaldi og loysir tí partvís trupulleikarnar við forskatting av pensjónum.
9. Umsiting er nærum ongin.
10. SF loysir haldføristrupulleikarnar hjá landskassanum, so vælferðin eisini verður tryggjað fyri komandi ættarlið.
SF Í STUTTUM:
• Øll spara upp í sama kassa,
sum við Samhaldsfasta.
• Arbeiðsgevari og arbeiðs
takari rinda 7,5% inn í part.
• Allir pensjónistar fáa góðar
12.000 kr. út mánaðarliga,
ella áleið 500 kr. meira enn
verandi fólkapensjón og
samhaldsfasti geva í dag eftir
skatt.
• Fólkapensjónin, sum vit
kenna hana í dag, verður tikin
av fíggjarlógini, og skatturin
minkar samsvarandi.
Hesa myndina tók Álvur Haraldsen á Vaglinum í Havn Eldradagin 3. oktober